Tíðindi
20. des 2024
Loyvi til nýggjársbál
Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál.
Søkjast kann um loyvi hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði á tlf 448235 ella telduposti til sks@sks.fo innan 31. desember, klokkan 12.00.
Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:
- at bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur
- at støddin á bálinum er í mesta lagi 3 metrar í diametur og 2 metrar í hædd
- bál, størri enn 3 metrar í diametur og/ella 2 metrar í hædd, skulu frammanundan góðkennast av Sløkkiliðnum við sýn á staðnum og verða bert loyvd, um Sløkkiliðið metir trygd og frástøðu at verða hóskandi til umstøðurnar
- at veðrið er til vildar
- at frástøða til hús og lutir verður nóg stór, og á góðkendum stað
- at navnsnevndur ábyrgdarpersónur er á staðnum og at navn, adressa og telefonnummar verða upplýst Sløkkiliðsstøðini teldupost sks@sks.fo
- at um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda, er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning
- at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir.
- mælt verður til, at hava spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella køling í samband við møguligar brunaskaðar
Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini.
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
20. des 2024
Loyvi til nýggjársbál
20. des 2024
Tónlistaháskúli - konservatorium - og Tjóðleikahús
20. des 2024
Gleðilig jól
20. des 2024
Do you want to learn Faroese? Courses start in January 2025
20. des 2024
Námsfrøðingur til Lítlafløtt
20. des 2024
Ruskinnsavning um jólini og nýggjárið.
19. des 2024
Vaskifólk til Lítlafløtt
18. des 2024