Bátahyljar
Bátahyljar í Sjóvar kommunu
4 bátahyljar eru í kommununi, sum eru útgjørdir við ankringsteymum, vatni og ravmagni.

Við Sjógv
Við Sjógv eru pláss til 16 smábátar og deksfør.

Við Sjóvarhøvda
Við Sjóvarhøvda er pláss til 10 smábátar.

Heygsstøð
Bátahylurin í Heygsstøð varð útbygdur í 2007, so nú eru betri umstøður hjá stórum bátum, sum fáast við útróður. Møguleiki er at leiga sær pláss í egningarmiðstøðini, sum liggur beint við bátahylin.
Við flótibrúgvarnar er pláss fyri smábátum.

Selatrað
Á Selatrað er pláss fyri 15 smábátum.