Skúli
Fyrsti skúlin á Strondum varð bygdur í 1887. Frammanundan var skúli hildin í sethúsunum hjá Niels oman fyri Hoygarð.
Søga skúlans
Fyrsti skúlin á Strondum varð bygdur í 1887.
Frammanundan var skúli hildin í sethúsunum hjá Niels oman fyri Hoygarð í Gerðum. Lærari var Johs. Petersen í Saltnesi.
Í 1876 verður lærari settur í Sjóvar sókn. Tað er Jógvan Poulsen, sum kemur at halda skúla á Strondum, Skála og Selatrað. Hann er lærari til 1917, tá kemur Jóhan Poulsen, og er hann einalærari til1933, tá Chr Høj verður settur annarlærari. Í 1958 fer Jóhan Poulsen frá, Chr Høj verður 1. lærari og Edmund í Garði 2. lærari.
Frá 1933 til 63 eru 4 flokkar á Strondum. Øll hesi árini er tímatalvan óbroytt, t.v.s. teir báðir lærararnir hava tær somu lærugreinarnar í teimum ávísu flokkunum. Í 1963 kemur ein flokkur afturat og í 66 aftur ein.
Tá koma Ámundur Berthelsen og Hjalgrím Poulsen til skúlan. Selatraðar skúli verður niðurlagdur í 1969, tá skúlin verður bygdur á Strondum og Magnus Nielsen, einalærari, kemur út í Stranda skúla at arbeiða.
Í 1969 varð, sum sagt, nýggjur skúli tikin í brúk á Strondum, og hevur hann eisini framhaldsdeild.
Umframt næmingar úr Sjóvar kommunu, so koma eisini næmingar av Skála, Skálafirði, Oyndarfirði og Hellunum at ganga í skúlanum.
í 1984 varð vaksið um skúlan, so nú vóru munandi betri umstøður.
Í 2011 er skúlin aftur útbygdur, nú er ein nýtt læraraumhvørvið gjørt, og ein bygningur við 7 skúlastovum er bygdur úr suðurendanum frá fimleikarahøllini.
Eftir summarfrítíðina 2013, fóru næmingarnir av Skála, Skálafirði, Oyndarfirði og Hellunum at ganga í Runavíkar skúla.
Í stranda skúla ganga nú 135 næmingar og 20 lærarar arbeiða í skúlanum (2020/21)
Umframt vanliga undirvísing er eisini tónleikaundirvísing í skúlanum.
Heimasíðan hjá Stranda skúla er www.strandaskuli.fo.
Filmur um Stranda skúla