Svartatalva

Undantaksloyvi til taðing
Vísandi til kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing, §6, stk.3, verður undantaksloyvi givið at taða á hesum støðum: Fossagøta norður, Fossagøta suður, suður frá Fossagøtu "uppdyrkingarvegurin", frá rulluportrinum í Kolbeinagjógv norður til húsið hjá Joen Karl, frá Garðsáum norður til rulluportrið í Morskranesi, frá rulliportrinum í Morskranesi suður til vendiplássið við Urðará, frá vendiplássinum við Urðará til Garðsáir, frá Graðsáum norður til stykkið hjá Bergur og frá Garðsáum suður til rulluportrið.
Sjóvar kommuna

Undantaksloyvi til taðing
Vísandi til kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing, §6, stk.3, verður undantaksloyvi givið at taða matr. nr. 105a, norðan fyri Morskranes.
Á hjáløgdu mynd verður víst, hvar taðað verður (oman- og niðan fyri Selatraðarvegin á matr.nr. 105a).
Upplýst er eisini, at í mesta lagi 62,5 t/ha verða sproytað á økinum og, at hvør bilur tekur 37 tons.
Sjóvar kommuna