Tíðindi
Fíggjarnevndarfundur 24.04.2024
Fíggjarnevndin 24.04.2024
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Súni F. Olsen
Skrivari: Julia Kass
Klokkan: 08:00 – 09:00
Mál nr.: 547-1-2021
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Vinnuøki Innan Glyvur. Tilmæli frá V&U – Taka lutvíst av tilboði 2 frá Henning Larsen NA – 100 tkr.
Avgerð: Taka undir við tilmæli frá V&U. Víst verður til RS-665. Lagt fyri kommunustýri
Mál nr.: 542-6-2024
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Mála skúlan. Tilboð komin. Tilmæli frá T&B
Avgerð: Taka undir við tilmælinum frá T&B. Víst verður til RS-413. Lagt fyri kommunustýri
Mál nr.: 321-1-2023
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Svimjihylurin – umvælingar, tilmæli frá T&B
Avgerð: Taka undir við tilmælinum frá T&B. Víst verður til RS-413. Lagt fyri kommunustýri.
Mál nr.: Asfaltering
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: T&B mælir til asfaltering: Bungur á Fløtuvegi, Rættarhamar, Heygsvegur, Mowi og part av Lágarvegi
Avgerð: Taka undir við tilmæli frá T&B um asfaltering. Víst verður til RS-671
Mál nr.: 211-1-2024 Ungdómshúsið
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Eykajáttan má gerast seinni – avseting í 2023 bleiv ikki brúkt
Avgerð: Taka undir við áheitan frá T&M
Mál nr.: Bygdahúsið
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Endurskoða leiguprísir. Tilmæli frá T&M
Avgerð: Taka undir við tilmælinum frá umsitingini.
Mál nr.: 323-6-2024
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Stranda Bókasavn. Tilmæli frá umsiting. Broyta starvsbrøk. T&M mælir til at fylgja tilmælinum frá umsitingini.
Avgerð: Taka undir við tilmælinum frá T&M. Lagt fyri kommunustýri.
Mál nr.: 211-1-2024 Venjingarhølið
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Eykajáttan – útgerð til venjingarhølið
Avgerð: Mæla til at neyðug eykajáttan verður gjørd seinni í ár.
Mánaðarroknskapur mars
Sjóvar kommuna
Málslýsing: Framlagdur