Reglugerðir

Reglugerð fyri dagstovnin

Tá barnið kemur/fer

Minnist altíð til at boða einum av starvsfólkunum frá, at tit eru komin/farin.

Hetta er neyðugt so at øll kunnu kenna seg trygg, bæði børn, starvsfólk og foreldur.

Umráðandi er eisini, at tit siga okkum, hvussu barnið er fyri tá tit koma um morgunin, um tað hevur sovið væl, etið o.s.fr. Hevur barnið ikki etið, kunnu tit hava morgunmat við, sum barnið kann eta tá tað kemur. Men barnið eigur at hava etið áðrenn tað kemur á stovnin.

Av tí at vit hava ábyrgdina av barninum ímeðan tað er á stovninum, verður barnið ikki latið heim við einum sjónliga ávirkaðum persóni.

Fyri at barnið skal kenna seg trygt hjá okkum, er tað av týdningi, at tey síggja tykkum fara og sleppa at veittra farvæl. Grætur barnið, troysta vit tað. Tit eru altíð vælkomin at ringja, fyri at vita, hvussu støðan er.

Gott er, at tit geva tykkum stundir, tá tit koma eftir barninum.

Til tess at skilja barnið til fulnar, er tað umráðandi, at fáa at vita um broyttar umstøður í familjuni t.d. sjúku ella annað, sum kann hava ávirkan á dagligdagin hjá barninum.

Í frítíðarstovuni skulu foreldrini geva skrivligt loyvi um barnið skal ganga heim einsamalt. Um tað skal heim við øðrum barni, skal starvsfólkið hava boð um hetta heimanífrá.

Tagnarskylda

Við starvssetan skriva øll starvsfólkini undir treytaleysa tagnarskyldu.

Ráðleggingardagar

Starvsfólkini á stovninum hava rætt til 2 ráðleggingardagar um árið til tilrættislegging, skeiðsvirksemi ella annað í samband við arbeiðið. Hesar dagar taka vit ikki ímóti børnum. Dagarnir verða kunngjørdir frammanundan.

Stovnurin er stongdur hesar dagar:

Ólavsøkuaftan og grundlógardagin frá kl. 12.

Harumframt eru hesir dagar serstakir frídagar:

Flaggdagur og ólavsøkudagur

Millum jól og nýggjár er stongt.

Summarfrí

Barnið skal hava frí minst 4 vikur um árið, harav 3 vikur eru samanhangandi um summarið. Stovnurin er stongdur 3 vikur um summari.

Um barnið gevst

Um barnið skal gevast á stovninum, skal leiðarin fáa boð um hetta í minsta lagið ein mánað áðrenn barnið gevst og hetta skal verða skriftligt til 1. ella 15. í einum mánaða.

Frávera

Tá ið barnið er sjúkt, ella hevur frí, skulu tit siga okkum frá áðrenn kl. 9.30.

Vit taka ikki ímóti sjúkum børnum. Um tey gerast sjúk meðan tey eru á stovninum, seta vit okkum í samband við tykkum.

Hevur barnið onkra barnasjúku, eigur starvsfólki at fáa boð um hetta. Somuleiðis um barnið hevur okkurt smittandi s.s. eygnabruna, skal barnið ikki koma á stovnin, áðrenn tað er sett í viðgerð.

Aftaná sjúku vænta vit at børnini eru so frísk, at tey kunnu luttaka í øllum, sum fyriferst bæði úti og inni.

VIT ÁTAKA OKKUM IKKI AT GEVA HEILIVÁG Á STOVNINUM, UTTAN SO AT TAÐ ER EIN VARANDI SJÚKA.

Kostur

Øll eiga at hava matpakka við.

Matpakkan eta vit umleið kl. 11.30.

Stovnurin bjóðar millummáltíðir kl. 9.30 og umleið kl. 14.30.

Klæðir

Klæðið barnið eftir veðrinum. Barnið skal hava regnklæðir, gummistivlar og heit klæðir við hvønn dag.

Skiftiklæðir frá innast til uttast skulu liggja í rúminum hjá barninum.

Barnið skal hava inniskógvar.

Foreldrini eiga at halda skil á rúminum.

Minnist til navn í klæðini.

(Blæðubørn skulu sjálvi hava blæður við)

Góðgæti/Leikur

Barnið eigur ikki at hava góðgæti við.

Barnið kann hava leikur við heimanífrá, men stovnurin tekur ikki ábyrgdina av tí.

Føðingardagar

Tá barnið hevur føðingardag, eru tit vælkomin at hava okkurt við, so halda vit føðingardagin á stovuni. Eisini ber til at bjóða børnunum heim í føðingardag í stovnstíðini. Her skal tó viðmerkjast, at tá skulu øll børnini á stovuni bjóðast.

Føðingardagskort skulu ikki deilast út á stovninum uttan so at øll børnini á stovuni verða boðin/fáa kort.

Afturvendandi tiltøk

Foreldrakaffi er annan hvønn mánaða.

Jólahaldið verður ein gerandisdag fyrst í desembur.

Føstulávintsmánadag koma børnini grýluklødd. Vit sláa tunnu og hugna okkum. Børn, sum eru ½ tíð, eru vælkomin við til hesi bæði tiltøk, jólahald og føstulávintshald.

Garðdagur. Ein fríggjadag um árið, verður skipað fyri einum garðdegi har foreldur, børn og starvsfólk arbeiða við at hugna um garðin.

Ommu og abbadagur. Ein dag um árið, bjóða vit ommum og abbum til eina hugnaløtu.

Lega. Hvørt ár verður skipað fyri summarlegu fyri teimum børnunum, sum fara í skúla.

Foreldraviðtalur eru eina ferð um árið, annars eftir tørvið. Tit eru altíð vælkomin at biðja um eina viðtalu, um tit hava nakað uppá hjarta.

Felags foreldrafundur er um heystið. Foreldrafundurin, sum foreldraráði skipar fyri, er fyri allan stovnin. Um tit kundu hugsa tykkum okkurt ávíst evni viðgjørt, eru tit altíð vælkomin at koma við uppskotum. 

Samstarv

Tað er av týdningi, at allir partar leggja seg eftir at fáa í lag eitt gott samstarv sínámillum. Um tit ikki eru trygg við stovnin, kemur barnið ikki at trívast her. Tí er umráðandi, at báðir partar tosa opið og beinleiðis við hvønn annan, eisini um onkur ónøgd er.

Tað kemur fyri, at barninum tørvar eyka stimbran innan ymisk øki. Um vit ella tit gerast varug við eitthvørt, er umráðandi at vit tosa opið saman um hetta, fyri at tørvurin hjá barninum verður nøktaður og barnið fær teir bestu menningarmøguleikar. Vit hava ein fastan stuðulspedagog, sum arbeiðir á stovninum og hevur sína egnu serstovu.

Stovnurin hevur í samráð við foreldrini møguleika at leita sær hjálp frá Sernám.

Felagskommunal reglugerð um óljóð frá skipum.pdf

Her er eitt leinki til reglugerðina:
Felagskommunal reglugerð um óljóð frá skipum.pdf

Reglugerð fyri kirkjugarðarnar á Selatrað og Strondum.

Kirkjugarðar í Sjóvar kommunu

Reglugerð fyri kirkjugarðarnar á Selatrað og Strondum.

Á kommunustýrisfundi 26. mai 2008 varð viðtikið at seta í gildi fyri kirkjugarðin á Selatrað og fyri norðara partin av kirkjugarðinum á Strondum:

Gravaraumstiting

  • Við hvørt leiði er loyvt at seta gravstein
  • Uttanum leiðið er ikki loyvt at seta kantsteinar ella tílíkt
  • Frammanfyri gravsteinin kann eitt øki uppá 50 x 50 cm. nýtast til plantur, blómur ella annað prýði
  • Ikki er loyvt at planta trø á leiðið
  • Avvarðandi beina burtur kransar o.a.
  • Eru kransar ikki tiknir av grøvini tveir mánaðar eftir jarðarferðina, beinir gravarin teir burtur

Yvirlit yvir gravir

Í nýggja kirkjugarðinum á Strondum er gjørt eitt yvirlit yvir gravirnar, sum er sett upp inni í kirkjugarðinum. Á yvirlitinum stendur navn, eftirnavn, føðiár og jarðarferðardagur.

Reglugerð fyri upptøku av leysgangandi hundum og øðrum djórum

Hundar og onnur djór

Reglugerð fyri upptøku av leysgangandi hundum og øðrum djórum.

Við jøvnum millumbilum eru trupuleikar av leysgangandi hundum og øðrum djórum.

Sjóvar kommuna hevur samstarvsavtalu við Runavíkar kommunu og Føroya Landfúta um upptøku  av leysgangandi hundum og øðrum djórum, sum varð sett í gildi 1. jan. 2003.

Hvat inniheldur reglugerðin?

  1. Hundar og onnur djór eiga ikki at ganga leys á almennum øki (t.e. gøtu, vegi, breyt ella øki, sum eru opin fyri vanligari ferðslu).
  2. Alt samskifti viðvíkjandi leysgangandi djórum er umvegis løgregluna.
  3. Tað verður bert lýst á talvunum í bygdunum um djór, sum eru upptikin.
  4. Borgarar, sum argast av leysgangandi djórum, kunnu venda sær til Politistøðina í Runavík. 

Tey, ið hava mist ein hund ella annað djór burtur, kunnu hyggja á talvurnar ella ringja til Politistøðina. 

Ómaksgjald verður goldið, tá ið djór verða upptikin. 

Upptikin djór kunnu heintast 2 ferðir um dagin, kl. 10.00 og kl. 16.00 sambært nærri avtalu við løgregluna.

Reglugerð um skaðadjór

Rotta og skaðadjór

Ábyrgdarpersónur hjá Sjóvar kommunu tekur sær av rottutýning. Hevur tú trupulleikar av ella hevur sæð rottu, set teg í samband við hann á tlf. 23 27 26 ella boða frá her.

Allir borgarar hava skyldu til at:

  • Boða frá rottu allastaðni, har hon verður sædd
  • Tryggja sína ogn móti rottu og halda sína ogn reina og ruddiliga

Grundarlagið undir, at kommunan kann fremja eina vælvirkandi týning av rottu er, at borgarar sum síggja rottu ella tekin um rottu, boða kommununi frá.

Ein og hvør, sum sær rottu hjá sær sjálvum, grannanum ella aðrastaðni, skal boða kommununi frá beinanvegin.

Rottur eru virknar um náttina, og síggjast tí sjáldan um dagin. Tì er tað í stóran mun skarn, slóðir og onnur spor eftir rottu sum vísa, at rotta er á staðnum. Vand eygu síggja lættliga skaðar, sum eru komnir av rottu.

Orsøkin til at boðast skal frá rottu beinanvegin er, at bara ein ella fáar rottur kunnu nørast til ein stóran flokk eftir stuttari tíð. Harafturat er rotta smittuberi, og vandin fyri smittu økist við tali av rottum. Tí er avgerandi, at týning verður sett í verk sum skjótast.

Skylda hjá grundeigara

Allir grundeigarar hava skyldu at halda sína ogn reina og ruddiliga, soleiðis at møguleikarnar hjá rottu eru so smáir sum gjørligt at búleikast har. Harafturat liggur ábyrgdin á grundeigara at viðlíkahalda sínar spillivatnsleiðingar innan fyri matrikulmark.

Eitt stórt evni í kunngerðini er at fyribyrgja rottu. Endamálið er at forða rottuni í at finna føði og støð at goyma seg, soleiðis at umstøðurnar verða so vánaligar sum gjørligt. Færri møguleikar rotta hevur fyri at finna mat og støð at búleikast, minni er kjansurin fyri, at rotta er á staðnum, og færri skaðar verða av rottu.

Krøv til grundeigarar viðvíkjandi spillivatnsleiðingum er ikki útgreinað í kunngerð um rottu, ella byggireglugerðini, men vísir byggireglugerðin til dansk standard 432. Kommunan er tískil mynduleiki á hesum øki og tað er kommunan sum í hvørjum einstøkum føri avgerð, um ein ogn er rottutrygg. Ein og hvør grundeigari skal halda regluna um at halda ogn reina og ruddiliga, herundir at viðlíkahalda spillivatnsleiðingar á ognini.

Í faldara frá Umhvørvisstovuni ber til at lesa meir um fyribyrging og týning av rottu í Føroyum.

Send boð til Sjóvar kommunu