Tíðindi
Kommunustýrisfundur 25. nov.
Mánadagin 25. nov., kl. 17:00 verður almennur kommunustýrisfundur á kommunuskrivstovuni
Mál nr.: 547-1-2024, umsókn um pressubingju á Hulki
Reist av: Jan Abrahamsen
Málslýsing: Søkt verður um eina pressubingju til bingjuplássið á Hulki. Fíggjarnevndin mælir til at játta umsóknini. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 659-1-2024, keyp av gróti
Reist av: MEKON
Málslýsing: Mekon hevur sent umsókn um, um kommunan vil keypa 4-6.000 m3 av yvirskotsgrótinum frá útstykkingini við Hálsatjørn. Mekon koyrir gróti inn á Hulk uttan meirkostnað. Vinnu- og umhvørvisnevndin mælir til at játta umsóknini. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 211-1-2024, reguleringar í fíggjarætlan fyri 2024
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin mælir til at gera hesar reguleringar: Reguleringar av fíggjarætlan 2024. Flytast til: RS-530 Stevnur og tiltøk 30 tkr., RS-562 Fornminnir 26 tkr., RS-580 Ítróttaranlegg 10 tkr., RS-690 Maskinamboð 70 tkr., RS-711 Renovatión 30 tkr. Peningur takast av: RS-520 Kvøldskúli -40 tkr., RS-570 Bygdahúsið -26 tkr., RS-620 Fríðkan -70 tkr., RS-581 Ítróttaranlegg -30 tkr. Fyrsta viðgerð.
Mál nr.: 211-2-2024, fíggjarætlan fyri 2025
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Onnur viðgerð av fíggjarætlan fyri 2025