Tíðindi

27. aug 2024

Eyka kommunustýrisfundur 15.08.2024

 
Kommunustýrisfundur  15.08.2024
 
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen og
Súni F. Olsen
 
Skrivari: Jóhan Blábjørg
Klokkan: 17:00-17:30

Mál nr.: 541-2-2024, broyting í byggisamtykt á Hulki
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Broyting í byggisamtykt øki D á Hulki

Ætlanin er at broyta ein part av verandi D-øki til eitt nýtt økið sum kallast D3-økið, sum loyvir byggjan av goymslutangum.

Eisini vóru gjørdar nýggjar ásetingar.

Umhvørvisstovan (US) svaraði 18.06.2024, at broytingin ikki varð góðkend, tí  innsenda tilfarð ikki varð nøktandi, og neyðugt var hjá Sjóvar kommunu at lata málið ganga umaftur.

Sambært US, var gamla kunngerðin ikki nøktandi, tí hon ikki útgreinaði ásetingarnar fyri nýggja D3-øki, samstundis sum tað eisini var ógreitt, hvat kommunustýrið hevði samtykt hesum viðvíkjandi.

Nýggju ásetingarnar fyri D3-økið eru hesar:

§ 5 Ásetingar fyri øki D3: (Goymslutangar)

a)      Øki verður lagt av til goymslutangar við harat tengdum bunkringarbúnaði og rakstrarbygningum v.m

b)      Útstykking kann bert fara fram eftir góðkendari ætlan fyri alt økið

c)       Hægst loyvda byggistig er 0,8

d)      Hægst loyvda nýslustig verður víst til byggistig og hæddarásetingar.

e)       Marknafrástøða verður at avráða við byggimynduleikan.

f)        Eingin partur av byggingini má stinga hægri enn 20m upp um næst atliggjandi kaikant roknaður at liggja í kotu 2.0

Tøkni- og býarskipanarnevnin mælir til at leggja nýggja kunngerð fram til alment eftirlit at broyta ein part av D-økinum á Hulki á Strondum til D3-øki, vísandi til samtyktina á kommunustýrisfundinum 26.02.2024 
 
 
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini
 
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
27. des 2024
Jóla­festir í Missións­húsi­num á Strondum
23. des 2024
Jólamenn vitja í Sjóvar kommunu jólaaftan
20. des 2024
Loyvi til nýggjársbál
20. des 2024
Tónlistahá­skúli - konservatorium - og Tjóðleika­hús
20. des 2024
Gleðilig jól
20. des 2024
Do you want to learn Faroese? Courses start in January 2025
20. des 2024
Námsfrøð­ingur til Lítlafløtt
20. des 2024
Ruskinn­savning um jólini og nýggjárið.

Send boð til Sjóvar kommunu