Tíðindi

15. okt 2024

Kommunurnar keypa stigabil til sløkkiliðið

Borgarstjórarnir við Skálafjørðin hava skrivað undir sáttmála um keyp av stigabili til SKS.

Mánadagin 14. okt. undirskrivaðu Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, sáttmála um keyp av einum stigabili av slagnum Rosenbauer. Kostnaðurin er slakar 6,5 mió. kr, sum verður fíggjað yvir tvey fíggarár í mun til fólktalið í kommununum. Eftir ætlan verður stigabiluri avhendaður seint á heysti 2025.

Aftan fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið (SKS) standa tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin, Nes – , Runavíkar- og Sjóvar kommuna. Felagsskapurin var stovnaður fyri 50 árum síðan, tann 4. september 1974. Samstarvið hevur verið fyrimyndarligt við sera góðum og trúgvum sløkkiliðsfólkum – tey seinastu mongu árini við Sunleivi Højgaard sum tilbúgvingarleiðara og Vilhelm M. Olsen sum varaleiðara.

Fólkatalið í hesum trimum kommunum er nú áleið 7.200, meðan fólkatalið var á leið 4.400, tá ið felagskapurin varð stovnaður. SKS fevnir um eitt rættiliga vítt øki, av Eystnesi og norður til Funnings.

Í stýrinum fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið eru teir tríggir borgarstjórarnir fastir limir, harafturat hevur Runavíkar kommuna tveir fastar limir. Í stýrinum er eisini tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð frá fútanum. Eisini møtir varatilbúgvingarleiðarin til fundirnar.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
17. okt 2024
Val til Eldraráðið í Roðanum, 12. nov. 2024
15. okt 2024
Val til skúla­stýrið fyri Stranda skúla
15. okt 2024
Kommunur­nar keypa stigabil til sløkki­liðið
15. okt 2024
Teknmál á byrjanarstøði - kvøldskúlin 24/­25
14. okt 2024
Vallistar til kommunuvalið 12. nov.
14. okt 2024
Christmas Child í Missións­húsi­num á Strondum
12. okt 2024
Dramavenjing á kvøldskúla­skránni í vetur
11. okt 2024
Rørsluklubbin - kvøldskúlin 24/­25

Send boð til Sjóvar kommunu