Tíðindi

05. nov 2024

Almennur valfundur í bygdahúsinum 7. november

Í sambandi við kommunuvalið, sum verður 12. november, verður skipað fyri almennum valfundi í bygdahúsinum á Strondum hóskvøldið 7. november kl. 19.00.

Fundurin verður skipaður sum eitt pallborðskjak. Pallborðskjakið verður skipað í tveimum umførum, við stuttum steðgi millum pallborðskjakini. Jóna Ólavsdóttir verður orðstýrari til fundin.

Møguligt verður at seta valevnunum spurningar, samstundis sum áhoyrarnir eisini fáa møguleikan at luttaka í ymiskum meiningakanningum.

Í steðginum bjóða valevnini køku og kaffi.

Dyrnar til bygdahúsið lata upp kl. 18.30.

Valfundurin verður ikki stroymdur.

 

Við vón um góðan valfund.

Sjóvar kommuna

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
02. jan 2025
Aðalfundur hjá Stranda Sjónleikara­felag
29. des 2024
TRICKS - Nýggjársgykl á Strondum
29. des 2024
Nýggjárshald og nýggjársdansur á Strondum
27. des 2024
Jóla­festir í Missións­húsi­num á Strondum
23. des 2024
Jólamenn vitja í Sjóvar kommunu jólaaftan
20. des 2024
Loyvi til nýggjársbál
20. des 2024
Tónlistahá­skúli - konservatorium - og Tjóðleika­hús
20. des 2024
Gleðilig jól

Send boð til Sjóvar kommunu