Kirkjugarðar
Reglugerð fyri kirkjugarðin á Selatrað og fyri norðara partin av kirkjugarðin á Strondum.
Kirkjugarðar í Sjóvar kommunu
Reglugerð fyri kirkjugarðin á Selatrað og fyri norðara partin av kirkjugarðin á Strondum.
Á kommunustýrisfundi 26. mai 2008 varð viðtikið at seta í gildi fyri kirkjugarðin á Selatrað og fyri norðara partin av kirkjugarðinum á Strondum:
Gravaraumstiting
- Við hvørt leiði er loyvt at seta gravstein
- Uttanum leiðið er ikki loyvt at seta kantsteinar ella tílíkt
- Frammanfyri gravsteinin kann eitt øki uppá 50 x 50 cm. nýtast til plantur, blómur ella annað prýði
- Ikki er loyvt at planta trø á leiðið
- Avvarðandi beina burtur kransar o.a.
- Eru kransar ikki tiknir av grøvini tveir mánaðar eftir jarðarferðina, beinir gravarin teir burtur
Yvirlit yvir gravir
Í nýggja kirkjugarðinum á Strondum er gjørt eitt yvirlit yvir gravirnar, sum er sett upp inni í kirkjugarðinum. Á yvirlitinum stendur navn, eftirnavn, føðiár og jarðarferðardagur.