Tíðindi

11. des 2024

Fíggjarnevndarfundur 11.12.2024

Fíggjarnevndin 11.12.2024
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Súni F. Olsen
Skrivari: Julia Kass
Klokkan: 09:00-09:50

 

Mál nr.:       321-5-2024 – Innbúgv til nýggja hondarbeiðsstovu
Reist av:     Sjóvar kommuna

Málslýsing: Innbúgv til nýggja hondarbeiðsstovu í Stranda skúla. Vit hava biðið um tilboð frá tveimum veitarum. T&M mælir til at taka av bíligara tilboðnum á innbúgv til nýggju hondarbeiðsstovuna. Lagt fyri fíggjarnevnd.

Avgerð:      Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&M. Peningur er tøkur á RS-413. Lagt fyri kommunustýri 

 

Mál nr.:       321-1-2024 – Umsókn um net til sparkivøllin
Reist av:     Næmingaráðið

Málslýsing: Umsókn um net til sparkivøllin. Næmingar í Stranda skúla hava leingi víst á ynski at fáa hegn um multivøllin í skúlagarðinum. Í seinastuni er hetta eisini vorðið eitt alsamt størri ynski frá lærarum, og nú eisini frá leiðslu skúlans. Vit hava fingið tilboð frá tveimum veitarum. T&M mælir til at taka av innkomnum tilboðið øðrum veitaranum, at seta upp hegn runt um multivøllin í skúlagarðinum. Lagt fyri fíggjarnevnd

Avgerð:       Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&M. Peningur er tøkur á RS-413. Lagt fyri kommunustýri 

 

Mál nr.:       323-4-2019 – Nýtt spæliøki við Stranda skúla
Reist av:     Sjóvar kommunu

Málslýsing: Nýtt spæliøki við Stranda skúla. Ein partur av ætlanini at gera spæliplássið endaliga liðugt, var at trøð og runnar skuldu plantast í skráningunum millum leikurnar. Hetta fer at gera økið meir hugnaligt og fjálgt, samstundis sum tað eisini fríðkar um. Arbeiðið er partvíst byrja, tá miðdeildin í seinastu viku, saman við starvsfólkum úr Hjálpirót, gróðursettu uml. 150 trøð og plantur. Ætlanin er at gróðurseta millum 1.000 og 1.500 trøð og runnar tilsamans. T&M Nevndin mælir til at trøð og runnar verða gróðursett rundan um spæliøkið, vísandi til kostnaðarætlanina. Lagt fyri fíggjarnevnd

Avgerð:      Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&M. Peningur er tøkur á RS-413. Lagt fyri kommunustýri

 

Mál nr.:       Leggja gólv á skúlastovur
Reist av:     Sjóvar kommunu

Málslýsing: Leggja gólv á skúlastovur. T&M mælir til at taka av innkomnum tilboðið at leggja gólv á tvær skúlastovur. Lagt fyri fíggjarnevnd

Avgerð:      Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&M. Peningur er tøkur á RS-413.Lagt fyri kommunustýri

 

Mál nr.:       Gera uppskot hvussu gamli og nýggi skúli kunnu bindast saman
Reist av:     Sjóvar kommunu

Málslýsing: Gera uppskot hvussu gamli og nýggji skúli kunnu bindast saman. T&M mælir til at heita á ráðgeva, at tekna uppskot hvussu gamli og nýggi skúli kunnu bindast saman. Lagt fyri fíggjarnevnd

Avgerð:       Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&M. Peningur er tøkur á RS-413. Lagt fyri kommunustýri

 

Mál nr.:       Sofur til gongirnar í gamla skúla

Reist av:     Stranda skúla

Málslýsing: Sofur til gongirnar í gamla skúla.Vit hava fingið tilboð frá veitara við ymiskum sofa-loysnum.T&M mælir til at taka av tilboði at keypa sofur til gongina á miðhædduni í gamla skúla. Lagt fyri fíggjarnevnd  

Avgerð:       Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&M. Peningur er tøkur á RS-413. Lagt fyri kommunustýri

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
27. des 2024
Jóla­festir í Missións­húsi­num á Strondum
23. des 2024
Jólamenn vitja í Sjóvar kommunu jólaaftan
20. des 2024
Loyvi til nýggjársbál
20. des 2024
Tónlistahá­skúli - konservatorium - og Tjóðleika­hús
20. des 2024
Gleðilig jól
20. des 2024
Do you want to learn Faroese? Courses start in January 2025
20. des 2024
Námsfrøð­ingur til Lítlafløtt
20. des 2024
Ruskinn­savning um jólini og nýggjárið.

Send boð til Sjóvar kommunu