Tíðindi

23. mai 2023

Kommunustýrisfundur 22.05.2023

 
Kommunustýrisfundur  22.05.2023
 
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen, 
Marjun Berbisá og Andras Róin

Umframt: Julia Kass
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-19:10

Mál nr.: Ársroknskapur 2022
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Gjøgnumgongd av ársroknskapinum fyri 2022
Avgerð: Ársroknskapurin lagdur fram, góðkendur og undirskrivaður

Mál nr.: 211-1-2023, eykajáttanir 2023
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fyrsta viðgerð. Fíggjarnevndin mælir til at taka óbrúkta játtan í 2022, kr. 1.190.000, RS-311, Lítlifløttur íløgur, av tøkum peningi. Mælt verður til at játta kr. 440.000 á RS-272, Roðin. Peningurin verður tikin av RS-581, ítróttarhøllin. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt við fyrstu viðgerð. Onnur viðgerð verður 19. juni.

Julia fór av fundinum kl. 18:00

Andras luttók ikki í viðgerðini í máli nr. 541-21-2019
Mál nr.: 541-21-2019, Dávagerði II 
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til, at útgrevstur og planering verður boðið út. Nevndin mælir eisini til, at kommunan breiðkar Skúlavegin í samband við verkætlanina. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt samb. uppskoti frá Tøkni- og býarskipanarnevndini.

Mál nr.: 324-2-2023, Ungdómstilboð
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Ungdómstilboð
Avgerð: Samtykt at lýsa eftir fólki til ungdómstilboð. Umsitingin arbeiðir við málinum.

Mál nr.: 328-4-2022, ítróttarhøll á Strondum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Ítróttarhøll á Strondum 
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum.

 
 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024
26. nov 2024
Kommunustýrisfundur 25.11.2024
05. nov 2024
Kommunustýrisfundur 28.10.2024
01. okt 2024
Kommunustýrisfundur 30.09.2024
27. aug 2024
Kommunustýrisfundur 26.08.2024
27. aug 2024
Eyka kommunustýrisfundur 15.08.2024
12. jul 2024
Eyka kommunustýrisfundur 11.07.2024
19. jun 2024
Kommunustýrisfundur 18.06.2024

Send boð til Sjóvar kommunu