Tíðindi

15. okt 2024

Val til skúlastýrið fyri Stranda skúla

12. november 2024 verður val til skúlastýrið fyri Stranda skúla.

Trý foreldraumboð skulu veljast í stýrið, og saman við skúlaleiðara, umboði fyri lærararnar og tveimum umboðum úr kommunustýrinum fara hesi at mynda skúlastýrið næstu fýra árini. 

Valið til skúlastýrið verður í bygdahúsinum 12. november, í somu hølum har valið til kommunustýrið verður avgreitt.

Um tú kundi hugsađ tær at stillað upp til skúlastýrið, ella hevur onkran spurning til valið, ert tú vælkomin at seta set í samband við:

  • Kristian Østergaard, skúlastýrisformann
    • kris_nor@hotmail.com ella á tlf. 548375
  • Hans Petur Jacobsen, Skúlastjóri
    • hans.petur.jacobsen@skulin.fo ella á tlf. 232730.

Freistin at koma á listan til skúlastýrisvalið er týsdagin 22. oktober.

Uppgávur- og val skúlastýrins eru lógargivin, og til ber at lesa meir um hetta í lógartekstinum til fólkaskúlan, kapittul 6 um fyrisiting og í kunngerðini um val til skúlastýri.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
17. okt 2024
Val til Eldraráðið í Roðanum, 12. nov. 2024
15. okt 2024
Val til skúla­stýrið fyri Stranda skúla
15. okt 2024
Kommunur­nar keypa stigabil til sløkki­liðið
15. okt 2024
Teknmál á byrjanarstøði - kvøldskúlin 24/­25
14. okt 2024
Vallistar til kommunuvalið 12. nov.
14. okt 2024
Christmas Child í Missións­húsi­num á Strondum
12. okt 2024
Dramavenjing á kvøldskúla­skránni í vetur
11. okt 2024
Rørsluklubbin - kvøldskúlin 24/­25

Send boð til Sjóvar kommunu