Tíðindi
16. nov 2024
Marknaðardagur í bygdahúsinum sunnudagin 17. november
Sunnudagin 17. novembur kl. 14.00 - 18.00 verður marknaðardagur í bygdahúsinum á Strondum.
Marknaðardagurin er sera væl umtóktur bæði millum sølufólk og vitjandi. Seinnu árini hevur verið fullteknað við borðum ið hava selt alskins vørur, og sera nógv fólk hava vitjað marknaðin.
Í ár er einki undantak, tí einir 25 ymiskir básar hava boðað frá luttøku. Eisini verður møguligt at keypa kaffi/te og okkurt gott til matna.
Enn er tó pláss til einkultar sølubásar til marknaðardagin 2024. Ynskir tú at selja eitthvørt, verða tú biðin um at boða frá hjá Mainhild á tlf. 221670 ella mainhild.h@gmail.com
Tað er ókeypis atgongd, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
28. jan 2025
Fíggjarnevndarfundur 27.01.2025
28. jan 2025
Hóskvøldcafé í Café Bella
27. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30. januar, kl. 17:00
22. jan 2025
Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndin 20. januar 2025
22. jan 2025
Fundur í Vinnu & havnanevndini 19/1-2025
17. jan 2025
Sjómanskvinnuringurin byrjar aftur
13. jan 2025
Innskriving til 1. flokk
02. jan 2025