Tíðindi

19. jun 2024

Kommunustýrisfundur 18.06.2024

 
Kommunustýrisfundur  18.06.2024
 
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen                  og Andras Róin
 
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:00

Mál nr.: 541-6-2024, frávik í byggisamtyktini fyri 79bs
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Mælt verður til, at frávik verður gjørt frá byggisamtyktini, so byggjast kann 5 metrar frá byggilinju heldur enn 7 metrar.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini og geva frávik í byggisamtyktini, soleiðis, at byggjast 5 metrar frá byggilinju á matr. nr. 79bs

Mál nr.: 541-7-2024, broyting í byggisamtykt við Heygsstøð
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Uppskot um at broyta part av øki D (neystaøki) til øki A (miðstaðarøki)
Avgerð: Samtykt at broyta byggisamtyktini eftir uppskoti 2 frá umsitingini.

Mál nr.: 547-1-2021, vinnuøki Innan Glyvur
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Vinnuøki Innan Glyvur
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini og játta kr. 70.000 til at gera verkætlanina lidna.

Mál nr.: 323-4-2019, spæliøki við skúlan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Gera spæliøkið liðugt
Avgerð: Samtykt at brúka kr. 200.000 til at gera spæliøkið við skúlan liðugt.

Mál nr.: 321-3-2024, Stranda skúli, umsókn um námsfr. stuðul
Reist av: Stranda skúla
Málslýsing: Umsókn um námfrøðiligan stuðul til næsta skúlaár.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og mentanarnevndini og fíggjarnevndini, og játta námsfrøðiligan stuðul til skúlan í 15 tímar um vikuna.

Mál nr.: 324-3-2024, Bryggja við bátahylin við Sjógv
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Bøta um umstøðurnar og atkomuviðurskifti
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og mentanarnevndini og gera ábøtur á bryggju og gøtu við Sjógv.

 

Mál nr. 103-3-2024 var viðgjørt fyri afturlatnum hurðum

Mál nr.: 103-3-2024, vaskifólk til kommunuskrivstovuna
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Møgulig setan av vaskifólki til kommunuskrivstovuna. Trivnaðar- og mentanarnevndin hevur lagt tilmæli fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og mentanarnevndini og seta ein av umsøkjarunum í starv. 

 

 
 
 
 
 
 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
27. aug 2024
Eyka kommunustýrisfundur 15.08.2024
19. jun 2024
Kommunustýrisfundur 18.06.2024
28. mai 2024
Kommunustýrisfundur 27.05.2024
30. apr 2024
Kommunustýrisfundur 29.04.2024
19. mar 2024
Kommunustýrisfundur 18.03.2024
28. feb 2024
Kommunustýrisfundur 26.02.2024
30. jan 2024
Kommunustýrisfundur 29. januar
12. des 2023
Kommunustýrisfundur 11.12.2023

Send boð til Sjóvar kommunu