Reglugerð

Dagstovnurin á Strondum er ein kommunalur stovnur, góðkendur við heimild í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt nr. 67 frá 10. mai 2000, seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006.

Reglugerð fyri dagstovnin

§ 1. Kommunalur stovnur
Dagstovnurin á Strondum er ein kommunalur stovnur, góðkendur við heimild í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt nr. 67 frá 10. mai 2000, seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006.

§ 2. Endamál stovnsins
Stk. 1. Endamál stovnsins er gerandisdagar í dagtímunum at hava umsorgan fyri, menna og menta børn í aldrinum  10 mánaðir til og við 2. flokk, ið hava bústað í Sjóvar kommunu. Stovnurin verður rikin í einum kristnum anda, í tryggum umhvørvi og á námsfrøðiligan fullgóðan hátt.

Stk. 2. Javnstillað við 1. stk., er endamál stovnsins at samskipa tiltøk fyri børn, sum av fysiskum, sálarligum og sosialum orsøkum hava tørv fyri meiri stuðli enn tí, sum heimið megnar at geva.

§ 3. Foreldraráð
Stk. 1. Fyri stovnin skal veljast eitt foreldraráð, sum skal verða bindilið millum foreldur/verja og stovn. Ráðið skal á ein positivan hátt arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið millum foreldrini/verjarnar, stovnin og kommununa.

Stk. 2. Leiðarin tekur stig til, at eitt ráð verður sett. Í ráðnum skulu vera 3 – 5 limir, sum verða valdir fyri tvey ár. Fyri hvønn lim verður ein varalimur valdur.

Stk. 3. Ráðið skal verða umboðað av foreldrum/verjum, sum hava børn á stovninum.

Stk. 4. Kommunan ger viðtøkur fyri virksemi ráðsins.

§ 4. Setanarviðurskifti og uppgávubýti
Stk. 1. Til tess at røkja dagligu leiðslu stovnsins, setir kommunan ein leiðara og ein varðaleiðara við námsfrøðiligari útbúgving. Setanarbólkur við dagstovnaleiðaranum, varaleiðaranum, álitisfólkinum og formanninum, ella øðrum umboði í Trivnaðar- og mentanarnevndini, setir fólk í starv og sigur fólk úr starvi. Størvini skulu lýsast leys alment. Fólk, ið verða sett í starv eftir hesi reglugerð, verða lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Pedagogfelagið.

Stk. 2. Stovnurin er opin í dagtímunum mánadag til fríggjadag, men kommunan kann eftir tilmæli frá barnaverndarnevndini geva loyvi til, at stovnurin kann hava opið alt samdøgrið ella í vikuskiftunum sambært § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000, seinast broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 30. apríl 2018, um dagstovnar og dagrøkt.
Leiðarin skal hava boð innan 1. juni, nær barnið skal í summarfrí. Barnið skal hava frí minst fýra vikur um árið, harav tríggjar vikur eru samanhangandi um summari og ein vika um veturin.

Stk. 3. Leiðarin hevur ábyrgdina av námsfrøðiligu leiðslu stovnsins og stendur fyri dagliga rakstrinum í samstarvi við kommununa.

Stk. 4. Sjóvar kommuna ger upptøkureglur, sum skulu góðkennast av landsstýrismanninum sambært § 4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 10 mai 2000, seinast broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 30. apríl 2018, um dagstovnar og dagrøkt.

Stk. 5. Leiðarin hevur ábyrgdina av, at gjaldið, ið foreldrini skulu lata, verður kravt og førir leiðarin í samstarvi við annað starvsfólk hjáverubók, har tað hvønn dag verður sagt frá, hvørji børn eru komin.

Stk. 6. Leiðarin førir høvuðsbók við upplýsingum um tey børn, ið eru upptikin á stovninum, navn teirra og aldur, foreldur/verjar, og hvussu leingi tey vóru á stovninum og um orsøkina til, at tey fóru av stovninum.

Stk. 7. Leiðarin skipar fyri arbeiðsætlanum, frítíðarætlanum, sjúkraseðlum o.s.fr.. Uppsøgn av starvsfólki verður framd í trá við tær til eina og hvørja tíð galdandi reglur.

Stk. 8. Leiðarin hevur ábyrgd av, at óregluligar avgerðir ikki verða tiknar á stovninum. Um kommunan tekur avgerð, ið eftir uppfatan leiðarans er í stríð við galdandi reglur so sum sáttmála o.t., hevur leiðarin skyldu til at boða kommununi frá hesum. Um kommunan ikki er samd við leiðaranum hesum viðvíkjandi, kann avgerð kommununnar kærast til Føroya Kærustovn.

Stk. 9. Er talan um størri útveganir, fer keypið fram eftir, at tilboð eru fingin til vega og løgd fyri  kommunustýrið til støðutakan.

 Stk. 10. Er talan um størri útreiðslur, sum ikki eru innan fyri góðkendu fíggjarætlan, skulu útreiðslurnar ikki berast uttan góðkenning frá Sjóvar kommunu.

§ 5. Fíggjarætlan
Tað áliggur leiðaranum, saman við kommunalu fyrisitingini, at gera uppskot til fíggjarætlan, sum verður løgd fyri kommunustýrið til viðmerkingar og góðkenningar. Kommunan velur ríkisgóðkendan ella skrásettan grannskoðara fyri stovnin.

§ 6. Uppsagnargrund
Stk. 1. Um eftirstøðan fyri at hava barn á stovninum fer upp um tríggjar mánaðir, kann stovnurin avgera at siga plássið upp.

Stk. 2. Um barn er á bíðilista, hvørs tørvur verður mettur hægri enn tørvurin hjá upptiknum barni, er tað ikki uppsagnargrund.

§ 7. Kommunustýrið fyri Sjóvar kommunu kann broyta hesa reglugerð.

Reglugerðin er góðkend av kommunustýrinum fyri Sjóvar kommunu tann 27. mars 2023

Viðtøkur fyri foreldraráðið fyri Lítlafløtt

Sambært Løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, § 3, verður foreldraráð valt.

§ 1 Endamál
 
Endamál foreldraráðsins er at fremja áhugamál foreldranna við dagstovnin og skal arbeiða positivt fyri at styrkja um samstarvið ímillum heim, foreldur, stovnin og kommununa.

Foreldraráðið skal virka fyri trivnaði millum børn, foreldur, starvsfólk og stovnin.

§ 2 Heiti

Foreldraráðið fyri Lítlafløtt

§ 3 Foreldraráðslimir

Í ráðið kunnu veljast øll, sum hava børn á stovninum, undantikin eru tó starvsfólk á stovninum.

§ 4 Atkvøðurættur

Foreldur ella verji hava eina atkvøðu hvør.

§ 5 Ráðið

Í foreldraráðnum skulu vera 5 limir, sum verða valdir fyri 2 ár í senn. Fyri hvønn lim verður ein varalimur valdur. Allar eindir á stovninum skulu verða umboðaðar.

Ráðið skal vera umboða av foreldrum, sum hava børn á dagstovninum. Fer barn hjá ráðslimi av stovninum, tekur varalimur sæti í ráðnum.

Ráðið skipar seg sjálvt við formann, næstformanni og skrivara.

Skrivarin skrivar fundarfrásøgn í gerðabók, sum verður undirskrivað av ráðlimunum eftir fundin ella á fyrstkomandi ráðsfundi.

§ 6 Fundir

Foreldraráðið kemur saman minst eina ferð um ársfjórðingin. Á fyrsta fundi verður avtalað, nær fundirnir skulu verða.

Umboð fyri foreldraráðið, stovnsleiðsluna og Trivnaðarnevndina hava fundir við felags áhugamálum á einum av teimum føstu fundunum, minst tvær ferðir um árið.

§7 Foreldrafundur

Foreldrafundur er hægsti mynduleiki í øllum viðurskiftum ráðsins.

Foreldrafundur verður hildin á heysti hvørt ár, við hesi dagsskrá:

1. Frásøgn frá stovnsleiðaranum frá farnað ári

2. Frásøgn frá foreldraráðnum

3. Val av limum og varalimum til foreldraráðið

4. Viðgerð av innkomnum málum

5. Ymiskt

Uppskot, sum skulu viðgerðast á foreldrafundi skulu skrivliga vera ráðsformanninum í hendi seinast 14 dagar fyri fundin.

Foreldrafundurin er viðtøkuførur, tá minst helvtin av barnatalinum er umboðað.

Foreldrafundur verður annars hildin, tá helvtin av ráðslimunum, leiðarin, minst 5 av foreldrunum ella kommunan ynskja tað.

§ 8 Samráðingar

Ráðið er lið millum foreldur, stovnsleiðara, nevnd og kommununa.

§ 9 Ábyrgd limanna

Hvør limur í ráðnum hevur tagnarskyldu um øll viðkomandi viðurskifti, sum hann fær kunnleika um á ráðsfundi ella á annan hátt. Tagnarskyldan er eisini galdandi eftir at limur er farin úr ráðnum. Hvør ráðslimur skal undirskriva eina váttan um tagnarskyldu.

Samtykt á kommunustýrisfundi 26. feb. 2007

Sjóvar kommuna
Malena Thomsen, borgarstjóri

Send boð til Sjóvar kommunu