Tíðindi
Fundur í V&U
Fundur í Vinnu- og Umhvørvisnevnd 18.11.2024
Møtt: Andras Róin, Rógvi R. Djurhuus og Steingrímur J. Jacobsen
Skrivari: Jóhan Blábjørg
Klokkan: 17:-40- 18:00
Mál nr.: 547-1-2021
Reist av:Sjóvar kommuna
Málslýsing:
Vinnuøki Innan Glyvur: Kunning um samskiftið við LBF.
Avgerð: Bíða verður eftir svari frá LBF
Mál nr.:547-1-2024
Reist av: Jan Abrahamsen
Dagf.17. oktobur 2024
Málslýsing:
Ynski er at fáa eina pressubyngju avtrat á ruskplássið til papp/papír. Hava fingið sama tilboð sum seinast. Eisini er ynski um at fáa ein skúr við wc og skrivstovu. Endaligt tilboð er ikki komið. Men kostnaður verður uml 150.000 + frakt.
Avgerð: Avgerð um at keypa pressubingju. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Mál nr: 659-1-2024
Reist av: Mekon
Dagf:14. novembur 2024
Málslýsing:Keyp av gróti:
Mekon hevur sent umsókn, um kommunan vil keypa 4-6.000 m3 av yvirskotsgrótinum frá útstykkingini úti á Hálsatjørn. Mekon koyrir gróti inn á Hulk uttan meirkostnað.
Avgerð:Tilmæla at keypa gróti. Lagt fyri kommunustýrið.