Heilsufrøðingur

Hvat er ein heilsufrøðingur

Ein heilsufrøðingur er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, sum umframt drúgvar arbeiðsroyndir við børnum, hevur nomið sær eitt ára víðari útbúgving á CVU í Danmark innan servitan um børn, barnafamiljur, relatiónir, námsfrøði, gransking, útviklingsálarfrøði, heilsufremjan og sjúkufyribyrgjan.

Nakrir heilsufrøðingar arbeiða burturav við smábørnum, nakrir arbeiða bert á skúlum, meðan aðrir arbeiða bæði á skúlum og við smábørnum, teirra millum heilsufrøðingurin í Sjóvar kommunu.

Heilsufrøðingur í Sjóvar kommunu:

Anja Heinadóttir Hammer
Heilsufrøðingur
tlf. 562302
anjah@gigni.fo

Skúlavegur 10, kj.
490 Strendur

Send boð til Sjóvar kommunu