Tíðindi

08. aug 2024

Íbúðarbygging á Strondum

Sjóvar Kommuna og Mekon Sp/f gjørt avtalu um, at Mekon keypir tvey íbúðarøkir á Strondum. Mekon skal ætlandi byggja 22 íbúðir, sum verða bygdar í nýggju útstykkingini úti við Hálsatjørn og Nónvarða.

Hendan staðsetingin er eitt nýtt bústaðarøki á Strondum og eru fleiri nýggj hús komin har, og fleiri eru ávegis. Hettar merkir, at um stutta tíð er ein heilt nýggjur býlingur komin. 

Økið er slætt, og útsýnið er heilt framúr gott. Ein sær alt - heilt av Glyvrum til Tórshavnar.

Eftir at Skálafjarðartunnulin lat upp, er Strendur blivin partur av miðstaðarøkinum og tekur tað nú bara 10 min. at koyra til Hoyvíkar og 5 min. til Runavíkar.

Verkætlanin umfatar tveir bygningar. Ovari bygningurin hevur 10 íbúðir, og niðari bygningurin hevur 12 íbúðir.

Niðari bygningurin er lagdur niður í lendið, so at parkeringsøkið er ájavnt við ovaru hæddina. Tað vil siga, at tað er gangandi beint inn á ovaru hæddina, og trappur eru niður á niðaru hæddina.

Í ovara bygninginum er parkeringsøkið ájavnt við niðaru hæddina, so at gangandi er beint inn á niðaru hæddina og trappur upp á ovaru hæddina.

Arbeiðið byrjar beinanvegin og verða fyrstu íbúðirnar klárar at flyta inn í á páskum 2025.

Meira fæst at vita um íbúðirnar á heimasíðuni hjá Mekon - www.mekon.fo

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
23. nov 2024
Kommunustýrið næstu fýra árini skipað
21. nov 2024
Jólatræið á Strondum verður tendrað
21. nov 2024
Kommunustýrisfundur 25. nov.
21. nov 2024
Opið Atelier
20. nov 2024
Áheitan til bilførarar
18. nov 2024
Eldraráðið fund í Løkshøll í kvøld
17. nov 2024
Snældan 75 ára stovningardag
16. nov 2024
Marknaðardagur í bygdahúsinum sunnudagin 17. november

Send boð til Sjóvar kommunu