Kommunuvalið 2024

Kommunuval 12. nov. 2024

Freistir í sambandi við kommunuvalið 2024
Vegleiðandi yvirlit

Brævatkvøður, 12. juli 2024:
Sjófólk og onnur, sum ikki rokna seg at vera heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla
atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin. Í øðrum førum skal atkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku
áðrenn valdagin (t.e. 5. november 2024).

1. september 2024: Vallistin verður gjørdur í seinasta lagi 1. september í tí ári, sum valið fer fram, yvir teir veljarar, ið tá lúka treytirnar fyri valrætti.

1. oktober 2024: Landsstýrismaðurin lýsir í minsta lagi 6 vikur fyri valdagin:
1) nær valdagurin er,
2) hvar valevnalistar skulu latast inn og
3) seinastu freist at lata valevnalistar inn.

1. oktober 2024: So skjótt sum valdagurin er ásettur, verður gjørdur eykalisti yvir teir persónar, sum, aftan á at høvuðsvallistin er gjørdur og til valið fer fram, ætlast at lúka aldurstreytina og hinar treytirnar fyri valrætti valdagin, sbr. § 1 í lógini.

8. oktober 2024: Lýst verður um framløgu av vallistunum á vanligan hátt 5 vikur framman undan valinum.

15. oktober 2024: Í seinasta lagi 4 vikur framman undan valinum skulu vallistarnir vera framlagdir til alment eftirlit, og teir verða liggjandi frammi í 2 vikur á einum staði, ið liggur høgliga fyri hjá íbúgvarunum.
Lýst verður um hetta á vanligan hátt 5 vikur framman undan
valinum.

22. oktober 2024: Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18.00, 3 vikur undan valdegnum.

29. oktober 2024: Bygda(r)ráðið/býráðið kann gera av, at valkort verða send út til veljararnar. Tey skulu innihalda upplýsingar um navn og bústað veljarans og talnummar hansara á vallistanum, og tey skulu verða útsend í seinasta lagi 2 vikur framman undan valinum.

29. oktober 2024: Valrætt og valbæri til bygda(r)ráðsval/býráðsval hevur hvør tann, sum
a) hevur fylt 18 ár og annars lýkur hinar treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið,
b) er tilmeldaður fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn tann dagin, valið fer fram, og
c) sum valdagin framvegis er búsitandi í kommununi.

Hóast ásetingina í a), hava ríkisborgarar úr øðrum londum valrætt og valbæri til kommunuval, um so er, at teir hava havt
fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum.

Hóast ásetingina í a), hevur persónur, sum er undir verjumáli og hevur fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir
Værgemålsloven § 6, sum sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, valrætt og valbæri til kommunuval.

31. oktober 2024: Er ein persónur uppstillaður á fleiri listum, skal valnevndin siga honum frá hesum. Hann kann tá skrivliga siga valnevndini frá, um hann bert vil standa á einum lista og hvørjum. Valnevndin skal hava gjørt honum tað kunnugt seinast 12. dagin undan valinum, og skal hann hava svarað valnevndini seinast 11. dagin undan valinum, so stillararnir á hinum listunum, sum viðkomandi stóð á, kunnu fáa høvi til innan 24 tímar at seta annað valevni í hansara stað.

1. november 2024: Seinasta freist hjá teimum, ið eru uppstillaði á fleiri listum at svara valnevndini, so stillararnir á hinum listunum, sum viðkomandi stóð á, kunnu fáa høvi til innan 24 tímar at seta annað valevni í hansara stað.

5. november 2024: Í seinasta lagi eina viku framman undan valinum almannakunnger valnevndin stað og klokkutíð fyri valið.
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg

5. november 2024: Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin vera send bygda(r)ráðnum/býráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.
Vísir tað seg, eftir at omanfyri nevnda freist er farin, at onkur rættkomin ikki er tikin við á listan, ella at onkur av órøttum er komin á listan, kann hetta rættast til og við valdagin.

5. november 2024: Sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn valdagin. Í øðrum førum skal atkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin.

11. november 2024: Seinasta freist at atkvøða við brævi. § 37, stk. 2 í løgtingsvallógini

12. november 2024, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar
Atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðin, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.

12. november 2024: Regluligt val fer fram annan týsdag í november, og valskeiðið gongur frá 1. januar árið eftir.
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg

12. november 2024: So skjótt sum atkvøðugreiðslan er av, (t.e. kl. 20 ella seinni) fer atkvøðuteljingin fram. Hon er almenn.

12. ella 13. november 2024:
Endalig uppgerð av valinum verður síðan gjørd av valnevndini annaðhvørt sama dag, sum atkvøðuteljingin er farin fram, ella í seinasta lagi dagin eftir.

13. november 2024:
Í kommunum, sum uppbýttar eru í tvey ella fleiri atkvøðuøki, verður úrslitið av atkvøðuteljingini í hvørjum valstað gjørt
kunnugt fyri teim hjástøddu og skjótast gjørligt fráboðað formanni valnevndarinnar. Í hesum kommunum kemur
valnevndin saman í seinasta lagi dagin eftir, at atkvøðugreiðslan er farin fram, fyri at gera upp atkvøðuteljingina í øllum
atkvøðuøkjum kommununnar. Hesin fundur er almennur.

19. november 2024:
Um so verður, at bygda(r)ráðið/býráðið ger av, at fínteljing skal vera, skal hon fara fram í seinasta lagi vikudagin eftir sjálvan valdagin.

21. november 2024:
Hann, ið hevur nakað at kæra seg um viðvíkjandi vali, sum fram er farið, má, fyri at klaga hansara kann verða tikin til viðgerðar í seinasta lagi 8 dagar eftir, at valið er gjørt endaliga upp, skrivliga seta fram mótmæli sítt fyri bygda(r)ráðnum/býráðnum.

21. november 2024:
Um onkur av teim valdu ynskir at sleppa undan at taka við vali, sbr. § 22, stk. 2, og frammanfyri í stk. 1, skal hann innan fyri somu freist, sum galdandi er fyri innsendan av klagum, sbr. § 23, stk. 1, skrivliga venda sær til bygda(r)ráðið/býráðið, sum viðger og tekur avgerð í málinum á sama hátt, sum nevnt í § 23, stk. 2, viðvíkjandi klagum.

1. desember 2024:
Tey mótmæli, ið framsett eru í samsvari við frammanfyri standandi reglur, verða gjørd av bygda(r)ráðnum/býráðnum á
fundi, ið hildin skal verða í seinasta lagi 10 dagar eftir, at frestin er farin. Áðrenn bygda(r)ráðið/býráðið tekur avgerð sína, verður ummæli valnevndarinnar um málið at fáa.

14 daga freist:
Tær avgerðir, sum bygda(r)ráðið/býráðið hevur tikið viðvíkjandi klagum um valið, sbr. § 23, stk. 1, og innkomnum umsóknum um at sleppa undan vali og áheitanum um at sleppa úr bygda(r)ráðnum/býráðnum, kunnu, áðrenn 14 dagar eru lidnir, eftir at avgerðin er tikin, verða skotnar inn fyri landsstýrismannin.

31. desember 2024:
Tá vanligt val til bygda(r)ráð/býráð er farið fram, fara teir gomlu limirnir í bygda(r)ráðnum/býráðnum frá 31. desember,
uttan so at klaga um valið er sett fram, áðrenn tann í § 23, stk. 1, ásetta klagufrest er farin.

31. desember 2024:
Nývalda bygda(r)ráð/býráð skal skipa seg í seinasta lagi innan árslok í valárinum.

Valevnislistar til kommunuvalið 12. nov.
Víst verður til Kommunuvallógina

 

IV Valevnislistar

§ 6. 1) 2) 7) Atkvøðugreiðslan fer fram sambært valevnislistum, har ávísir persónar eru uppskotnir sum valevni.

Stk. 2. Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18.00, 3 vikur undan valdegnum.

Stk. 3. 3) Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi, bústaði og føðingardegi. Er íbúgvaratalið í kommununi minni enn 1000, eru 10 stillarar nóg nógvir. Er íbúgvaratalið minni enn 200, eru 5 stillarar nóg nógvir. Listin skal vera latin inn av einum stillara, og hesin hevur rætt til á einum avriti av valevnislistanum at fáa kvittan frá formanninum ella kommununi fyri, at listin er móttikin og nær. Ein persónur kann bert vera stillari á einum lista. Er ein persónur stillari á fleiri listum, verður hann at strika á øllum.

Stk. 4. Ein listi kann hava færri og í mesta lagi 4 valevni fleiri enn tað samlaða talið av bygda(r)ráðslimum/býráðslimum, ið skulu verða valdir. Um henda treyt verður ikki hildin, skal listin verða lýstur ógildugur. Um talið á valevnum á øllum listunum samanlagt ikki er 2 fleiri enn talið á bygdarráðslimum/býráðslimum, ið skulu verða valdir, skal valnevndin, tá uppstillingarfreistin er úti, gera ein valevnislista, so talið á valevnum kemur upp á tað ásetta.

Stk. 5. 3) Valevnini skulu vera skilliga lýst við navni, starvi, bústaði og føðingardegi, so at eingin samanblanding við nakran annan valbæran persón stendst av. Er okkurt valevni ikki valbært, ella er tað so óskilliga lýst, at ivi kann vera um, hvønn valbæran persón sipað verður til, verður navn hansara strikað av listanum.

Stk. 6. Heldur valnevndin, at ein rættstundis innlatin valevnislisti er so ófullfíggjaður, at neyðugt er at gera hann ógildugan, skal nevndin beinanvegin boða viðkomandi stillara frá hesum og geva honum høvi til innan 24 tímar at bøta um brekið.

Stk. 7. Er ein persónur uppstillaður á fleiri listum, skal valnevndin siga honum frá hesum. Hann kann tá skrivliga yvirfyri valnevndini siga frá, um hann bert vil standa á einum lista og hvørjum. Valnevndin skal hava gjørt honum tað kunnugt seinast 12. dagin undan valinum, og skal hann hava svarað valnevndini seinast 11. dagin undan valinum, so stillararnir á hinum listunum, sum viðkomandi stóð á, kunnu fáa høvi til innan 24 tímar at seta annað valevni í hansara stað.

Stk. 8. Um valevnislisti verður lýstur ógildur, ella um valevni ella stillari verður strikaður av listanum, skal henda avgerð nevndarinnar, sum er endalig, verða skrivað í valbókina, og úrskrift úr henni um hetta skjótast møguligt, og í øllum førum fyri valið, verða send tí stillara, sum listan hevur latið inn.

§ 7. 1) 6) Teir av valnevndini góðkendu valevnislistar fáa hvør sær eitt bókstavfrámerki (A, B, C o.s.fr.), og á hvørjum lista verður sett talnummar (1, 2, 3 o.s.fr.) framman fyri hvørt valevni í somu raðfylgju, sum tey av stillarunum eru uppsett. Bókstavafrámerking hjá flokki, sum hevur rætt at taka lut í løgtingsvali, eigur at vera sami bókstavur, sum flokkurin áður hevur nýtt í sambandi við løgtingsval.

Kunngerð um kommunuval 12. nov. 2024
 

Við heimild í løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur § 3, stk. 2, verður kunngjørt, at kommunuval verður 

týsdagin tann 12. november 2024

Atkvøðugreiðslan fer fram sambært valevnislistum, ið mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18.00 týsdagin tann 22. oktober 2024.

Løgmálaráðið 25. september 2024

 

Vegleiðing í samband við valevnislistar sæst her.

Vallistar til kommunuvalið 12. nov.

Vallistar liggja frammi til alment eftirlit

Gjørt verður kunnugt, at vallistin til kommunuvalið tann 12. november 2024
liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni 
frá í dag, 8. oktober til týsdagin 22. oktober í vanligari avgreiðslutíð.  

Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur ikki er tikin við, 
skal í seinasta lagi 5. november verða send kommunustýrinum, 
sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.

Sjóvar kommuna

Tveir valevnislistar í Sjóvar kommunu
Tá freistin at lata valevnislista til kommunuvalið, ið verður týsdagin 12. nov., var farin, vóru tveir listar komnir til valstýrið.

Valstýrisformaðurin hevur kannað og góðkent listarnar og givið teimum bókstav.

Tey uppstillaðu eru:

LISTI A:
Noomi Káradóttir Rasmussen, Strendur
Sandra Ljósá Østerø, Strendur
Lív Nikolina Karlsdóttir Nielsen, Strendur
Leila Johannesen, Kolbeinagjógv
Ann Anthoniussen, Strendur
Birita Würdig Djurhuus, Strendur
Drós Ellingsgaard, Innan Glyvur
Halbjørt Mørch Christiansen, Strendur
Petra Weihe Mikkelsen, Strendur


LISTI B:
Jóannes Eginsson Markná, Strendur
Jóhan Herlufson Funn, Strendur
Súni Forná Olsen, Strendur
Óli Abrahamsen, Strendur
Hans Anders Jacobsen, Strendur
Marius Blábjørg Vang, Strendur
Pól Jákup Poulsen, Strendur
Sonni Johansen, Strendur
Artur Johansen, Strendur
Jann Ísakur í Giljum, Strendur

Valkort til kommunuvalið 12. nov.

Valrætt og valbæri til kommunuval hevur hvør tann, sum:
a) hevur fylt 18 ár og annars lýkur hinar treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið
b) er tilmeldaður fólkayvirlitinum í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn tann dagin, valið fer fram, og
c) sum valdagin framvegis er búsitandi í kommununi.

Hóast ásetingina í a), hava ríkisborgarar úr øðrum londum valrætt og valbæri til kommunuval, um so er, at teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum.

Valkort verða send veljarunum. Hevur tú eina viku undan valinum ikki fingið valkort ella er feilur í valkortinum, verður tú biðin um at siga okkum frá á tlf. 472727.

Sjóvar kommuna

Úrslit frá kommunuvalinum 12. nov. 2024
Í Sjóvar kommunu høvdu 851 fólk atkvøðurætt. 750 vóru á vali, t.e. 88,1%

Atkøðurnar fullu soleiðis:

LISTI A: tilsamans 301 atkvøður

Noomi Káradóttir Rasmussen - 64
Sandra Ljósa Østerø - 61
Lív Nikolina Karlsdóttir Nielsen - 25
Leila Johannesen - 30
Ann Anthoniussen - 17
Birita Würdig Djurhuus - 12
Drós Ellingsgaard - 51
Halbjørg Mørch Christiansen - 5
Petra Weihe Mikkelsen - 34
Listin - 2

 

LISTI B: tilsamans 448 atkvøður
Jóannes Eginsson Markná - 48
Jóhan Herlufsson Funn - 59
Súni Forná Olsen - 39
Óli Abrahamsen - 35
Hans Anders Jacobsen - 75
Marius Blábjørg Vang - 17
Pól Jákup Poulsen - 47
Sonni Johansen - 50
Artur Johansen - 72
Jann Ísakur í Giljum - 3

Sostatt eru hesi vald í kommunustýrið, sum tekur við 1. januar 2025:

Hans Anders Jacobsen, afturvaldur við 75 atkvøðum
Artur Johansen, afturvaldur við 72 atkvøðum
Noomi Káradóttir Rasmussen, nývald við 64 atkvøðum
Sandra Ljósá Østerø, nývald við 61 atkvøðum
Jóhan Herlufson Funn, nývaldur við 59 atkvøðum
Drós Ellingsgaard, nývald við 51 atkvøðum
Sonni Johansen, nývaldur við 50 atkvøðum

Send boð til Sjóvar kommunu