Tíðindi
Kommunustýrisfundur 25.11.2024
Kommunustýrisfundur 25.11.2024
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen,
Súni F. Olsen og Andras Róin
Umframt: Julia Kass, fíggjarleiðari
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:00
Mál nr.: 547-1-2024, umsókn um pressubingju á Hulki
Reist av: Jan Abrahamsen
Málslýsing:
Søkt verður um eina pressubingju til bingjuplássið á Hulki. Fíggjarnevndin mælir til at játta umsóknini. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð:
Samtykt at fylgja tilmælinum frá Vinnu- og umhvørvisnevndini og keypa eina pressubingju til bingjuplássið á Hulki.
Mál nr.: 659-1-2024, keyp av gróti
Reist av: MEKON
Málslýsing:
Mekon hevur sent umsókn, um kommunan vil keypa 4-6.000 m3 av yvirskotsgrótinum frá útstykkingini úti á Hálsatjørn. Mekon koyrir gróti inn á Hulk uttan meirkostnað. Vinnu- og umhvørvisnevndin mælir til at játta umsóknini. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð:
Samtykt at keypa yvirskotgrót frá útstykkingini við Hálsatjørn. Peningur verður settur av á fíggjarætlanini fyri 2025.
Mál nr.: 211-1-2024, reguleringar í fíggjarætlan fyri 2024
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing:
Fíggjarnevndin mælir til at gera hesar reguleringar: Reguleringar av fíggjarætlan 2024. Flytast til: RS-530 Stevnur og tiltøk 30 tkr., RS-562 Fornminnir 26 tkr., RS-580 Ítróttaranlegg 10 tkr., RS-690 Maskinamboð 70 tkr., RS-711 Renovatión 30 tkr. Peningur takast av: RS-520 Kvøldskúli -40 tkr., RS-570 Bygdahúsið -26 tkr., RS-620 Fríðkan -70 tkr., RS-581 Ítróttaranlegg -30 tkr. Fyrsta viðgerð.
Avgerð:
Samtykt. Onnur viðgerð verður 16. desember.
Mál nr.: 211-2-2024, fíggjarætlan fyri 2025
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing:
Onnur viðgerð av fíggjarætlan fyri 2025
Avgerð:
Samtykt við aðru viðgerð.
Inntøkur: kr. 73.008.600
Útreiðslur: kr. 64.962.700
Rentur/rentustuðul: kr. 2.698.300
Avlop: kr. 8.045.900
Avdráttir: kr. 5.603.600
Íløgur: kr. 23.202.400
Hall: kr. 15.156.500
Sum verður fíggjað við lántøku.
Skattaprosentið verður 21
Barnafrádrátturin verður kr. 8.000
Julia fór av fundinum kl. 17:50