Kommunustýrisskipan
Kommunustýrisskipan fyri Sjóvar kommunu 2025-2028
Evnisyvirlit:
1. Kommunustýrið
2. Borgarstjórin
3. Almenni
4. Val av nevndum og vanligar reglur fyri virki teirra
5. Fíggjarnevndin
6. Hinar føstu nevndirnar
7. Fíggjarliga fyrisiting komununnar
8. Broytingar í reglugerðini o.a.
1. Partur Kommunustýrið
§ 1 Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur 7 limir, ið verða valdir eftir reglum í kommunalu vallógini.
§2 Samsvarandi reglum í kommunustýrislógini velur kommunustýrið ein borgarstjóra og ein varaborgarstjóra.
Stk. 2. Um borgarstjórin av eini ella aðrari orsøk hevur forfall, røkir varaborgarstjórin borgarstjórastarvið. Berst borgarstjóranum frá at røkja starv sítt í meir enn 14 samfullar dagar, skal borgarstjórin boða kommunustýrinum frá hesum.
Men varir fráveran longri enn 2 mánaðar, skal kommunustýrið velja fyribils borgarstjóra í hansara stað.
§ 3 Berst limi frá at møta vegna heilsustøðu, kunnu teir limir, ið eru valdir á viðkomandi valevnislista, krevja, at tiltakslimur fær fundarboð.
Stk. 2.Berst limi av ávísum orsøkum væntandi frá at røkja starv sítt í meira enn 14 samfullar dagar, skal borgarstjórin hava boð og síðani geva tiltakslimi boð.
Stk. 3. Berst limi frá at møta á fyrsta fundi í nývalda kommunustýrinum (skal vera fullmannað) ella við aðru viðgerð av fíggjarætlanini, kann verða kravt, at tiltakslimur hansara fær fundarboð.
Stk. 4. Er eingin limur at seta fram krav sbr. stk. 1 og 2, kann tiltakslimur sjálvur krevja at fáa fundarboð.
Stk. 5. Kommunustýrið ger av, um treytirnar fyri innkallan av tiltakslimi eru loknar / til staðar.
§ 4 Kommunustýrið samtykkir eina fundarskipan fyri kommunustýrisfundir.
§ 5 Kommunustýrið tekur avgerð um, nær og hvar vanligir kommunustýrisfundir skulu vera, og við byrjanin av hvørjum álmanakkaári verður hetta kunngjørt á tann hátt, ið vanliga verður nýttur í kommununi. Kommunustýrið hevur almennan fund vanliga einaferð um mánaðin.
Stk. 2. Eykafundir verða hildnir, tá ið borgarstjórin heldur tað vera neyðugt, ella um 1/3 av limunum krevja tað. Borgarstjórin ger av, nær og hvar eykafundirnir skulu vera, og um høvi er til tess, verða hesir almannakunngjørdir.
§6 Limur hevur rætt at fáa skjalainnlit í málum, har tilfar í endaligum skapi er til skjals í kommunalu fyrisitingini. Umsókn um skjalainnlit skal stílast til borgarstjóran við tilskilan um hvørji skjøl talan er um. Borgarstjórin kann avmarka rættin til skjalainnlit í tí vavi, tað er neyðugt við atlitið til málsavgerðina ella møguligan ampa, tað kann hava við sær.
§ 7 Kommunustýrið setir fólk í starv og sigur fólk úr starvi.
Tá fólk verður sett í starv hjá kommununi, skal kommunustýrið hava tilmæli frá setanarbólki ella fíggjarnevnd.
Starvsfólk á dagstovninum Lítlafløtti verða sett í starv og søgd úr starvi av einum setanarbólki við dagstovnaleiðaranum, varaleiðaranum, álitisfólkinum og forfólkinum ella øðrum umboði í Trivnaðar- og umhvørvisnevndini. Undantikið hesum er leiðslan á stovninum, sum verður sett í - og søgd úr starvi av kommunustýrinum.
§ 8 Kommunustýrislimur fær fasta árliga samsýning fyri 27 fundir millum 3 og 5 tímar sambært Kunngerð nr. 93 frá 9. september 2014 um samsýning o.a. sambært kommunustýrislógini.
2. Partur
Borgarstjórin
§ 9 Borgarstjórin fyrireikar kommunustýrisfundirnar og sendir fundarboð. Skrivlig fundarboð saman við eini kunning um, hvørji mál koma fyri, eiga at verða send limunum minst 4 arbeiðsdagar frammanundan fundi.
Stk. 2.Borgarstjórin skal eisini bera so í bandi, at tær upplýsingar, ið eru fingnar til vega málinum viðvíkjandi, verða lagdar fram til eftirlit fyri limunum eitt hóskandi tíðarskeið undan fundinum, so at limirnir kunnu gera sær eina sjálvsmeting um hesi mál.
Stk. 3. Borgarstjórin leiðir kommunustýrisfundirnar, og ansar eftir, at samtyktirnar verða førdar í gerðabókina, sum við fundarlok verður víst á skermi ella lisin upp og undirskrivað av øllum teimum luttakandi.
§ 10 Borgarstjórin ansar eftir, at samtyktir kommunustýrisins verða framdar.
Stk. 2. Kommunustýrisins vegna kann borgarstjórin taka støðu til dagsins vanligu mál, ið ikki kunnu bíða og ikki eru ivamál.
§ 11 Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini. Hann ger av, hvørji mál skulu í nevnd, og hvørja nevnd tey skulu í.
Stk. 2. Borgarstjórin ansar eftir, at einki mál liggur á láni, og nevndirnar hava skyldu til at greiða honum frá teim málum, tær hava við at gera, og hvussu tað liggur fyri við at avgreiða tey. Um tað er neyðugt, ger hann reglur fyri, hvussu málini skulu verða avgreidd.
Stk 3. Borgarstjórin hevur eftirlit við, at mál, ið krevur kommunustýrisins avgerð, verða løgd fyri kommunustýrið saman við neyðugum ummælum.
Stk. 4. Borgarstjórin ansar eftir, at øll mál, ið hoyra undir málsøkið hjá eini nevnd, verða send henni til viðgerðar, áðrenn tey verða viðgjørd av kommunustýrinum.
Stk. 5. Borgarstjórin kann kalla limirnar í eini ella fleiri nevndum saman til felags umrøðu av málum, ið hava felags áhuga.
Stk. 6. Borgarstjórin tekur sær av teim málum, ið ikki krevja nevndarviðgerð.
§ 12 Borgarstjórin fær samsýning samsvarandi Kunngerð nr. 93 frá 9. september 2014 um samsýning o.a. sambært kommunustýrislógini. Borgarstjórin verður løntur eftir galdandi lønartalvu samb. avtalu millum Fíggjarmálastýrið og Tænastumannafelag Landsins. Kommunustýrið avgerð setanarbrøkin hjá borgarstjóranum.
Stk. 2. Umframt samsýning fær borgarstjórin eftirløn v.m. samsvarandi Kunngerð nr. 93 frá 9. september 2014 um samsýning o.a. sambært kommunustýrislógini.
Stk. 3. Vísandi til 10, stk. 3. í Kunngerð nr. 93 frá 9. september 2014 um samsýning o.a. sambært kommunustýrislógini, fær borgarstjórin ikki fundar- og aðrar samsýningar. Tó fær borgarstjórin allar útreiðslur í samband við ferðing og umboðan av kommununi endurgoldnar samsvarandi reglum, sum eru galdandi fyri tænastumenn landsins.
Stk. 4. Kommunustýrið ásetur samsýningina til varaborgarstjóra.
3. Partur
Almenni
§ 13 Kommunustýrisfundir eru almennir, tó kann borgarstjórin ella 1/3 av kommunustýrinum gera av, at mál, sum t.d. persónsmál, skulu verða fyri afturlatnum hurðum.
Stk. 2. Kommunustýrið kann loyva starvsfólki ella øðrum fólki at fylgja málsviðgerðini fyri afturlatnum hurðum til tess at fáa upplýsingar í málinum við fyriliti fyri reglum um tagnarskyldu.
Stk. 3. Kommunustýrið skal kunna borgararnar um ta endaligu fíggjarætlanina og ásannandi roknskapin við viðmerkingum. Yvirlit yvir tey mál, ið koma fyri á fundi, eins og úrrit úr gerðabókini fyri seinasta fund, skulu verða almannakunngjørd við fyriliti fyri reglunum um tagnarskyldu.
4. Partur
Val av nevndum og vanligar reglur fyri virki teirra o.a.
§ 14 Til at taka sær av beinleiðis fyrisitingini av viðurskiftum kommununnar verða skipaðar ein fíggjarnevnd og ein ella fleiri aðrar fastar nevndir.
Stk. 2. Kommunustýrið velur limir í tær nevndir, stjórnir og tílíkt, har kommunustýrið ella kommunan sambært øðrum fyriskipanum skal verða umboðað.
Stk. 3. Val av limum og tiltakslimum í fastar nevndir v.m. fer fram á skipanarfundinum og beint aftaná valið av borgarstjóra og varaborgarstjóra. Valið fer fram eftir lutfalsháttinum sbr. § 3 í Løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri. Verður avgjørt at velja av nýggjum, stendur øll nevndin fyri vali.
§ 15 Kommunustýrið kann seta serstakar ráðgevandi nevndir, ið skulu taka sær av ávísum málum ella gera fyrireikandi ella ráðgevandi arbeiði fyri kommunustýrið, fíggjarnevndina ella hinar føstu nevndirnar, og ásetur nærri reglur um virksemi, virkisskeið og manning.
§ 16 Nevndirnar verða mannaðar og umsita tey mál, ið hoyra undir teirra arbeiðsøki, í samsvari við samtyktu fíggjarætlanina saman við avgerðum kommunustýrisins samsvarandi kommunustýrisskipanini og teim reglugerðum o.ø., ið kommunustýrið hevur gjørt.
§ 17 Nevndirnar skipa seg sjálvar sbr. § 38, 1,2 og § 28,1 í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri. Nevndarforfólkið gevur fundarboð og fyrireikar nevndarfund.
Stk. 2. Nevndarforfólkið ansar eftir, at farið verður fram eftir nevndarsamtyktum. Nevndarforfólkið kann taka avgerð í málum, ið ikki tola at bíða, ella har eingin orsøk er til iva. Tó skal borgarstjórin kunnast, áðrenn avgerð verður tikin, uttan so, at tað snýr seg um avgerð, sum kommunustýrið hevur latið nevndarforfólkinum til avgerðar.
Stk. 3. Nevndarviðgerð fer fram á nevndarfundum. Nevndarfundur er viðtøkuførur, tá ið minst helvtin av limunum eru á fundi. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta.
§ 18 Hvør nevnd hevur sína gerðabók.
Stk. 2. Nevndarforfólkið ansar eftir, at samtyktirnar verða førdar í gerðabókina, sum við fundarlok verður víst á skermi ella lisin upp og undirskrivað av øllum teimum luttakandi.
§ 19 Borgarstjórin hevur rætt til at vera hjástaddur á nevndarfundum, tó uttan atkvøðurætt. Hann fær boð um, nær nevndarfundir skulu verða,
§ 20 Ein kommunustýrislimur kann leggja spurning viðvíkjandi arbeiðinum hjá nevndunum fyri kommunustýrið, og nevndirnar skulu geva kommunustýrinum allar tær upplýsingar, tað krevur.
Stk. 2. Við teimum avmarkingum, ið lóggávan fyriskipar, hava nevndirnar í øllum førum at rætta seg eftir avgerðum kommunustýrisins.
§ 21 Um ein viðtøka er gjørd í eini nevnd, kann hvør limur í avvarandi nevnd forða fyri, at viðtøkan verður sett í verk, tá ið hesin á sama fundi í gerðabókina váttar, at hann ynskir málið lagt fyri kommunustýrið til avgerðar. Henda regla hevur tó ikki gildi, tá ið tað snýr seg um avgerðir, sum við lóg eru latnar nevndini upp í hendur.
§ 22 Tað er ikki loyvt nøkrum, sum situr í starvi hjá kommununi, at vera í nevnd, ið hevur við hansara starvsviðurskifti at gera.
Stk. 2 Ein nevndarlimur má ikki fyri viðurlag gera nakað arbeiði fyri tann partin av kommunufyrisitingini, ið verður umsitin av avvarandi nevnd, uttan so at arbeiði er útboðið alment, ella umstøðurnar serstakliga ráða til slíkt, og í seinna føri skal kommunustýrið hava samtykt hetta frammanundan.
§ 23 Fer ein limur í eini nevnd ella stjórn frá í valskeiðinum, har hann er valdur av einum ávísum bólki innan kommunustýrið, verður annar úr sama bólki at seta í hansara stað.
Stk. 2. Hevur nevndarlimur havt forfall í meira enn ein mánaða, kann tann bólkurin, ið hevur valt hann, gera av, at ein annar limur fyribils fær sæti í nevndini.
5. Partur
Fíggjarnevndin
§ 24 Í fíggjarnevndini situr borgarstjórin, ið er nevndarformaður, og tveir aðrir kommunustýrislimir.
Stk. 2. Fíggjarnevndin tekur sær av beinleiðis umsitingini av málum, ið viðvíkja bókhalds- og roknskaparverki og lønar- og starvsfólkaviðurskiftum kommununnar. Tó setir kommunustýrið fólk í starv og sigur fólk úr starvi. Nevndin samskipar og fylgir við fíggjarligu og fyrisitingarligu viðurskiftunum innan kommunala fyrisitingarøkið. Nevndin umsitur ognir, keyp, sølu og burturleigu av ognum, sum kommunustýrið stjórnar. Øll mál, ið snúgva seg um fígging og vanligu fyrisiting kommununnar, skulu – áðrenn tey verða løgd fyri kommunustýrið til samtyktar – hava verið til ummælis hjá fíggjarnevndini.
§ 25 Fíggjarnevndin ansar eftir, at peningaognir kommununnar – íroknaður tann peningur, ið ikki er neyðugur til gjaldingar av dagligu útreiðslunum – verða goymdar á tryggan hátt og eisini soleiðis, at tær geva sum mest av sær.
Stk. 2. Tær peningaognir, ið ikki eru neyðugar at hava til taks í reiðum peningi fyri at greiða dagligu útreiðslurnar, skulu verða settar á konto í peningastovni ella í slík lánsbrøv, sum verða nýtt, tá ið tað snýr seg um ognir hjá ómyndingum.
Stk. 3. Virðisbrøv kommununar skulu – um tey ikki verða tryggjað á annan fullgóðan hátt – fáa átekning um, at tey eru ogn kommunnar, og at eingin hevur ræði á nøkrum virðisbrævi uttan við samtykki kommunustýrisins. Um tað er møguligt, skal átekningin verða skrivað í bók hjá avvarðandi stovni.
Stk. 4. Somu skyldur, sum omanfyri eru tilskilaðar, hevur fíggjarnevndin viðvíkjandi øðrum peningaognum, sum kommunan hevur um hendur.
§ 26 Fyri 1. oktober sendir fíggjarnevndin kommunustýrinum uppskot til fíggjarætlan fyri komandi fíggjarár. Avrit av uppskotinum verður sent Fíggjarmálaráðnum.
Stk. 2. Uppskot til ársfíggjarætlan skal viðgerðast tvær ferðir í kommunustýrinum við í minsta lagi 14 daga millumbili. Fíggjarætlanin skal verða endaliga samtykt í seinasta lagið 1. desember.
Stk. 3. Við hvørjari upphædd á uppskotinum skal verða viðmerkt:
1. tann upphædd, ið verður skotin upp fyri komandi ár.
2. tann upphædd, ið er avsett fyri verandi roknskaparár og
3. tann upphædd, ið er inngoldin ella brúkt í undanfarna roknskaparári.
Um roknskapurin fyri undanfarna ár ikki er lagdur fram, kunnu fyribils tøl úr honum verða nýtt.
Stk. 4. Tær íleggingar- og fíggjarætlanir, ið nevndin hevur gjørt, verða lagdar fram saman við uppskotinum til ársfíggjarætlanina. Við uppskotinum skulu eisini fylgja upplýsingar um tær fíggjarligu broytingar, sum kunnu væntast í komandi roknskaparári.
§ 27 Fíggjarnevndin hevur eftirlit við fyrisitingini av peningi og bókhaldi kommununar. Hon ansar eftir, at inntøkurnar hjá kommununi koma inn rætttíðis, og at møgulig útistandandi skuld verður innkravd. Eisini ansar nevndin eftir, at eftirstøðulistar verða gjørdir og kannar hesar við hóskandi millumbili.
Stk. 2. Fíggjarnevndin ásetur tær reglur, sum kommunala umsitingin hevur at ganga eftir, tá ið tað snýr seg um at siga nevndini frá, um tað í nøkrum føri er farið – ella kann væntast av verða farið – upp um tær einstøku peningaupphæddir á ársfíggjarætlanini ella tær upphæddir, ið játtaðar eru samb. serstakari viðtøku.
Stk. 3. Fíggjarnevndin hevur eftirlit við, at ognarskjøl kommununar, sáttmálar og onnur tílík skriv verða goymd væl og virðiliga og í góðum skili, og at nágreiniligt yvirlit verður ført hesum viðvíkjandi.
4. petti. Fíggjarnevndin ansar eftir, at øll onnur skjøl enn tey í 3. petti nevndu verða goymd á tryggan hátt.
5. petti. Nevndarlimirnir í fíggjarnevndini fáa árliga fasta samsýning fyri 18 nevndarfundir sambært Kunngerð nr. 93 frá 9. september 2014 um samsýning o.a. sambært kommunustýrislógini.
6. partur
Hinar føstu nevndirnar
§ 28 Hesar føstu nevndir skulu verða valdar:
1. Trivnaðar- og umhvørvisnevnd
2. Mentanar- og frítíðarnevnd
3. Tøkni- og býarskipanarnevnd
4. Vinnu- og havnanevnd
Stk. 2. Liminir í teim í stk. 1 umrøddu nevndum verða valdir millum kommunustýrislimir.
§ 29 Nevndirnar ansa eftir, at ikki verður brúktur meira peningur enn avsettur er samb. teim einstøku upphæddunum á ársfíggjarætlanini ella er játtaður við serstakari viðtøku. Um tað er hildið ynskjandi ella neyðugt at játta meira pening, senda nevndirnar – um fíggjarnevndina – kommunustýrinum tilráðing hesum viðvíkjandi. Annars leggja nevndirnar hvørja ætlan, ið kann koma at fáa fíggjarligan týdning fyri kommununa, og sum ikki varð tikin til umhugsunnar við viðgerðina av ársfíggjarætlanini, fyri fíggjarnevndina, ið síðani ger tað við málið, ið neyðugt er.
Stk. 2. Hendir tað, at ein nevnd hugsar um at fremja ætlanir, ið nerta við arbeiðsøkið hjá aðrari nevnd, verða samráðingar at fara fram við hesa ella ummæli fingið frá hesi nevnd, áðrenn ætlanirnar verða settar í verk.
§ 30 Eftir áheitan frá fíggjarnevndini og innan eina tíðarfreist, sum henda nevnd setur, skulu nevndirnar koma við teirra parti av uppskotinum til ársfíggjarætlanina og til gerð av íleggingar- og fíggjarætlanum.
§ 31 Faknevnd sendir – um fíggjarnevndina – kommunustýrinum arbeiðsætlan um bygging ella víðkan av bygningi, vølli ella øki, ið er ogn kommunar, og hoyrir undir arbeiðsøki hennara. Talan er um bygning sum skúla, ítróttarhøll, svimjihøll, barnaansingarstovn, skrivstovubygning o.a., og um ítróttarvøll, fríøki o.a.
Stk. 2. Samsvarandi teirri av kommunustýrinum samtyktu arbeiðsætlan, skipar faknevnd fyri at arbeiðið verður framt samsvarandi reglugerð hesum viðvíkjandi. …UPPSKOT TIL HESA ER VÍST AFTAST
§ 32 Trivnaðar- og umhvørvisnevndin
Trivnaðar- og umhvørvisnevndin hevur tríggjar limir.
Stk. 2. Nevndin umsitur trivnaðar-, umhvørvis- og heilsumál.
Stk. 3. Nevndin umsitur mál, ið viðvíkja dagstovninum Lítlafløtti, t.e. vøggustovur, barnagarðsstovur, frítíðarstova og uttanumøkið, og skipar fyri útvegan av innbúgvi, amboðum og tílíkum til hesi. Nevndin umsitur mál, ið viðvíkja ungdóminum – ungdómshúsinum o.a.
Stk. 4. Nevndin umsitur navnaskelti á gøtum, vegum, torgum, støðum o.ø. Nevndin gevur viðmæli til kommunustýrið í málum viðvíkjandi nøvnum á nýggjum gøtum, vegum o.ø. eftir tilmæli frá serstakari nevnd, bólki e.ø.
Stk. 5. Nevndin umsitur og fyrisitur mál, ið sambært kunngerð um umhvørvisvernd og fyriskipanum, ið eru løgd undir kommununa.
Stk. 6. Nevndin umsitur kunningarmál fyri kommununa.
Stk. 7. Nevndin tekur avgerð í málum, sum ikki eru neyðug at leggja fyri aðra nevnd ella kommunustýrið. Tó kann nevndarlimur, sjálvt um nevndin hevur tikið avgerð í einum máli, krevja, at málið verður lagt fyri aðra nevnd ella kommunustýrið.
Stk. 8. Nevndarlimirnir í Trivnaðar - og umhvørvisnevndini fáa árliga fasta samsýning fyri 18 nevndarfundir samb. Kunngerð nr. 93 frá 9. september 2014 um samsýning o.a. sambært kommunustýrislógini.
Stk. 9. Forfólkið í Trivnaðar- og umhvørvisnevndini fær árliga fasta samsýning fyri 36 nevndarfundir samb. Kunngerð nr. 93 frá 9. september 2014 um samsýning o.a. sambært kommunustýrislógini.
§33 Mentanar- og frítíðarnevndin
Mentanar- og frítíðarnevndin hevur tríggjar limir.
Stk. 2. Nevndin umsitur mentanar- og frítíðarmál. Í tann mun fyriskipaninar í lóggávuni ikki eru til hindurs, hevur nevndin eisini tær heimildir, sum samb. sosialu lóggávuni eru lagdar til kommunustýrið.
Stk. 3. Nevndin fyrisitur stovnar og bygningar hjá kommununi – tó undantikið dagstovnin Lítlafløtt - og kommunalar íbúðir, og skipar fyri útvegan av innbúgvi, amboðum og tílíkum til hesar.
Stk. 4. Nevndin gevur tilmæli til kommunustýrið í málum, har sosiallógir og skúlalógir áleggja kommunustýrinum at geva tilmæli ella taka støðu.
Stk. 5. Nevndin fyrisitur fíggjarviðurskiftini hjá skúlanum, bygdahúsinum, stadion & fríðkan og skipar fyri útvegan av innbúgvi, amboðum og tílíkum. Í samráð við Tøkni- og býarskipanarnevndina skipar nevndin fyri víðlíkahaldi av skúlabygningum, bygdahúsinum, spæliplássinum o.ø.
Stk. 6. Eisini stendur nevndin fyri tiltøkum fyri ung í arbeiði, kvikmynda- og bókasavnsviðurskiftum kommununnar, søvnum, viðalundum, spæliplássum, gøtum og øðrum málum av mentunarligum týdningi í kommununi.
Stk. 7. Eftir gjøllari reglum frá kommunustýrinum stílar nevndin fyri stuðulsjáttanum til feløg, herundir eisini fyri stovnandi tiltøkum til frama fyri slík o.tl.
Stk. 8. Nevndarlimirnir í Mentanar- og frítíðarnevndini fáa árliga fasta samsýning fyri 18 nevndarfundir samb. Kunngerð nr. 93 frá 9. september 2014 um samsýning o.a. sambært kommunustýrislógini.
Stk. 9. Forfólkið í Mentanar- og frítíðarnevndini fær árliga fasta samsýning fyri 36 nevndarfundir samb. Kunngerð nr. 93 frá 9. september 2014 um samsýning o.a. sambært kommunustýrislógini.
§ 34 Tøkni- og býarskipanarnevndin
Tøkni- og býarskipanarnevndin hevur 3 limir.
Stk. 2. Nevndin umsitur kommunalu teknisku málsøkini sum t.d. vatnverk, kloakkir, brandleidningar, gøtuljós, almenn pláss, almenn nátthús, áir og veitir og onnur teknisk viðurskifti, ið ikki hoyra undir aðra nevnd.
Stk. 3. Nevndin umsitur viðlíkahald av øllum bygningum og jarðarognum, tað veri seg traðarognum, urtagarðs- og øðrum jarðarstykkjum og trygging av virðum hjá kommununi.
Stk. 4. Nevndin umsitur øll mál, ið samb. byggilóggávu og lóg um býarskipanir og byggisamtyktir eru løgd undir kommunustýrið.
Stk. 5. Tá arbeiði av teimum í stk. 2, 3 og 4 nevndu økjum skulu setast í verk, sendir nevndin – um fíggjarnevndina – tilmæli til kommunustýrið hesum viðvíkjandi, og skipar fyri, at arbeiði verður framt samsvarandi teirri av kommunustýrinum samtyktu arbeiðsætlan.
Nevndin ansar eftir, at allar umsóknir um bygging og sundurluting verða viðgjørdar eftir galdandi lógum og reglugerðum, og at øll bygging er í samsvari við hesum og við fyriskipanir, ið kommunustýrið hevur samtykt.
Nevndin ansar eftir, at tær viðtøkur og reglugerðir, sum galda fyri nevndu virki, verða fylgdar.
Stk. 6. Nevndin sendir kommunustýrinum tilráðing um keyp ella sølu av føstum ognum og burturleigu í meira enn fimm ár av teimum ognum, sum nevndin umsitur viðlíkhaldið av. Eisini sendir hon eftir áheitan fíggjarnevndini tilmæli viðvíkjandi burturleigu av ognum.
Stk. 7. Nevndin hevur eftirlit við at gingið verður eftir teimum servituttum og deklaratiónum, sum álagdar eru til frama fyri kommununa.
Stk. 8. Skylda kommununar til at reinsa gøtur, vegir og pláss (torg) er løgd til nevndina og leiðir hon hesi arbeiði – eisini tá talan er um kavagrevstur og at beina fyri burturkastinum frá øllum hesum arbeiðum.
Stk. 9. Nevndarlimirnir í Tøkni- og býarskipanarnevndini fáa árliga fasta samsýning fyri 18 nevndarfundir samb. Kunngerð nr. 93 frá 9. september 2014 um samsýning o.a. sambært kommunustýrislógini.
Stk. 10. Forfólkið í Tøkni- og býarskipanarnevndini fær árliga fasta samsýning fyri 36 nevndarfundir samb. Kunngerð nr. 93 frá 9. september 2014 um samsýning o.a. sambært kommunustýrislógini
§ 35 Vinnu- og havnanevndin
Vinnu- og havnanevndin hevur 3 limir.
Stk. 2. Nevndin umsitur havnirnar og skipar fyri teimum arbeiðum, sum skulu verða gjørd í hesum sambandi. Sama er galdandi fyri kommunalar bygningar og annan útbúna og ognir, ið hoyra havnunum til.
Stk. 3. Nevndin umsitur vinnuøki í samráð við Tøkni- og býarskipanarnevnd.
Stk. 4. Nevndin umsitur vinnulig áhugamál hjá kommununi.
Stk. 5. Nevndarlimirnir í Vinnu- og havnanevndini fáa árliga fasta samsýning fyri 18 nevndarfundir samb. Kunngerð nr. 93 frá 9. september 2014 um samsýning o.a. sambært kommunustýrislógini
Stk. 6. Forfólkið í Vinnu- og havnanevndini fær árliga fasta samsýning fyri 36 nevndarfundir samb. Kunngerð nr. 93 frá 9. september 2014 um samsýning o.a. sambært kommunustýrislógini
7. partur
Fíggjarliga fyrisiting komununnar
§ 36 Uppskot fíggjarnevndarinnar til ársfíggjarætlan skal kommunustýrið viðgera tvær ferðir, og skulu minst 14 dagar vera ímillum hvørja viðgerð. Við 2. viðgerð kannar og samtykkir kommunustýrið hvørja konto sær í uppskotinum. Løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri.
Stk. 2. Viðgerðin av uppskotinum til ársfíggjarætlan skal fara fram eftir 1. oktober, og endalig avgerð skal vera tikin í seinasta lagið 1. desember. Løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri.
Stk. 3. Tá ið kommunustýrið endaliga hevur samtykt ársfíggjarætlanina, er hon bindandi fyri, hvussu stórur kommunuskattur skal verða álíknaður og fyri umsiting kommununnar sum heild komandi árið.
§ 37 Kommunustýrið hevur fíggjarræðið yvir kommununi. Tiltøk, ið bera við sær útreiðslur, sum ikki varð roknað við, tá ársfíggjarætlanin varð gjørd, mugu ikki verða sett í verk, fyrr enn kommunustýrið hevur játtað neyðuga peningsveitan sum eykajáttan. Løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri.
Stk. 2. Um tørvur er á tí, kunnu tiltøk, sum eru kravd í lóg ella aðrari bindandi fyriskipan, kortini verða sett í verk, uttan at kommunustýrið frammanundan hevur játtað pening, men peningsjáttan má tá verða fingin sum skjótast. Løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri.
Stk. 3. Við hvørja eykajáttan skal verða tilskilað, hvussu tann játtaða útreiðslan skal verða goldin. Um fíggjanin er sovorðin, at loyvi frá landsstýrinum krevst, skal hetta vera fingið áðrenn tiltakið verður sett í verk. Løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri.
§ 38 Kommunustýrið skal taka sær sakkøna grannskoðan, sum skal verða góðkend av landsstýrinum, og sum ikki kann verða sett frá uttan loyvi landsstýrisinis.
Stk. 2. Grannskoðanin skal fata um allan roknskap, sum er lagdur undir kommunustýrið. Hon skal ansa eftir, at ársroknskapurin er samsvarandi avgerð kommunustýrisins, galdandi lóggávu og fyriskipanum.
Stk. 3. Tá fráboðanir og uppgerðir viðvíkjandi roknskaparviðurskiftum, sum kommunustýrið skal senda landsstýrinum ella øðrum almennum stovni, verða grannskoðaðar, skal grannskoðanin ansa eftir teimum serligu fyriskipanum, sum eru gjørdar fyri hesi.
Stk. 4. Grannskoðanin skal gera viðmerking, um hon heldur, at roknskapurin ikki samsvarar við samtyktir kommunustýrisins, ella galdandi lógir og fyriskipanir eru ikki hildnar.
Stk. 5. Á ársroknskapinum skal grannskoðanin vátta, at roknskapurin er grannskoðaður í samsvari við tær reglur, sum ásettar eru í grannskoðarareglugerð, sum landsstýrið hevur góðkent.
Stk. 6. Kommunustýrið skal úvega grannskoðanini allar tær upplýsingar, biðið verður um.
§ 39 Kommunustýrið ásetur nærri reglur fyri skipan av roknskaparførslu kommununar í eini serligari reglugerð. Reglugerðin verður latin grannskoðanini, sum eisini skal hava boð um allar broytingar, áðrenn tær verða settar í verk.
§ 40 Fíggjarnevndin sendur roknskapin til grannskoðanina. Tá fíggjarnevndin hevur svarað uppá tær av grannskoðanini gjørdu viðmerkingar, og – tá tað snýr seg um viðmerkingar, sum ikki beinleiðis koma undir tað málsøki, sum fíggjarnevndin hevur við at gera – eisini av avvarðandi kommunala mynduleika, tekur kommunustýrið á fundi avgerð viðvíkjandi teimum gjørdu viðmerkingum.
Stk. 2. Eingin kann taka lut í eini avgerð um eina roknskaparviðmerking, sum viðvíkur teirri fyrisiting, har hann sum limur av fíggjarnevnd, aðrari fastari nevnd ella samb. serstakum kommunalum starvi, beinleiðis hevur verið við.
§ 41 Tað er bert loyvt kommunustýrislimum at úttala seg til fjølmiðlarnar kommununnar vegna.
Stk. 2. Um kommunustýrislimur úttalar seg til fjølmiðlarnar kommununnar vegna, skal viðkomandi tryggja sær, at verða nevndur við navni í viðkomandi fjølmiðli.
8. partur
Broytingar í reglugerðini o.a.
§ 42 Henda reglugerð fær gildi dagin eftir, at hon er góðkend av kommunustýrinum.
Uppskot um broytingar og uppískoyti til hesa reglugerð skulu verða viðgjørd á tveimum kommunustýrisfundum, og skulu vera minst 8 dagar ímillum hvønn fundin. Tær samtyktu broytingarnar og uppískoytini verða send landsstýrinum til góðkenningar.
Samtykt á kommunustýrisfundi 27. februar 2025
REGLUGERÐ UM ARBEIÐSGONGD VIÐ BYGGING
Faknevnd vísir kommunustýrinum – um fíggjarnevndina – á tørv í ávísum býarparti á bygging ella víðkan av skúla, kommunalum barnaansingarstovni, eldrasambýli, ellis- ella umlættingarheimi, skrivstovubygningi, kommunalum virkis- ella goymslubygningi, arbeiðsøki, sethúsa- íbúðar- ella vinnuøki e.ø., ið er ogn kommununnar, og hoyrir undir arbeiðøki hennara.
Stk. 2. Kommunustýrið ásannar tørvin og heitir á faknevnd um at gera arbeiðsætlan.
Stk. 3. Við góðkenning frá Teknisku nevnd, setir faknevnd ópolitiskan arbeiðsbólk við greiðum arbeiðssetningi, at gera uppskot til arbeiðsætlan. Í arbeiðsbólkinum eru byggikøn, brúkarar, fyrisitingarlig umboð faknevndina o.o. ópolitisk.
Stk. 4. Faknevnd sendir kommunustýrinum – um fíggjarnevndina – arbeiðsætlan við tilmæli um at taka undir við hesi og áheitan um at játta pening til málið.
Stk. 5. Samsvarandi teirri av kommunustýrinum samtyktu arbeiðsætlan, skipar faknevnd fyri, at arbeiðið verður framt samsvarandi galdandi lógum og reglum.