Tíðindi
Útgávukonsert við Simonu Paulu
Um fimm dagar verður ein sera áhugaverd útgávukonsert í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum.
Tað er Simona Paula (á Fríðriksmørk) – saman við fullmannaðum tónleikabólki – ið trínur á pallin í bio-salinum at framføra sangir hennara, sum júst eru givnir út bæði á fløgu, plátu og talgildu pallum.
Nú fimm dagar resta í til útgávukonsertina, er líka yvir helmingurin av atgongumerkjunum seldur – so enn er pláss fyri fleiri.
Fleiri av songunum hjá Simonu Paulu eru nógv spældir í útvarpinum, og tí kenna vit longu fleiri teirra. Umframt góðu løgini eru tekstir hennara djúphugsnir, og til konsertina gevur Simona okkum innlit í tilgongdina til ymsu tekstirnar.
Heildarútgávan SPEGIL endurspeglar onkursvegna tíðarlinjuna hjá Simonu Paulu. Hetta við støði í hendingum, men eisini við atliti at persónligu menningini. Summir sangir eru grundaðir á ávís tíðarskeið ella persónar og teirra leiklut í hennara lívi. Aðrir eru grundaðir á eitt forargilsi um eitthvørt samfelagsligt, normar og líknandi. Simona Paula leggur dent á, at hóast tekstirnir snúgva seg um ymisk viðuskifti, eru allir reflekterandi og kava niður í djúpar og sterkar kenslur.
Atgongumerki til útgávukonsertina kunnu keypast her.