Tíðindi
Kommunustýrisfundur 25.09.2023
Kommunustýrisfundur 25.09.2023
Møtt: Artur Johansen, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen, Marjun á F. Berbisá og
Andras Róin
Umframt: Julia Kass
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:40
Mál nr.: 211-2-2023, Fíggjarætlan 2024
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarætlan 2024. Gjøgnumgongd av uppskoti hjá fíggjarnevndini.
Avgerð: Framløgd og gjøgnumgingin.
Mál nr.: 210-1-2023, eykajáttanir 2023
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fyrsta viðgerð. Eykajáttanir á RS-312, Skúlabólkur kr. 15.000, RS-720, Sløkkiliðið kr. 100.000, RS-810 Stuðul til rentuútreiðslur kr. 400.000, RS-820 Rentuútreiðslur kr. 400.000.
Takast av RS-581, Ítróttaranlegg, íl. Kr. -915.000. Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja eykajáttan september 2023. Lagt fyri Kommunustýri.
Avgerð: Fyrsta viðgerð. Samtykt. Onnur viðgerð verður 23. okt.
Mál nr.: 541-2-2023, broyting í byggisamtykt
Reist av: Gunnar Holm-Jacobsen
Málslýsing: Umsókn um broyting í byggisamtyktini á Selatrað. Tøkni- og býarskipanarnevndin hevur lagt málið fyri kommunustýrið
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini og ganga umsóknini á møti.
Artur luttók ikki í viðgerðini av máli nr. 542-26-2023
Mál nr.: 542-26-2023, frítíðarhús í Kolbeinagjógv
Reist av: Alexandur Johansen
Málslýsing: Frítíðarhús í Kolbeinagjógv. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir frá at selja alt stykkið í einum. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fylgja frámælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini. Umsóknin verður ikki gingin á møti grundað á, at kommunustýrið hevur ætlanir við økinum.
Mál nr.: 540-1-2020, vetrarfriðing á Selatrað
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá V&U. Peningur er avsettur á RS-631. Lagt fyri kommunustýri.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum seta arbeiðið í gongd. Víst verður til RS-631.