Tíðindi
Kommunustýrisfundur 16.12.2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen,
Súni F. Olsen og Andras Róin
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-17:30
Mál nr.: 321-1-2024, net til vøllin í skúlagarðinum
Reist av: Næmingaráðnum
Málslýsing: Umsókn um net til sparkivøllin.
Næmingar í Stranda skúla hava leingi víst á ynski at fáa hegn um multivøllin í skúlagarðinum. Í seinastuni er hetta eisini vorðið eitt alsamt størri ynski frá lærarum, og nú eisini frá leiðslu skúlans.
Vit hava fingið tilboð frá tveimum veitarum. Fíggjarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og mentanarnevndini at taka av øðrum tilboðnum. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at taka av tilboði um at gera girðing um sparkivøllin í skúlagarðinum. Arbeiðið kemur at kosta kr. 108.781,60 uttan MVG. Víst verður til RS-413
Mál nr.: 323-4-2019, spæliplássið í skúlagarðinum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Nýtt spæliøki við Stranda skúla
Ein partur av ætlanini at gera spæliplássið endaliga liðugt, var at trø og runnar skuldu setast niður í skráningunum millum leikurnar. Hetta fer at gera økið meir hugnaligt og fjálgt, samstundis sum tað eisini fríðkar um.
Mettur kostnaður at gera hetta arbeiði er kr. 150.000 u/MVG. Trivnaðar- og mentanarnevndin mælir til at seta trø og runnar niður runt um spæliøkið, vísandi til kostnaðarætlanina.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&M. Peningur er tøkur á RS-413.
Lagt fyri kommunustýri
Avgerð: Samtykt at brúka uml. kr. 150.000 til at seta trø og runnar niður við spæliøkið. Víst verður til RS-413.
Mál nr.: 321-5-2024, innbúgv til hondarbeiðsstovu
Reist av: Stranda skúla
Málslýsing: Innbúgv til nýggja hondarbeiðsstovu í Stranda skúla. Vit hava biðið um tilboð frá tveimum veitarum. Fíggjarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og mentanarnevndini at taka av bíligara tilboðnum. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at taka av bíligara tilboðnum til innbúgv til hondarbeiðsstovuna. Víst verður til RS-413
Mál nr.: 321-6-2024, skifta gólv í skúlanum
Reist av: Stranda skúla
Málslýsing: Leggja gólv á skúlastovur. Trivnaðar- og mentanarnevndin mælir til at taka av innkomnum tilboðið at leggja gólv á tvær skúlastovur. Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&M. Peningur er tøkur á RS-413.
Lagt fyri kommunustýri
Avgerð: Samtykt at taka av tilboði at leggja gólv á tvær skúlastovur. Víst verður til RS-413
Mál nr.: 321-7-2024, innbúgv til skúlan
Reist av: Stranda skúla
Málslýsing: Trivnaðar- og mentanarnevndin mælir til at taka av tilboði at keypa sofur til gongina á miðhædduni í gamla skúla. Fíggjarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá T&M. Peningur er tøkur á RS-413. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at keypa sofur til gongina í miðhæddini í gamla skúla. Víst verður til RS-413
Mál nr.: 542-32-24, binda skúlarnar saman
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Trivnaðar- og mentanarnevndin mælir til at heita á ráðgeva um at tekna uppskot um, hvussu gamli og nýggi skúli kunnu bindast saman. Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&M. Peningur er tøkur á RS-413.
Lagt fyri kommunustýri
Avgerð: Samtykt at heita á ráðgeva um at tekna uppskot um, hvussu gamli og nýggi skúli kunnu bindast saman. Víst verður til RS-413
Mál nr.: 541-21-19, Dávagerði II
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Íbúðarbygging í Dávagerði. Freistin at lata tilboð inn var 6. desember. Tvey feløg hava víst áhuga fyri økinum. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at fara í samráðingar við annan tilboðsgevaran. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fara í samráðingar við annan av tilboðsgevarunum.
Mál nr.: 211-1-2024, reguleringar í fíggjarætlan fyri 2024
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Reguleringar av fíggjarætlan 2024. Flytast til: RS-112 Val og nevndir 15 tkr. RS-140 Felags kommunalar útr. 15 tkr., RS-380 Barnaansing felags 10 tkr. RS-530 Stevnur og tiltøk 30 tkr., RS-562 Fornminnir 26 tkr., RS-580 Ítróttaranlegg 10 tkr., RS-680 Gøtuljós 50 tkr., RS-690 Maskinamboð 120 tkr., RS-711 Renovatión 30 tkr. Flytast av: RS-110 Samsýningar o.a. til kommunustýri -30 tkr. RS-310 Lítlifløttur, rakstur -10 tkr., RS-520 Kvøldskúli -40 tkr., RS-570 Bygdahúsið -26 tkr., RS-620 Fríðkan -170 tkr., RS-581 Ítróttaranlegg -30 tkr. Onnur viðgerð.
Avgerð: Samtykt.