Upptøka

Barnaansingin í Sjóvar kommunu er fyri børn í aldrinum 6 mánaðir til og við 2. flokk.

Upptøkureglur til dagstovnin Lítlafløtt

1. Barnaansingin í Sjóvar kommunu er fyri børn í aldrinum 10 mánaðir til og við 2. flokk.

2. Foreldur/verjar, ið hava í hyggju at flyta til Sjóvar kommunu, kunnu skriva barnið á bíðilistan seks mánaðir áðrenn flutt verður til kommununa. Ættleidd børn kunnu koma á bíðilistan tá foreldur, ið ættleiða, kunnu vísa váttan, at teimum er ávíst serstakt barn. Fyri at fáa stovnspláss skal barnið og minst annað av foreldrunum/verjunum vera skrásett búgvandi í Sjóvar kommunu.

3. Kommunan kann í serligum førum gera undantak frá gr. 1 og 2, tá barnaverndarnevndin hevur givið sítt tilmæli. Tá verður skrivlig avtala gjørd við avvarandi kommunu har barnið er búsitandi.

4. Børn við serligum tørvi koma framum á bíðilistanum í teimum førum barnaverndarnevndin hevur givið eina nágreiniliga lýsing av støðuni hjá barninum.

5. Foreldur/verjar, sum flyta til kommununa, fáa tryggjað pláss til børn teirra frá fyrsta degi. Kommunan veitir endurgjald fyri vantandi ansing til tey foreldur, sum hava henda rættin.

6. Søkja foreldur um upptøku av barni teirra, hevur kommunan ikki loyvi at sýta teimum upptøku um pláss er á stovninum.

7. Øll, sum søkja um pláss, fáa skrivligt svar frá umsitingini við fráboðan um, nær umsóknin er móttikin, hvat nummar barnið er á bíðilistanum og nær barnið væntandi kann fáa pláss.

8. Tá pláss er tøkt, skal fyrsta barnið á bíðilistanum hava tilboð um pláss. Tó kann aldursbýti verða tillagað stovninum. 

9. Foreldur/verjar kunnu innan ein 1. ella 15. í mánaðinum søkja um, at barnið fær farloyvi frá stovninum í upp til eitt ár í senn, við trygd fyri, at barnið fær pláss aftur á stovninum, tá farloyvistíðin er úti. Treytin fyri farloyvi er, at barnið er burtur frá stovninum í minsta lagi seks mánaðir. Í serligum førum kann víkjast frá hesum treytum.

10. Tá barnið gevst á stovninum, skal skrivlig uppsøgn gevast innan ein mánaða, pr. ein 1. ella 15. í mánaðinum.

11. Foreldur kunnu kæra avgerðir um upptøku til Trivnaðar- og mentanarnevndina í Sjóvar kommunu.

12. Avtala við aðra kommunu:

  • heimstaðarkommunan hjá barninum rindar útreiðslurnar tilsvarandi Sjóvar kommunu
  • er avtala tíðaravmarkað, skal skrivlig avtala gerast kommununar millum

Samtykt á kommunustýrisfundi hin 27. mars 2023

Send boð til Sjóvar kommunu