Oljutangi
Skalt tú skifta oljutangan?
11. september í 2018 kom nýggj kunngerð um at fyribyrgja dálking av oljutangum. Tíðarfreist er á nær ymiskir tangar skulu vera skiftir - hetta sæst í § 11, 12 og 13 í kunngerðini.
Nýggir oljtangar skulu hava góðkenning frá kommununi áðrenn teir verða tyrvdir.
Umráðandi er at kunna seg um krøvini áðrenn tangin verður skiftur - hetta sæst á leinkjunum niðanfyri.