Átrúnaður
Innan átrúnað er sera fjøltáttað á Strondum. Í kommununi eru tvær kirkjur, eitt kirkjuhús, eitt missiónshús og ein minnisvarði.
Sjóvar kirkja
Á Strondum er Sjóvar kirkja, sum er bygd í 1834, og er sostatt fimt- elsta kirkja í landinum.
Hon er vøkur trækirkja, hevur flagtekju, uttan er hon svørt, við hvítari grund við hvítum vindeygum, hurðum og torni. Innan er kirkjan ómálað, kórveggir, altarringur og rimaverkið uppi á loftinum er vakurt útskorið.
Altartalvan er frá 1904, sum vísir Jesus í Getsemane. Doypifatið er frá 1795. Kirkjan hevur pípuorgul, sum Verland Johansen hevur gjørt, sum seinni er útbygt.
Vaksið varð um kirkjuna í 1978. Hetta arbeiðið gjørdu Carl Andreasen og Edmund Gærdum.
Selatraðar kirkja
Selatraðar kirkja er vígd 23. januar 1927, Steingrím Winter teknaði.
Hon er stoypt og málað hvít. Betongarbeiðið hevur bygdafólkið gjørt ókeypis við formonnum úr Lorvík. Verkstaðurin hjá Sámal Ellefsen og Heina Joensen úr Miðvági hevur staðið fyri timbur- og málaraarbeiðinum.
Altartalvan er málað av Niels Kruse, hon vísir Jesus tálma illveðrið á Tangafirði. Eisini hevur hann gjørt alt prýðið í kirkjuni.
Í samband við 80 ára hátíðarhaldið hjá kirkjuni, hevur Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, ið er abbadóttir Niels Kruse, prýtt ymiskt í kirkjuni av nýggjum.
Missiónshúsið á Strondum
Gamla missiónshúsið á Strondum varð bygt í 1936, og var brúkt líka til februar í 2018, tá nýggja missiónshúsið, sum er bygt skamt frá gamla húsinum, varð tikið í brúk.
Nýggja húsið varð vígt 24. februar í 2018.
Í sambandi við, at nýtt missiónshús varð bygt, varð navnakapping útskrivað, og varð tað Rói H. Rasmussen, sum átti vinnandi uppskotið. Navnið bleiv Missiónshúsið á Strondum. Rói hevur eisini teknað búmerkið til húsið. Fyrsti bókstavur í búmerkinum er eitt stórt M, sum er líkist forminum á húsinum.
Missiónshúsið er sera virkið. Har er barnakór, barnaringur, sjómanskvinnuringur, sunnudagsskúli, juniormøtir, ungdómsmøtir og vanligir fundir annars.
Á Facebooksíðuni hjá Missiónshúsinum á Strondum verður lýst við tiltøkum.
Minnisvarðin yvir sjólátin
varð vígdur 1. november 1976.
Tað vóru Hanna Abrahamsen og Tinna Abrahamsen ið tóku stig til, at minnisvarði skuldi verða gjørdur á Strondum. Tær høvdu báðar mist mannin undir krígnum.
Árni Ziska, steinhøggari á Strondum, hevur gjørt minnisvarðan, sum stendur úti í Raktanga.
Í nevndini fyri minnisvarðan sita:
- Artur Johansen, formaður
- Sonja Rasmussen
- Petur Magnusson
- John Thomsen
- Saron og Sigrid Jacobsen
- Jóhanna Sofía Jensen
Minningarhald teirra sjólætnu er hvønn 1. november.