Mold- og íbindingargjald
Áseting um moldgjald
Sjóvar kommuna hevur hin 7. januar 2021 samtykt, at ásetta gjaldið fyri móttøku av mold í samband við útgrevstur at verða kr. 5.000,- fyri hvørt grundstykki til sethús, ella kr. 30,- fyri m3 av mold.
Gjaldast skal á konto okkara nr. 9181-292.542.9 áðrenn byrjað verður at koyra mold burtur.
Áseting um íbindingargjald til vatn og kloak
Sjóvar kommuna hevur hin 7. januar 2021 samtykt, at áseta íbindingargjaldið til vatn og kloakk at verða kr. 5.000,- fyri hvørt grundstykki til sethús.
Gjaldast skal á konto okkara nr. 9181-292.542.9.