Tíðindi
Kommunustýrisfundur 28.08.2023
Kommunustýrisfundur 28.08.2023
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen og
Andras Róin
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:30
Mál nr.: 544-5-2023, breiðka Gerðavegin
Reist av: Áka Dyssegaard
Málslýsing: Umsókn um at breiðka Gerðavegin. Tøkni- og býarskipanarnevndin hevur lagt málið fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fylgja frámælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini. Umsóknin verður ikki játtað.
Mál nr.: 544-6-2021, ferðslutrygd í Sjóvarbrekku
Reist av: Erik Johannesen
Málslýsing: Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til ferðsluavmarkingar í Sjóvarbrekku. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykta at taka undir við Tøkni- og býarskipanarnevndini og gera Sjóvarveg, Kirkjuveg, Bøgøtu, Sjóvarbrekku og Follendisveg til 30 km/t øki. Samtykt, at ferðslan oman eftir Sjóvarbrekku skal halda av fyri ferðsluni niðan eftir.
Mál nr.: 544-24-2022, varandi orka
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at taka av tilboðum. Lagt fyri kommunustýrið
Avgerð: Málið er ikki heilt klárt til støðutakan. Kommunustýrið er sinnað at arbeiða víðari við verkætlanini.
Mál nr.: 103-5-2023, starvsfólk til ungdómstilboð og bygdahús
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Møgulig setan av starvsfólki eftir tilmæli frá setanarbólkinum
Avgerð: Samtykt, eftir tilmæli frá setanarbólkinum, at bjóða einum av umsøkjarunum starvið.