Sjálvgreiðsla
Hvat geri eg?
Tá ein flytir bústað, skal tað skrásetast hjá kommununi, sum ein flytir til.
Flytur tú millum bústaðir í Føroyum, kanst tú gera tað á Vanganum ella við at útfylla hetta skjalið.
Flytir tú úr øðrum landi enn Norðurlandi, mást tú koma á kommunuskrivstovuna, har tú skal útfylla eitt skjal.
Ert tú ikki danskur ríkisborgari, er neyðugt at hava uppihaldsloyvi og arbeiðsloyvi við.
Vil tú boða frá skaðadjórum, lyktapela sum ikki lýsur, skøru, skaði á almenna ogn, fullar almennar ruskspannir ella okkurt heilt annað.
So kanst tú gera tað á Vanganum við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
Inni á Vanganum hevur tú eisini møguleika at vísa á føroyakortinum hvar staði er, sum tú vil geva fráboðan um.
Umsókn og uppsókn av dagstovnaplássi
Í løtuni er eingin bíðilisti at fáa pláss á dagstovni í Sjóvar kommunu.
Tá ein skal hava børn á dagstovn, skal ein tilmelda barnið/børnini við at rita inn á Vangan.fo ella við at fylla frymilin út á heimasíðuni hjá Lítlafløtti.
Meira kunning um dagstovnin, Lítlafløtt, er at finna á heimasiðuni www.litliflottur.fo
Frípláss
Ert tú foreldur, og er tín inntøka lægri enn 370.701 kr. um árið, kanst tú søkja um frípláss til dagstovn. Frípláss er eitt fíggjarligt ískoyti frá kommununi, sum tú fært til dagstovnagjaldið.
Freistin at søkja um fíggjarligt frípláss er 1. juli á hvørjum ári. Tú noyðist at bóka tínum barni pláss á einum dagstovni, áðrenn tú kanst søkja um frípláss.
Tú kanst søkja um frípláss á Vanganum. Tú ritar inn á Vangan við tínum Samleika.
Um tú ikki hevur vangan, kanst tú útfylla hendan frymilin.
Sí eisini her, hvussu stóran part tú kanst fáa sum frípláss.
Ert tú flutt/ur til Sjóvar kommunu, og skalt tilmelda børn til skúlan, skalt tú seta teg í samband við skúlan.
Tú kanst skriva til strandaskuli@skulin.fo ella ringja til tlf 472730.