Tíðindi
Tónlistaháskúli - konservatorium - og Tjóðleikahús
“Far out in the gleaming ocean lies a small leaden-colored land. In proportion to the immense ocean, this tiny rocky land is like a grain of sand on a ballroom floor. Yet beneath the looking glass, this grain of sand is a whole world of hills and valleys, bights and fjords, and houses with people.“ - William Heinesen
Isolated in the middle of the North Atlantic lies a land of unfathomable beauty with its own unique cultural identity. The archipelago was forged by volcanic activity, creating a landscape that seems to rise from the ocean
Skálafjørðurin er stórsligin og hugtakandi vakur. Størsti fjørður í Føroyum strekkir seg umleið 15 km í einum bleytum boga, frá fjarðarmunnanum við Raktanga og í ein útnýrðing. Tryggasti fjørður hjá skipum at finna sær havn, og kendur fyri sítt tignarliga útsýni.
Sum oddviti á vestara armi á Skálafjørðinum liggur bygdin Strendur, eitt hugnaligt bygdasamfelag, kend fyri sína náttúru og mentanararv. Undir Seinna heimsbardaga valdi tað enska hervaldið at byggja eina herstøð á Strondum - ”Kampurin” - tí økið liggur so frítt fyri og í miðjuni í Føroyum.
Sunnan fyri bygdina rættir Raktangi seg suður ímóti Flesjunum, og skilir Skálafjørð og Tangafjørð, og útsýni frá Abbanum kann røra hjartastreingir, sjálvt ein kaldan vetrardag.
Hesin serligi blettur í Føroya landi hevur drigið mangt myndafólki til sín, og hvønn dag ferðast fólk til gongu út eftir Tangavegnum, fyri at njóta løtuna við náttúru og friði í Tanganum, sum er fullur av lívi og æður og kópar finna lívd, allan vegin frá Kumlum til Mógvabogar.
The transition between rock and wood is used extensively throughout both the exterior and interior of the building and is a clear reference to the old Faroese vernacular where this project takes its inspiration. The old Faroese vernacular nestled its dwelling into the landscape to create shelter and stability while minimizing the amount of built enclosure. This way of building created typologies that blended into and accentuated the landscape, a tradition that has since been largely neglected in the contemporary Faroese building costum. This project further aims to revitalize this concept in a modern building.
Í sambandi við eina arkitektaútbúgving hava tveir ungir lesandi gjørt próvtøkuverkætlan, ið er bygd á økið í Raktanga. Væl hilnaðist við verkætlanini, sum fekk bestu viðmæli. Sjóvar kommuna hevur fingið skrivligt tilfar og modell av hesi verkætlan, sum vit hava standandi frammi á kommunuskrivstovuni, og fólk eru sera hugtikin av hesi verkætlan.
Tónlistaháskúli - konservatorium
Verkætlanin byggir á at gera ein Tónlistaháskúla - konservatorium - beint innan fyri Tangsmúlan. Við virðing fyri økinum og náttúruni, skal verkætlanin byggjast inn í lendið, og í høvuðsheitum varðveita serstøku náttúruna og lendisbygnaðin.
Vit í Sjóvar kommunu meta, at verkætlanin er ómetaliga áhugaverd, og tolir at vera løgd út til øll at síggja. Hátturin, ið verkætlanin er gjørd eftir, tekur atlit til umhvørvi og tað serliga ljósið og útsýnið á Raktanga ger, at hetta er eitt tað besta plássið í Føroyum at staðseta eitt mentanarligt og fólksligt savningarstað, sum eisini verður eitt prýði fyri alt Føroya land.
Tjóðleikahús
Nógv hevur verið tosað um staðseting av einum Tjóðleikahúsi, og vit meta, at verkætlanin við Tónlistaháskúla - konservatorium - kann lættliga samantvinnast við verkætlanina at gera eitt Tjóðleikahús, og staðsetingin á Raktanga vil tæna øllum føroyingum sera væl, vísandi til, at Strendur er ein miðdepil í Føroyum.
Eysturoyartunnilin hevur gjørt tað sera lætt hjá flestu føroyingum at ferðast higar, og tað er eisini umráðandi at skapa ein innbjóðandi atmosferu fyri allar føroyingar, líkamikið hvaðani teir eru, og hendan staðseting vil gagna øllum, ið ynskja at njóta gleðina við at koma saman til ”live performance arts on the edge of the Atlantic Ocean”.
The approach for designing a concert hall is one of compromise. The complex assignment has a multitude of demands for anything from the amount of seating, sightlines, acoustics to the structural performance of the large span, people flows and a multitude of other intricacies. Far too often rooms are created where additional acoustic treatment is needed, hanging expensive and heavy shells from the ceiling or similar. These heavy shells can place a heavy toll on the structure surrounding the hall.
Tað hevði verið hugaligt, um vit í framtíðini kunnu bjóða øllum vælkomin til Tónlistaháskúla - konservatorium - ella Tjóðleikahús á Raktanga, og hvør veit, kanska verður innsiglingin til Føroyar einaferð líka so víðagitin sum innsiglingin til Sydney.
Tað kundi hent, at hendan verkætlan ikki bert setur Strendur á tað Føroyska landakortið, men setur allar Føroyar á heimskortið – livst so spyrst.
Gleðilig jól
Verkætlanina "Atlantic Sounds - A Music Conservatory For the Faroe Island" eiga Rói Heinason og Rasmus Christensen. Verkætlanin bleiv gjørd í 2018, í sambandi við lesnaðin hjá rithøvundunum, og við teirra loyvi hava vit víst myndir og endurgivið tilfar úr verkætlanini.
Um áhugi er at síggja verkætlanina í síni heild, ber til at seta seg í samband við rithøvundarnar - Sjóvar kommuna kann eisini vera millumlið.