Ansing

Tilsamans er pláss fyri 150 vøggustovu-, barnagarðs- og frítíðarstovubørnum á Lítlafløtti.

Dagstovnurin Lítlifløttur

Mánadagin 6. november 2006 møttu børnini fyrstu ferð í nýggja barnagarðinum, sum kommunan hevur latið bygt norðan fyri bygdahúsið á Strondum. 

Fyrst í mai 2008, lat nýggj frítíðarstova upp. Frítíðarstovan er partur av Lítlafløtti, og stendur beint oman fyri bygdahúsið. Sostatt eru umstøðurnar viðv. barnaansing í Sjóvar kommunu sera góðar, bæði við hølum og uttanumøki.

Hin 2. sep. 2019 lótu tríggjar nýggjar vøggustovur upp.

Tilsamans er pláss fyri 150 børnum á Lítlafløtti.

Leiðari á Lítlafløtti er Sóleyð D. Joensen.

Kommunan hevur síðani 1988 havt eina dagrøktarskipan. Henda skipanin varð niðurløgd, tá dagstovnurin bleiv tikin í nýtslu.Send umsókn

Sí eisini heimasíðuna hjá Lítlafløtti: www.litliflottur.fo

Send boð til Sjóvar kommunu