Tíðindi

26. nov 2024

Kommunustýrisfundur 25.11.2024

 
Kommunustýrisfundur  25.11.2024
 
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen,
Súni F. Olsen og Andras Róin

Umframt: Julia Kass, fíggjarleiðari
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:00


Mál nr.: 547-1-2024, umsókn um pressubingju á Hulki
Reist av: Jan Abrahamsen
Málslýsing:
Søkt verður um eina pressubingju til bingjuplássið á Hulki. Fíggjarnevndin mælir til at játta umsóknini. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð:
Samtykt at fylgja tilmælinum frá Vinnu- og umhvørvisnevndini og keypa eina pressubingju til bingjuplássið á Hulki.

Mál nr.: 659-1-2024, keyp av gróti
Reist av: MEKON
Málslýsing:
Mekon hevur sent umsókn, um kommunan vil keypa 4-6.000 m3 av yvirskotsgrótinum frá útstykkingini úti á Hálsatjørn. Mekon koyrir gróti inn á Hulk uttan meirkostnað. Vinnu- og umhvørvisnevndin mælir til at játta umsóknini. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð:
Samtykt at keypa yvirskotgrót frá útstykkingini við Hálsatjørn. Peningur verður settur av á fíggjarætlanini fyri 2025.

Mál nr.: 211-1-2024, reguleringar í fíggjarætlan fyri  2024
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing:
Fíggjarnevndin mælir til at gera hesar reguleringar: Reguleringar av fíggjarætlan 2024. Flytast til: RS-530 Stevnur og tiltøk 30 tkr., RS-562 Fornminnir 26 tkr., RS-580 Ítróttaranlegg 10 tkr., RS-690 Maskinamboð 70 tkr., RS-711 Renovatión 30 tkr. Peningur takast av: RS-520 Kvøldskúli -40 tkr., RS-570 Bygdahúsið -26 tkr., RS-620 Fríðkan -70 tkr., RS-581 Ítróttaranlegg -30 tkr. Fyrsta viðgerð.
Avgerð:
Samtykt. Onnur viðgerð verður 16. desember.

Mál nr.: 211-2-2024, fíggjarætlan fyri 2025
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing:
Onnur viðgerð av fíggjarætlan fyri 2025
Avgerð:
Samtykt við aðru viðgerð.

Inntøkur: kr. 73.008.600

Útreiðslur: kr. 64.962.700

Rentur/rentustuðul:  kr. 2.698.300

Avlop: kr. 8.045.900

Avdráttir: kr. 5.603.600

Íløgur: kr. 23.202.400

Hall: kr. 15.156.500

Sum verður fíggjað við lántøku.

Skattaprosentið verður 21

Barnafrádrátturin verður kr. 8.000

 
 
 
 
 
Julia fór av fundinum kl. 17:50

 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024
26. nov 2024
Kommunustýrisfundur 25.11.2024
05. nov 2024
Kommunustýrisfundur 28.10.2024
01. okt 2024
Kommunustýrisfundur 30.09.2024
27. aug 2024
Kommunustýrisfundur 26.08.2024
27. aug 2024
Eyka kommunustýrisfundur 15.08.2024
12. jul 2024
Eyka kommunustýrisfundur 11.07.2024
19. jun 2024
Kommunustýrisfundur 18.06.2024

Send boð til Sjóvar kommunu