Reglugerð fyri nýtslu av bátaplássum
Hendan reglugerð er galdandi fyri allar bátaeigarar, sum hava fingið nýtslurætt til bátapláss við Sjóvar havn. Sjóvar havn umsitur bátaplássini.
§ 1, Bátaeigarar hava skyldu til at fara væl um bátaplássið, økið á landi og flotbrúgv-ararnar
Stk. 2 Tað er ikki loyvt at hava amboð, fiskireiðsskap ella nakað annað leyst tilfar liggjandi á landi við bátaplássið ella á flotbrúgvunum. Allir slíkir lutir ella tilfar verður uttan ávaring fyribeint fyri eigarans rokning og ábyrgd.
Stk. 3 Tað er strangliga bannað at tveita garnar, høvd ella annan avskurð á sjógv innanvert verjugarðarnar í bátahyljum og við lendingar.
Stk. 4 Bátaeigararnir hava skyldu til at halda bátin lens, at fortoya hann soleiðis, at endarnir liggja væl og ikki slítast óneyðugt, og at báturin ikki er til ampa fyri onnur ella kemur at skaða aðrar bátar ella ognir í bátahyljum og við lendingar.
Stk. 5 Táið siglt verður inni í havnini, skal ferðin vera so lítil sum yvirhøvur gjørligt soleiðis, at aðrir bátar, ið sigla ella liggja bundnir, ikki skulu fáa skaða av hesum.
Stk. 6 Bátaeigarar hava skyldu til at akta boðini frá Sjóvar havn ella umsjónarmanni, sum er í tænastu hjá henni, - eisini um hesin ynskir, at báturin verður fluttur.
§ 2, Bátaeigarin hevur rætt til at nýta bátaplássið til bát, sum hann sjálvur eigur hálvpart ella meiri av.
Stk. 2 Sjóvar havn kann sum serligt undantak geva loyvi til, at bátaeigari, ið eigur minni enn hálvpart, hevur rætt til at brúka plássið.
Søla av parti skal altíð fráboðast Sjóvar havn so skjótt, sum handilin er framdur í verki.
Stk. 3 Sjóvar havn kann til eina og hvørja tíð krevja nøktandi skjalprógv fyri eigaraviðurskiftunum í bátinum.
Stk. 4 Eftir umsókn kann bátaeigarin lata ein av lívsarvingum sínum yvirtaka nýtslurættin til bátaplássið.
Stk. 5 Bátaeigarin hevur á ongan hátt loyvi til at lata onnur enn lívsarvingar sínar yvirtaka bátaplássið.
§ 3, Bátaeigarin tekur við plássinum í tí standi, tað er í, táið hann fær tað til leigu. Um bummur/teymur ella annað er brotið/skatt, skal hann gera vart við hetta.
§4 Bátaeigarin hevur ábyrgdina av bátaplássinum og skal endurgjalda skaðar, ið koma á útbúnaðin, sum t.d. bummar, festir og á aðrar bátar uttan so, at hesir koma av illveðri ella øðrum, sum bátaeigarin ikki hevur ábyrgdina av.
Stk. 2 Sjóvar havn skal bøta um teir skaðar, ið stava frá illveðri, vanligum sliti og/ella elli.
§ 5 Um leigarin ikki eigur bát, táið hann fær bátaplássið, skal hann ogna sær bát, áðrenn ½ ár er umliðið frá tí, at hann hevur fingið boð um, at hann hevur fingið bátapláss.
Stk. 2 Um bátaeigarin selur bát sín, skal hann beinanvegin skrivliga boða Sjóvar havn frá hesum.
Stk. 3 Hevur leigarin ikki, áðrenn ½ ár frá søludegnum av bátinum at rokna, fingið sær annan bát, er nýtslurætturin til bátaplássið fallin burtur, og Sjóvar havn letur øðrum bátaeigara tað.
Stk. 4 Um bátaeigari í meira enn ½ ár ikki hevur nýtt bátaplássið til egnan bát, hevur
Sjóvar havn rætt at siga upp leigumálið, og lata øðrum umsøkjara bátaplássið.
Stk. 5 Bátaeigari, sum ætlar at keypa størri/minni bát, skal skrivliga søkja Sjóvar havn um størri/minni bátapláss. Umsókn um broyting av bátaplássi verður tillutað eftir aldrinum á umsóknini.
§ 6 Um bátaeigarin ikki fer at nýta plássið í 30 samanhangandi dagar ella meira, hevur hann skyldu til beinanvegin at boða Sjóvar havn frá hesum.
Stk. 2 Sjóvar havn hevur rætt til at lata onnur nýta bátaplássið, uttan at bátaeigarin fær leiguna endurgoldna fyri tað tíðarskeiðið.
§ 7 Bátaeigarin kann uppsiga bátaplássið aftur til tann 1. í einum mánaði.
§ 8 Um Sjóvar havn skal brúka økið til okkurt annað, ella um neyðugt verður at flyta bátaplássini av øðrum orsøkum, hevur Sjóvar havn rætt til at taka bátaplássið aftur við 3 mánaða varningi.
§ 9 Leiga verður goldin samsvarandi teimum til eina og hvørja tíð galdandi leigugjøldum fyri bátapláss við Sjóvar havn.
§ 10 Hóast Sjóvar havn hevur 3 mánaða uppsagnartíð, kann Sjóvar havn, eftir skrivliga varningin, taka plássið aftur, um reglugerðin verður brotin. Brot á reglugerðina kann fevna um, men er ikki avmarkað til:
Stk. 2 Um leiga ikki er goldin 7 gerandisdagar eftir gjaldingarfalsdagin, og leigarin hevur goldið eftirstøðuna áðrenn 10 gerandisdagar eftir, at at eigarin hevur sent honum bræv við kravi um gjalding av eftirstøðuni, og hevur gjørt greitt, at bátaplássið verður tikið aftur um eftirstøðan ikki verður goldin sum ásett.
Stk. 3 Um leigari ikki aktar boð frá Sjóvar havn ella umsjónarmanni í tænastu hennara, eisini um hesin ynskir at báturin verður fluttur í annað pláss, støðugt ella fyri eitt styttri tíðarskeið.
§ 11 Um bátaeigarin flytur úr Sjóvar kommunu, verður bátaplássið tikið aftur uttan varning.
§ 12 Tá ið bátaplássið er latið/tikið aftur, hevur bátaeigarin skyldu til at flyta bátin. Verður hetta ikki gjørt, verður báturin tikin upp á land fyri bátaeigarans rokning.
§ 13 Reglugerðin kemur í gildið hin 1. mars 2024.
Reglugerð fyri bátaplássini á landi
§ 1 Reglugerðin er galdandi fyri bátar og vognar í økjum, sum Sjóvar havn varðar av í Sjóvar kommunu, og sum eru tiknir upp og standa á bátaplássunum í Sjóvar kommunu.
§ 2 Ongin bátur ella annað má setast á ella flytast av bátaplássunum uttan fyrst at hava boðað Sjóvar havn frá hesum. Eigarar skulu boða Sjóvar havn frá í hvørjum einstøkum føri.
§ 3 Bátaeigarin hevur skyldu til støðugt at halda økið kring bátin reint og ruddiligt, meðan báturin stendur á økinum.
§ 4 Bátaeigarin hevur skyldu til at skipa so fyri, at hetta sama økið er reint og ruddiigt, tá ið báturin er farin av økinum aftur.
§ 5 Bátaeigarin hevur treytaleyst ábyrgdina av egnum báti, eisini av at skora er nóg væl uppundir hann, meðan hann stendur uppi á landi.
§ 6 Bátar kunnu standa ókeypis á nevndu økjum frá 1. oktobur til 30. apríl. Tað sum eftir er av árinum – frá 1. mai til 30. september – verður goldið soleiðis:
- Drúgvari enn 18 dagar gjalda 50 krónur fyri hvønn dagin omanfyri 18 dagar. Dagurin, tá ið báturin verður settur í bátastøðuna á landi, og dagurin tá ið hann verður fluttur/sjósettur aftur telja við í hesi uppgerðini
- Færri enn 18 dagar – onki gjald
- Tómir vognar/stólar sum standa á havnaøkinum gjalda krónur 25,- um dagin alt árið
§ 7 Er tørvurin á bátaplásum á landi størri enn útboðið, kann Sjóvar havn avmarka tíðarskeiðið fyri, hvussu leingi bátarnir kunnu standa á bátaplássunum, og hevur fulla heimild til at krevja bátarnar fluttar av økinum við 14 daga varningi.
§ 8 Um bátaeigarin flytir úr Sjóvar kommunu, hevur hesin skyldu til alt fyri eitt at flyta bátin av útvegaða bátaplássinum hjá Sjóvar kommunu.
§ 9 Bátavognar/stólar sum standa á havnaøkinum, skulu vera merktir við navni eigarans. Vognar/stólar, sum ikki eru merktir, verða fluttir av økinum og seinni burturbeindir, um eigarin ikki ger vart við seg.
§ 10 Tað er ikki loyvi at seta onnur ting á havnarøkið uttan loyvi frá Sjóvar havn.
§ 11 Henda reglugerð er partur av leigusáttmálanum ímillum Sjóvar havn og leigaran av bátaplássinum. Brot á hesa reglugerð kann viðføra, at leigusáttmálin verður settur úr gildi ella uppsagdur. Reglugerðin kemur í gildið tann 1. mars 2024.