Kommunustýrið
Starvsfólkahandbók
Sjóvar kommuna 2025-2028
Innihaldsyvirlit:
1. Innleiðing
Endamálið við starvsfólkahandbókini
Yvirordnaður málsetningur
2. Innan setan
Er starvið normerað
Krøv kommununnar til starvslýsing
Dømi: starvslýsing
Tímalønt
Reingerðarfólk o.t.
Fyribilsavloysarar
Innkomnar umsóknir
3. Setan
Málsetningur
Setan av fastløntum fólkum
Setanarmynduleiki
Innkalling av fólki
Samrøðan (innihald og obligatoriskir spurningar)
Val av starvsfólki
Avsløg til tey, ið ikki verða sett
Mannagongd við setan av fastløntum fólki
Fyrsti arbeiðsdagur
4. Galdandi reglur og politikkur fyri fólk, ið eru í starvi
Arbeiðstíð
Døgurði
Kaffisteðgur
Flextíð
Avspáking
Arbeiðstíð og parttíðarsetan
Fráfaringaraldur
5. Lønir
Mánaðarlønt
Tímalønt
Frítíðarlønir – generellar reglur á økinum
Summarfrí, frítíðarskeiðið – nær frítíðin er ásett at vera
Frítíðarløn
Sáttmálafrídagar – innan ávís sáttmálaøki
6. Koyripeningur, reglur um brúk av egnum bili í arbeiðsørindum
7. Lønarseðlar
8. Frávera
Lækna – tannlækna- og onnur heilsuørindi
Frávera í samband við viðgerð fyri barnloysi
Barn sjúkt
120 daga reglan
Dagpengar til tímalønt undir sjúku
Arbeiðsskaðar – endurgjald til arbeiðsgevara og løntakara
Jarðarferð
Fráverumøguleikar við lønarmissi
Frávera uttan gylduga orsøk
Hendingar hjá nærmastu familju
Blóðdonor
Barsil (Kunning um barsil fæst best á www.barsil.fo)
Farloyvi
Tá fólk koma aftur úr farloyvi – sama starv? og byrjunarløn
Serligir frídagar
Próvtøkudagar – góðkendar útbúgvingar/skeið
9. Ymiskir politikkir
Nýtsla av rúsandi evnum
Roykipolitikkur
Framíhjáarbeiði o.t.
Telefonpolitikkur
Fundarpolitikkur
10. Trivnaður
Starvsfólkakunning
Starvsfólkasamrøður
11. Starvsfólkamenning/skeið
Útbúgvingarpolitikkur
Skeið
Løn /samsýning í samband við tænastuferð
Ferðauppgerð aftaná uttanlandsferð
12. Ymiskar reglur
Arbeiðsskaðar og trygging í tí sambandi
13. Uppsøgn
Starvsfólk ynskir at vera loyst úr starvi
Mannagongd tá starvsfólk sigur upp
Uppsøgn uttan umsókn – kommunan sigur fólk upp
Uppsagnarfreistir
Frítíðarløn til starvsfólk, ið gevast
14. Sáttmálar (flestu sáttmálar og lønartalvur finnast á www.kaf.fo)
15. Lógir o.t.
16. Kunning
Starvsfólkahandbók
1. Endamálið við starvsfólkahandbókini:
Arbeiðsumhvørvispolitikkur
Arbeiðsumhvørvið, ið fevnir um kringumstøðurnar á arbeiðsplássinum – bæði likamligu og sálarligu – skal vera so trygt og heilsugott, sum til ber.
Endamál
Endamálið er at skapa trygd, trivnað og menning á arbeiðsplássinum og stimbra áhugan fyri arbeiðsuppgávunum, m.a. fyri at leiðsla og starvsfólk á betri og munadyggari hátt verða før fyri at røkja tær uppgávur, sum áliggja teimum.
2. Yvirordnaður málsetningur:
Arbeiðsviðurskiftini skulu ráðleggjast, skipast og útinnast á ein slíkan hátt, at eingin heilsuvandi er, hvørki likamliga ella sálarliga. Tá ið arbeiðshættir og amboð ella vandamikil evni verða nýtt, skal hetta altíð gerast við atliti at fyribyrging av vanlukkum og øðrum heilsuskaðum av arbeiðinum.
Likamliga og sálarliga arbeiðsumhvørvið
Eitt gott likamligt og sálarligt arbeiðsumhvørvi hevur m.a. hesi eyðkenni:
Inniluft, rúm-, ljós-, hita- reinførisviðurskifti eru í lagi
Javnvág millum krøv leiðslunnar, starvsfólk og tilfeingi
Møguleikar at mennast í arbeiðinum
Ávirkan á egnu arbeiðsuppgávur
Møguleiki, í tann mun tað ber til, at velja, hvussu uppgávur verða loystar
Sínámillum virðing
Samstarv við leiðslu og starvsfelagar byggir á frítt, uppbyggjandi, javnbjóðis samskifti við lítargóðari sínámillum kunning
Trygdararbeiði
Kommunustýrið, men eisini einstaka starvsfólkið, hevur ábyrgd av, at arbeiðsumhvørvið er gott.
Trygdararbeiðið skal verða skipað í tøttum tilknýti til virksemið á arbeiðsplássinum og í samstarvi millum leiðslu og starvsfólk.
Kommunustýrið hevur høvuðsábyrgd av arbeiðsviðurskiftunum og av, at tær lógir, kunngerðir, reglugerðir, leiðbeiningar og avtalur, sum til eina og hvørja tíð eru galdandi, verða fylgdar.
Starvsfólk hava skyldu til at halda trygdarligu ásetingarnar, umframt at virka við til at skapa trygg og heilsugóð arbeiðsviðurskifti.
Starvsfólk skulu fáa ta kunning og leiðbeining, sum skal til fyri at kunna útinna arbeiðið á tryggan og heilsugóðan hátt.
2. Innan setan:
1. Er starvið normerað
2. Krøv kommununnar til starvslýsing:
Øll størv eiga at verða lýst leys alment. Lýsingin skal greiða frá, hvussu starvið er skipað fyrisitingarliga, hvat starvið fevnir um, og hvat verður kravt av umsøkjarum. Tilskilast skal, hvagar umsøkjari skal venda sær um viðkomandi ynskir fleiri upplýsingar um starvið.
Upplýsast skal, um starvið er fast ella fyribilsstarv.
Viðmerkjast skal í lýsingini, hvørjum sáttmála stavið verður sett eftir.
Umsóknarfreistin skal, um møguligt, í minsta lagi vera 14 dagar.
Størv skulu flokkast áðrenn tey verða lýst leys. Um hetta av eini hvørjari orsøk ikki ber til at gera endaliga áðrenn starvið verður lýst leyst, skal ein vegleiðandi flokking verða ásett.
3. Dømi: starvslýsing
Námsfrøðingur til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum
Vit søkja eftir námsfrøðingi til eitt farloyvisstarv til setan xx og fyribils til xx, við møguleika fyri at halda fram í føstum starvi eftir hetta.
Starvið er á Dáastovu og er 30 tímar um vikuna.
Dáastova er normerað til 20 børn í aldrinum 3-6 ár.
Vit ynskja:
At tú hevur hug og árræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing fyri tí einstaka barninum
At tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
At tær dámar væl at vera úti og sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
At tú verður við til at mynda og menna okkara pedagogiska umhvørvi
Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv, har tú saman við góðum starvsfelagum fært møguleika at byggja upp eitt spennandi pedagogist umhvørvi á einum nýggjum stovni.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Søkir eingin námsfrøðingur, verður hjálparfólk sett í staðin.
Meira fæst at vita um størvini við at tosa við dagstovnaleiðaran, á tlf. 23 27 47.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
xx.xx.xx, kl. 12:00, og sendast til: Dagstovnurin Lítlifløttur, Fløtuvegur 82, 490 Strendur, ella við telduposti til litliflottur@sjovar.fo.
4. Tímalønt
Tímalønt verða lønt eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
5. Reingerðarfólk o.t.
Reingerðarfólk verða lønt eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
6. Fyribilsavloysarar
Fyribilsavloysari verður løntur eftir viðkomandi fakfelag.
7. Innkomnar umsóknir:
Kommunuskrivstovan skal helst beinanvegin, og í seinasta lagi tríggjar arbeiðsdagar eftir at umsókn er komin, senda umsøkjaranum váttan um, at umsóknin er móttikin. Samstundis verður boðað frá, nær umsóknin verður viðgjørd.
Innkomnar umsóknir verða lagdar í málið til umsóknarfreistin er farin.
3. Setan
1. Setan av starvsfólki
Kommunustýrið setir fólk í starv og sigur fólk úr starvi.
Tá fólk verður sett í starv hjá kommununi, skal kommunustýrið hava tilmæli frá viðkomandi nevnd.
Starvsfólk á dagstovninum Lítlafløtti verða sett í starv og søgd úr starvi av einum setanarbólki við dagstovnaleiðaranum, varaleiðaranum, álitisfólkinum og formanninum ella øðrum umboði í trivnaðar- og mentanarnevndini. Undantikið hesum er leiðslan á stovninum, sum verður sett í - og søgd úr starvi av kommunustýrinum.
Góð tíð skal verða sett av til at viðgerða umsóknirnar.
2. Setanarmynduleiki:
Kommunustýrið setur fólk í starv og sigur fólk úr starvið, tó undantikið dagstovnin Lítlafløtt, sí stk. 1.
Tá fólk verður sett í starv hjá kommununi skal kommunustýrið hava tilmæli frá viðkomandi nevnd.
3. Innkalling av fólki
Tá umsóknirnar eru gjøgnumgingnar av viðkomandi nevnd, verður tilmæli gjørt til kommunustýrið, sum kallar ein ella fleiri umsøkjarar til samrøðu.
4. Samrøðan (innihald og obligatoriskir spurningar)
- dømi um hvussu setanarsamsøða kann verða skipað
Setanarsamrøðan eigur at fara fram í góðum og friðarligum umhvørvi. Bjóðað verður kaffi, te, sodavatn ella tílíkt.
Framsøgufólkið greiðir frá, hvørji hini í nevndini eru. Umsøkjarin fær upplýst, um hann kann spyrja so hvørt, ella bíðað verður til framsøgufólkið er liðugt. Eisini skal umsøkjarin hava at vita, hvussu long samrøðan verður (mælt verður til ½ - 1 tíma).
Fyri kommununa:
Grundgeving fyri at søkja júst hetta starvið
Útbúgvingar og royndir
Almenn vitan
Umhvørvi – familjuviðurskifti o.a.
Heilsustøðu, um tað hevur beinleiðis týdning fyri evnini at útinna starvið
Persónligir eginleikar
Áhugamál
Nær viðkomandi kann byrja í starvinum
Fyri umsøkjaran:
Hvat fevnir arbeiðið um, og hvat er ábyrgdar- og mynduleikaøkið
Lønar- og setanartreytir
Møguleiki fyri menning
Arbeiðsumstøður – arbeiðstíð, arbeiðsstaður, ferðing í sambandi við arbeiðið, frítíð, nær starvið verður sett, royndartíð o.a.
Samstarv við onnur. Hvørjum verður arbeitt saman við, og hvønn verður víst til. Hvussu er stovnurin skipaður, eru málsetningar o.s.fr.
Eftir samrøðuna:
Sagt skal verða frá nær umsøkjarin fær endalig boð, hvussu nógv hava søkt, og hvussu nógvar samrøður verða.
At skipa upplýsingarnar frá samrøðuni kann t.d. verða nýtt ein talva, ið m.a. samanber:
- faklig vitan og fatan av starvsinnihaldinum
- verkligar royndir
- serlig evni, t.d. talugávur, dynamikkur
- framferð: framsøkin, opin, vísir sjálvsálit, hugvekjandi o.s.fr.
6. Val av starvsfólki
Avsløg til tey, ið ikki verða sett:
Noktandi svar skulu vera skrivlig og grundgivin.
Í grundgevingini skal verða kunnað um støði undir avgerðini. T.d. hví mett er, at førleikin hjá tí, ið settur er í starvið, svarar betur til settu krøvini, enn førleikin hjá tí, ið ikki er settur – eitt nú viðvíkjandi útbúgving, starvsroyndum, persónligum eginleikun og/ella samstarvsvilja.
8. Mannagongd við setan av fastløntum fólki:
Umsøkjari, sum ætlanin er at seta í starv, skal fáa játtandi svar sum tilboð, sum viðkomandi kann taka støðu til, áðrenn endaligt setanarbræv verður skrivað. Setanarbrævið skal vera latið í seinasta lagi 14 dagar eftir, at viðkomandi er byrjaður í starvinum.
9. Fyrsti arbeiðsdagur:
Fyrstu arbeiðsdagarnir hava stóran týdning fyri, hvussu starvsfólk falla til á arbeiðsplássinum, og eiga tí at verða gjølla tilrættarlagdir. Starvsskrá kann verða gjørd fyri fyrstu vikuna og latin starvsfólkinum fyrsta arbeiðsdag.
4. Galdandi reglur og politikkur fyri fólk, ið eru í starvi
1. Arbeiðstíð:
Bæði leiðsla og starvsfólk eiga at vera lagalig og smidlig, tá arbeiðið verður lagt til rættis.
2. Døgurði:
Víst verður til galdandi sáttmálar.
3. Kaffisteðgur:
Fulltíðarsett starvsfólk hava rætt til tveir kaffisteðgir um dagin, ein fyrrapart og ein seinnapart.
4. Flextíð
Møguleiki skal vera fyri at arbeiða flextíð í stytri tíðarskeið eftir avtalu.
5. Avspáking
Møguleiki skal vera fyri avspáking eftir avtalu.
6. Arbeiðstíð og parttíðarsetan
Víst verður til setanarskrivið.
7. Fráfaringaraldur
Fráfaringaraldur hjá starvsfólki í Sjóvar kommunu er 70 ár.
Tá fastlønt starvsfólk nærkast fráfaringaraldri, boðar borgarstjórin frá, at starvsfólkið verður verður sagt úr starvi, grundað á, at starvsfólkið verður 70 ár. Fyrst verður boðað frá munnliga, síðani við hoyringsskrivi til væntaða uppsøgn og at enda við uppsagnarbrævi við vanligu uppsagnarfreistunum fyri viðkomandi fakfelag.
Um báðir partar ynskja tað, skal møguleiki vera fyri at halda fram í tímaløntum arbeiði.
5. Lønir
1. Mánaðarlønt:
Mánaðarlønir verður goldnar seinast í mánaðinum.
2. Tímalønir:
Tímalønir verða goldnar hvønn mánadag.
3. Summarfrí, frítíðarskeiðið – nær frítíðin er ásett at vera
Summarfrítíðin verður løgd til rættis, soleiðis, at tað nervar arbeiðið minst møguligt.
Á Lítlafløtti verður frítíðin hildin tá stovnurin er stongdur, og annars eftir avtalu við dagstovnaleiðsluna.
4. Frítíðarløn
Frítíðarløn og frítíðarískoyti verður goldið eftir viðkomandi sáttmálum.
5. Sáttmálafrídagar innan ávís sáttmálaøki:
Føroya Arbeiðarafelag:
1. mai, jólaaftan og nýggjársaftan eru heilir frídagar.
Flaggdagur, páskaaftan, hvítusunnuaftan, og 1. nov. eru hálvir frídagar.
Átrokandi arbeiði, sum verður gjørt 1. mai, jólaaftan, nýggjársaftan og eftir kl. 12 hesar dagar, verður lønt við dupultari løn, so leingi halgan varar. Tó verður arbeiði eftir kl. 13.00 jólaaftan lønt við dupultari sunnu- og halgidagsløn.
Sambært lóg nr. 353, 7. august 1922 er grundlógardagur hálvur frídagur.
Umframt hesar hevur løntakari rætt til 5 frídagar uttan løn. Arbeiðsgevarin ásetir í samráð við løntakaran, nær hesir frídagar skulu takast.
Starvsfelagið:
Jólaaftan, nýggjársaftan, páskaaftan, flaggdagur, ólavsøkudagur og allir halgidagar eru heilir frídagar.
Grundlógardagur og ólavsøkuaftan eru ½ frídagar, t.e. eftir kl. 12:00.
Føroya Handverkarafelag:
Jólaaftan, nýggjársaftan, páskaaftan, flaggdagurin, hvítusunnuaftan og ólavsøkudagur eru heilir frídagar. Grundlógardagur og ólavsøkuaftan eru hálvir frídagar, t.e. eftir kl. 12:00. Harumframt eru allir halgidagar frídagar.
Føroya Pedagogfelag: námsfrøðingar
Umframt sunnu- og halgidagar eru at rokna sum serstakir frídagar: Jólaaftan, nýggjársaftan, flaggdagur, ólavsøkudagur, páskaaftan, hvítusunnuaftan, grundlógardagur eftir kl. 12.00 og ólavsøkuaftan eftir kl. 12.00.
Stk 2. Starvsfólk hava herumframt rætt til serstakar frídagar sambært avtaluni um serstaka fríviku.
Føroya Pedagogfelag: hjálparfólk
Umframt sunnu- og halgidagar eru at rokna sum serstakir frídagar: Jólaaftan, nýggjársaftan, flaggdagur, ólavsøkudagur, páskaaftan, hvítusunnuaftan, grundlógardagur eftir kl. 12.00 og ólavsøkuaftan eftir kl. 12.00.
Stk 2. Starvsfólk hava herumframt rætt til serstakar frídagar sambært avtaluni um serstaka fríviku.
6. Koyripeningur, reglur um brúk av egnum bili í arbeiðsørindum:
Starvsfólk skulu so vítt møguligt brúka bilarnar hjá kommununi til arbeiðsørindi. Verður egin bilur nýttur, rindar kommunan kr. 3,20 í endurgjaldi fyri km. Umframt koyripengar rindar kommunan fyri tunnilsgjald.
Onnur samsýning ella endurgjald, t.d. fundir, skeið og tænastuferðir
Umframt fasta samsýning kann samsýning verða latin fyri
1) luttøku á øðrum fundum í sambandi við útinning av starvinum sum kommunalt valdur limur,
2) skeiðluttøku, sum bý- ella bygdar(r)ráðið hevur góðkent, og
3) annað virksemi eftir umbøn frá bý- ella bygda(r)ráðnum ella eini fastari nevnd.
Stk. 2. Ístaðin fyri samsýning, kann endurgjald verða latið fyri skjalprógvaða mista inntøku, orsakað av fundum og virksemi, sum nevnt í stk. 1, nr. 1-3. Endurgjaldið fyri hvønn dagin kann tó ikki verða hægri enn kr. 2.121,00
Stk. 3. Verða aðrir fundir, skeiðluttøka ella virksemi, sum nevnt í stk. 1, nr. 1-3, samsýnt eftir øðrum reglum, verður eingin samsýning latin frá kommunustýrinum.
7. Lønarseðlar:
Tímalønt lata tímaseðil til kommunuskrivstovuna hvønn mánadag.
8. Frávera:
1. Lækna, tannlækna og onnur heilsuørindi:
Starvsfólk hava rætt til frí við lønarmissi tá tey skulu til lækna, tannlækna ella onnur heilsuørindi.
Hevur starvsfólk varandi sjúku, og hevur brúk fyri at møta hjá serlækna við jøvnum millumbilum, kann tað fáa frí við løn um so er, at viðgerðin ger, at starvsfólkið av hesi orsøk betri er ført fyri at útinna sítt starv.
2. Frávera í samband við viðgerð fyri barnloysi
Starvsfólk skulu hava møguleika at fáa frí við lønarmissi til viðgerð fyri barnloysi.
3. Barn sjúkt:
Víst verður til galdandi sáttmálar.
4. 120 daga reglan:
Starvsmannalógin
Løgtingslóg nr. 13 frá 20. mars 1958 um starvsmenn/funktionærer, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 2. juni 1970
Starvsmenn fáa løn undir sjúku frá fyrsta degi at rokna. Ein starvsmaður kann sigast upp vegna sjúku við vanligari uppsagnarfreist ella sambært 120 daga regluni. Fyri at brúka 120 daga regluna skal hetta vera ásett í skrivligum sáttmála. 120 daga reglan merkir, at starvsmaður kann sigast upp við ein mánað freist, tá ið starvsmaður teir seinastu 12 mánaðirnar hevur tikið ímóti løn undir sjúku í 120 dagar tilsamans. Uppsøgnin er bara gildug, um hon verður givin beint eftir teir 120 sjúkradagarnar, og meðan starvsmaður framvegis er sjúkur. Hon missir ikki sítt gildi av, at starvsmaður er komin aftur í starvið, eftir at uppsøgnin er givin.
Uppsøgn av starvsmanni skal gevast við ein mánað freist fyri starvslok seinasta dag í einum mánað, tó kann í sáttmála ásetast longri uppsagnarfreist fyri starvsmann treytað av, at uppsagnarfreistin frá arbeiðsgevaranum verður longd samsvarandi. Verður starvsmaður uppsagdur, sí uppsagnartíðina í talvuni niðanfyri:
Uppsagnarfreist:
0 - 6 mánaðir (tó ikki fyribils setan og royndartíð)
1 mánað (uppsøgn skal handast, áðrenn 5. mánaðurin er farin)
6 mðr – 3 ár: 3 mánaðir (uppsøgn innan 2 ár og 9. mánaðir eru farnir)
3 - 6 ár: 4 mánaðir (uppsøgn innan 5 ár og 8 mánaðir eru farnir
6 - 9 ár: 5 mánaðir (uppsøgn innan 8 ár og 7 mánaðir eru farnir)
Yvir 9 ár: 6 mánaðir (uppsøgn eftir 8 ár og 7 mánaðar setan)
Um avtalað er, at arbeiðið er bert fyribils, ella sum roynd, og at hesi viðurskifti vara ikki longur enn tríggjar mánaðir, er ongin uppsagnartíð. Skylduna av prógva, at tílík avtala er gjørd, hevur arbeiðsgevarin. Mælt verður tó til, at arbeiðsgevarin avtalar eina uppsagnartíð, til dømis eina viku.
5. Dagpengar til tímalønt undir sjúku:
Víst verður til galdandi sáttmálar.
6. Arbeiðsskaðar – endurgjald til arb. gevara og løntakara:
Víst verður til galdandi sáttmálar.
7. Jarðarferð:
Starvsfólk hava rætt at fáa frí við lønarmissi til jarðarferðir.
8. Fráverumøguleikar við lønarmissi:
Møguleiki skal vera fyri fráveru við lønarmissi eftir avtalu.
9. Frávera uttan gylduga orsøk:
Frávera uttan gylduga orsøk er uppsagnargrund.
10. Hendingar hjá nærmastu familju:
Møguleiki skal vera at fáa frí í samband við bráðkomnar hendingar hjá nærmastu familju. Fráveran verður viðgjørt í hvørjum einstøkum føri.
11. Blóðdonor:
Starvsfólk fær frí við lønarmissi um tey skulu lata blóð.
12. Barsil:
Víst verður til galdandi sáttmálar.
13. Farloyvi:
Møguleiki skal vera at fáa farloyvi, vísandi til viðkomandi sáttmálar.
14. Tá fólk koma aftur úr farloyvi – sama starv? og byrjunarløn:
Tá starvsfólk fáa farloyvi, verður avtalað, um viðkomandi skal koma aftur í sama starv. Tá farloyvi verður játtað, verður avtala gjørt um løn og setanartreytir, tá viðkomandi kemur aftur í starv.
15. Serligir frídagar:
Starvsfólk fáa ein frídag frá kommununi tá tey hava 25 og 40 ára starvsdag. Eisini fær starvsfólk ein frídag í samb. við giftarmál, silvurbrúdleyp og gullbrúdleyp.
16. Próvtøkudagar – góðkendar útbúgvingar / skeið:
Starvsfólk fær frí til próvtøku tá útbúgvingin/skeiðið er í samband við arbeiði.
9. Ymiskt:
1. Nýtsla av rúsandi evnum:
Ásannandi, at rúsevnamisnýtsla ávirkar arbeiðsavrikið, skal rúsevnapolitikkurin tryggja, at arbeiðsplássið er rúsevnafrítt.
Leiðslan hevur ábyrgdina av, at rúsevnapolitikkurin verður fylgdur.
Endamálið við rúsevnapolitikkinum er at skapa eitt trygt og gott arbeiðspláss, at fyribyrgja trupuleikum av rúsevnum og at geva starvsfólkum møguleika – so tíðliga sum gjørligt – at koma burturúr møguligari misnýtslu.
Rúsevnanýtsla skal ikki ávirka arbeiðsavrikið. Tað er ikki loyvt at fáa sær rúsevni í arbeiðstíðini. Heldur ikki er loyvt at selja ella bjóða starvsfólki rúsevni í arbeiðstíðini.
Somuleiðis er ikki loyvt at møta til arbeiði ávirkað/ur av rúsevni.
Leiðslan kann geva loyvi til, at skonkt verður við serlig høvi, t.d. í sambandi við móttøkur og onnur hátíðarhald. Við tílík høvi eigur hetta at verða gjørt við fyriliti, og eins góður møguleiki skal vera at fáa rúsfrían løg.
Ábyrgd
Rúsevnatrupulleikar eru ikki eitt privatmál. Tí eiga øll at taka ábyrgd og boða frá, um tey vita um rúsevnatrupulleikar hjá starvsfeløgum.
Rúsevnatrupulleikar
Starvsfólk við rúsevnatrupulleikum kann sjálvt venda sær til borgarstjóran at tosa um trupulleikarnar og møguleika fyri hjálp.
Tílík samrøða er at meta sum trúnaðarmál og hevur ikki ávaring við sær.
Vegleiðandi mannagongd:
Niðanfyri nevnda vegleiðandi mannagongd kann nýtast, um so er, at trupulleikin ikki er so álvarsligur, at neyðugt er beinanvegin at siga starvsfólki upp ella vísa tí burtur.
Munnlig ávaring:
Tá ið næsti fyrisetti varnast, at starvsfólk hevur rúsevnatrupulleikar, skal hann/hon skipa fyri eini samrøðu við viðkomandi um trupulleikarnar.
Endamálið við samrøðuni er at geva munnliga ávaring og tilboð um hjálp til viðgerð av trupulleikanum.
Er starvsfólk ávirkað í arbeiðstíðini, skal tann, sum varnast hetta, boða borgarstjóranum frá. Hesin biður viðkomandi starvsfólk um at fara av arbeiðsplássinum og skipar næsta arbeiðsdag fyri samrøðu við viðkomandi um tilburðin. Tá verður munnlig ávaring givin.
Viðkomandi váttar at hava fingið ávaringina.
Skrivlig ávaring:
Halda trupulleikarnir fram eftir ávaring er givin, skal borgarstjórin skipa fyri nýggjari samrøðu og tá geva viðkomandi starvsfólki skrivliga ávaring.
Saman við hesi ávaring skal borgarstjórin eisini geva tilboð um hjálp til viðgerð av trupulleikanum.
Allar ávaringar verða skrásettar í starvsskjølum starvsfólksins. Ein ávaring er galdandi í trý ár. Eftir hetta verður hon ógildað.
Viðgerð:
Viðgerðin av rúsevnatrupulleikunum skal leggjast til rættis saman við lækna og/ella serkønari hjálp.
Uppsøgn:
Hevur viðkomandi ikki tikið ímóti tilboði um hjálp aftan á skrivligu ávaringina og trupulleikarnir halda fram, er hetta at rokna sum uppsagnargrund.
Rúsevnatrupulleikarnir hava tá við sær, at talan verður um at siga starvsfólk úr starvi ella vísa burtur og hetta skal fremjast sambært mannagongdum, freistum og fráboðanarskyldum í galdandi lógum, reglugerðum og sáttmálum og starvsfólkarættarligum reglum annars.
2. Roykipolitikkur:
Ásannandi, at royking er heilsuskaðilig, skal roykipolitikkurin tryggja roykfrítt umhvørvi á arbeiðsplássinum.
Endamálið er at seta upp fyriskipanir á arbeiðsplássunum, soleiðis at øll starvsfólk kunnu fremja sítt arbeiði í einum roykfríum umhvørvi.
Roykfrítt øki:
Roykfrí øki eru í minsta lagi:
Arbeiðshøli, har fleiri enn eitt starvsfólk arbeiða
Høli, har viðskiftafólk verða avgreidd
Matstovur
Fundarrúm
Gongir
Kopirúm
Wc
Tænastubilar
3. Framíhjáarbeiði o.t.:
Starvsfólk má ikki hava framíhjáarbeiði, ið nervar arbeiðið hjá kommununi.
4. Samskiftispolitikkur:
Starvsfólk skal vísa skynsemi, vera høvisk og siðilig tá samskift verður vegna Sjóvar kommunu. Hetta er galdandi fyri alt samskifti um tað er í beinleiðs talu, gjøgnum telefon, við telduposti, interneti ella øðrum samskiftishátti.
Politikkur viðvíkjandi nýtslu av sosialum miðlum
Vit brúka sum kommuna sosialar miðlar, og loyva tí atgongd til sosialar miðlar í arbeiðstíðini, tó havandi henda politikk í huga.
Hesin politikkurin er ætlaður at geva starvsfólkum góð ráð og vegleiðing um, hvussu tey kunnu ferðast trygt á sosialum miðlum við tí í huga, at tey eru har sum umboð fyri sítt arbeiðspláss, tilvitað ella ei, bæði í og uttanfyri arbeiðstíð.
Vit mugu ongantíð leggja trúnaðarupplýsingar ella annað út, sum kann skaða borgarar og teirra virki.
Vit mugu ongantíð seta kommununa í ringt ljós.
Vit hava álit á, at starvsfólk í mun til nýtslu av sosialum miðlum í arbeiðstíðini sjálvi kunnu døma um, hvussu tey kunnu nýta sosialar miðlar, uttan at tað gongur útyvir dagliga arbeiði. Vísir tað seg, at hetta álit verður brotið, verður málið handfarið sambært vanligum starvsfólkarættarligum reglum.
2.1 Innanhýsis mannagongd fyri brúk av facebook síðuni hjá kommununi:
Sjóvar kommuna er á sosialum miðlum, m.a. við einari kommunalari facebook síðu og undgómshúsið brúkar Instagram.
Endamálið hjá kommununi við at vera á sosialum miðlum er at fáa kunning út til borgarar. Kommunan á sosialum miðlum er sostatt ætlað sum einvegis kommunikatión frá kommununi og út til almenningin.
2.1.1 Endamál
Mannagongdin lýsir, hvussu starvsfólk í kommununi skulu handhevja og brúka almennu Facebook síðuna hjá kommununi. Um kommunan er á øðrum sosialum miðlum, er hendan mannagongdin eisini galdandi. Endamálið er at tryggja eina einsháttaða og ábyrgdarfulla nýtslu av sosialum miðlum.
2.1.2 Ábyrgd
1. Kommunuskrivarin í kommununi hevur ábyrgd av almennu Facebook síðuni hjá kommununi.
2. Kommunuskrivarin kann heimila útvaldum starvsfólkum at leggja út á Facebook síðuna hjá kommununi.
3. Starvsfólk, sum hava atgongd til at leggja út á Facebook síðuna hjá kommununi, hava ábyrgd av at halda galdandi mannagongdir og politikkir.
2.1.3 Vegleiðandi leiðbeiningar
1. Verja persónsupplýsingar
a. Legg ikki persónsupplýsingar út um borgarar, starvsfólk ella onnur á Facebook síðuna uttan við samtykki.
b. Nevn ikki navnið á persónum og eyðmerk ikki persónar í almennum uppsløgum uttan so, at persónurin hevur givið nágreiniligt samtykki.
c. Myndir ella videobrot av persónum kunnu verða fevnd av dátuverndarlógini ella vard eftir upphavsrættarlógini og tískil kunnu vera avmarkingar fyri, hvussu kommunan alment kann brúka hesar.
2. Samtykki
a. Fá eitt samtykki frá persónum, um ætlanin er at leggja persónsupplýsingar út á almennu facebooksíðuna hjá kommununi.
3. Varðveitsla og striking av persónsupplýsingum
a. Persónsupplýsingar skulu einans brúkast, so leingi tað er neyðugt til at røkka endamálinum við at leggja upplýsingarnar út.
b. Tá endamálið er rokkið, er ikki longur neyðugt at hava persónsupplýsingarnar á almennu síðuni, og skulu persónsupplýsingarnar strikast av facebook síðuni.
4. Trygd
a. Avmarkað nøgd av starvsfólkið hava atgongd til at leggja út á síðuna.
Kunningartrygdarpolitikkur v.m.
Øll, sum eru í starvi hjá Sjóvar kommunu skulu kenna til - og arbeiða eftir kunningartrygdarpolitikkinum og starvsfólkahandbókini um KT og viðgerð av persóndata. Harumframt skulu tey vera kunnað um, hvørjar persónupplýsingar eru skrásettar um tey.
5. Fundarpolitikkur:
Víst verður til fundarskipanina hjá kommununi.
10. Trivnaður
1. Starvsfólkakunning:
Starvsfólkið hjá kommununi skal við jøvnum millumbilum kunnast um arbeiðsgongdina í kommununi.
2. Starvsfólkasamrøður:
Starvsfólk skal hava møguleika at biðja um samtalu við borgarstjóran.
11. Starvsfólkamenning / skeið
1. Útbúgvingarpolitkkur: Starvsfólk skulu hava møguleika til at útbugva og menna seg fyri at tryggja dygdargott arbeiði.
Endamálið við einum útbúgvingarpolitikki er at menna leiðslu og starvsfólk, soleiðis, at tey betur eru før fyri at røkja tær uppgávur, sum eru álagdar teimum, og betur eru før fyri at átaka sær meira fjøltáttaðar arbeiðsuppgávur.
Serligur dentur eigur at verða lagdur á nútíðartørvin, so starvsfólk og leiðarar nema kunnleika, ið er neyðugur fyri at røkja dagliga arbeiðið.
Umsókn um útbúgvingarstuðul til eftirútbúgving verður stílað til borgarstjóran, sum saman við fíggjarnevndini tekur støðu til um stuðul verður latin.
Tá útbúgvingarstuðul verður játtaður til eftirútbúgving, verður sett sum treyt, at viðkomandi hevur staðið útbúgvingina áðrenn stuðulin verður útgoldin.
3. Skeið:
Skeiðvirksemi og mennandi tiltøk annars eiga at vera fjøltáttað. Í tann mun, tað ber til, og tørvur er á tí, kann kommunan skipa fyri innanhýsis skeiðum.
Nýsett starvsfólk skulu á skeið um t.d. fyrisiting landsins og onnur grundskeið, sum eru neyðug fyri at røkja starvið.
Starvsfólk eiga at fáa høvi til at fara á serskeið, evnisskeið, evnisfundir o.t., sum eru viðkomandi fyri arbeiði teirra.
4. Løn/samsýning í samband við tænastuferð:
Kommunan rindar fyri tilfar, uppihald og ferðaútreiðslur í samb. við útbúgving/skeið.
5. Ferðauppgerð aftaná uttanlandsferð: Útreiðslur í samband við uttanlandsferð verða endurgoldnar eftir skjalprógvaðum útreiðslum.
12. Ymiskar reglur
1. Arbeiðsskaðar og trygging í tí sambandi:
Arbeiðsfólkið hjá Sjóvar kommunu er vanlukkutryggað.
13. Uppsøgn
1. Starvsfólk ynskir at verða loyst úr starvi:
Mánaðarlønt starvsfólk hava vanliga ein mánaða uppsagnarfreist.
Víst verður til viðkomandi sáttmála.
Víst verður til viðkomandi sáttmála tá tímalønt ynskja at verða loyst úr starvi.
Váttan um tænastualdur verður latin.
2. Mannagongd tá starvsfólk sigur upp: Skrivlig uppsøgn skal stílast til borgarstjóran.
Borgarstjórin váttar, at uppsøgnin er móttikin.
3. Uppsøgn uttan umsókn – kommunan sigur fólki upp:
Samstarvstrupulleikar ella misrøkt av starvinum er uppsagnargrund.
Borgarstjórin hevur notatskyldu um hann fær upplýsingar um starvsfólk, ið ikki røkja sítt starv.
Fyrst fær starvsfólkið eina munnliga ávaring. Hjálpir hetta ikki, verður ein skrivlig ávaring send og síðani ein afturat.
Kommunustýrið kann síðani gera av, at viðkomandi verður sagdur úr starvi.
Hoyringsskriv um ætlaða uppsøgn verður sent. Tá kærufreistin er úti og eingin kæra er komin til hoyringsskrivið, verður uppsagnarskriv sent.
Váttan um tænastualdur verður latin.
Verða starvsfólk uppsøgd av aðrari grund enn omanfyri nevnt, verður tað gjørt sambært galdandi starvssáttmálum.
4. Uppsagnarfreistir:
Starvsfólk hava ymiska uppsagnarfreist alt eftir starvsaldri.
5. Frítíðarløn til starvsfólk, ið gevast:
Fríðtíðarløn verður goldin eftir viðkomandi sáttmála.
14. Sáttmálar:
Flestu sáttmálar og lønartalvur finnast á www.kaf.fo
15. Lógir o.t.:
Víst verður til www.logir.fo
16. Kunning:
Víst verður til www.sjovar.fo
17. Broytingar í starvsfólkahandbókini:
Henda starvsfólkahandbók kemur í gildi beinanvegin.
Broytingar og uppískoyti í handbókini skulu verða viðgjørd á tveimum regluligum kommunustýrisfundum.
Samtykt á kommunustýrisfundi 27. februar 2025