Tíðindi

17. okt 2024

Val til Eldraráðið í Roðanum, 12. nov. 2024

12. november 2024, samstundis sum kommunuval er, skal nýtt Eldraráð veljast fyri Roðan.

Endamálið hjá Eldraráðnum er at betra, styrkja og útbyggja sambandið millum eldru borgararnar og Roðan.

Valbæri og atkvøðurætt hava allir borgarar í kommununi, sum valdagin hava fylt 60 ár.

Fyri at stilla upp skulu tey, sum stilla upp til Eldraráðið, vera 60 ár ella eldri sjálvan valdagin. Atkvøtt verður millum persónarnar, sum skrivliga hava boðað kommununi frá, at teir stilla upp.

Valskeiðið gongur frá 1. januar 2025 til 31. desember 2028.

Eldraráðið verður samansett samb. viðtøkum í stýrinum fyri Roðan, á henda hátt:

Sjóvar kommuna                       1 umboð og 1 varaumboð.

Runavíkar kommuna                 3 umboð og 3 varaumboð

Nes kommuna                           1 umboð og 1 varaumboð.

Tey næst valdu í avvarandi kommunum vera varalimir eftir galdandi valreglum.

Tvey valevni eru til eldraráðið:
Bergljott Jarnskor Poulsen, Strendur
Poul Gothard Danielsen, Strendur

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
17. okt 2024
Val til Eldraráðið í Roðanum, 12. nov. 2024
15. okt 2024
Val til skúla­stýrið fyri Stranda skúla
15. okt 2024
Kommunur­nar keypa stigabil til sløkki­liðið
15. okt 2024
Teknmál á byrjanarstøði - kvøldskúlin 24/­25
14. okt 2024
Vallistar til kommunuvalið 12. nov.
14. okt 2024
Christmas Child í Missións­húsi­num á Strondum
12. okt 2024
Dramavenjing á kvøldskúla­skránni í vetur
11. okt 2024
Rørsluklubbin - kvøldskúlin 24/­25

Send boð til Sjóvar kommunu