Tíðindi
Rørsluklubbin - kvøldskúlin 24/25
Stranda kvøldskúli hevur eitt nýtt skeið, ið kallast Rørsluklubbin, á kvøldskúlaskránni í vetur.
Rørsluklubbin er bæði til tann longu virkna luttakaran, ið ynskir at gerast uppaftur meira virkin, men eisini til tín, sum ikki ert so røsk/raskur at røra teg.
Sum luttakari kemur tú at venja saman við øðrum luttakarum til ymiskar staðvenjingar. Byrjað verður við eini stuttari upphiting uppá einar 5 minuttir, og síðani verður vant staðvenjing í 16 minuttir. Til hvørja staðvenjing eru trý ymisk støði, so øll kunnu luttaka, óansæð hvussu ein kropsliga er fyri.
Venjingarhátturin er tann sokallaði High Intensity Interval Training (HIIT), har luttakarar arbeiða hart í stutta tíð, við stuttari hvíld ímillum. Á henda hátt venja vit bæði styrki og úthaldni.
Rógvi Nónsgjógv Poulsen er undirvísari á skeiðnum, og kemur hann at hjálpa og stuðla luttakarunum til venjingarnar.
Skeiðið byrjar eftir heystfrítíðina, týsdagin 22. oktober 2024, og endar týsdagin áðrenn páskafrítíðina, 10. apríl 2025.
Vant verður týs- og hósmorgnar kl. 06:30 - 07:00 í fimleikarhøllini í Stranda skúla.
Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 500, og tilmeldan til skeiðið fer fram við at venda sær til Rógva á mail: rogvipoulsen@hotmail.com ella tlf. 259367.