Ansing
Tilsamans er pláss fyri 150 vøggustovu-, barnagarðs- og frítíðarstovubørnum á Lítlafløtti.
Dagstovnurin Lítlifløttur
Mánadagin 6. november 2006 møttu børnini fyrstu ferð í nýggja barnagarðinum, sum kommunan hevur latið bygt norðan fyri bygdahúsið á Strondum.
Fyrst í mai 2008, lat nýggj frítíðarstova upp. Frítíðarstovan er partur av Lítlafløtti, og stendur beint oman fyri bygdahúsið. Sostatt eru umstøðurnar viðv. barnaansing í Sjóvar kommunu sera góðar, bæði við hølum og uttanumøki.
Hin 2. sep. 2019 lótu tríggjar nýggjar vøggustovur upp.
Tilsamans er pláss fyri 150 børnum á Lítlafløtti.
Leiðari á Lítlafløtti er Sóleyð D. Joensen.
Kommunan hevur síðani 1988 havt eina dagrøktarskipan. Henda skipanin varð niðurløgd, tá dagstovnurin bleiv tikin í nýtslu.Send umsókn
Sí eisini heimasíðuna hjá Lítlafløtti: www.litliflottur.fo