Tíðindi

15. apr 2024

Steypakapping í talvi í bygdahúsinum á Strondum

Leygardagin 13.apríl var Stranda Talvfelag, saman við Talvsamband Føroya, vertur fyri árligu steypakappingini í talvi.

Telvað var í bygdahúsinum á Strondum. 13 lið, við 6 telvarum á hvørjum liði, luttóku í kappingini. Kappingin byrjaði kl. 11 og varð ikki liðug fyrr enn klokkan var farin av sjey.

Stranda Talvfelag hevði eitt lið í kappingini. Á liðnun hjá Stranda Talvfelag vóru Jógvan J. Olsen, Jóhannes Simonsen, Eyðun F. Danielsen, Petur M. Magnussen, Adrian Hávardsson, Bjarni Hávardsson og Hávardur Trúgvason. Hávardur var við sum eykamaður, men gjørdi bart við at vinna sítt talv í fyrstu rundu móti Kongshavnar Telvingarfelag.

Aftaná kappingina var steypahandan. Sandavágs Talvfelag 1 vann kappingina rættiliga trygt, og er hetta fjórða árið á rað, at teir vinna steypakappingina. Klaksvíkar Talvfelag 1 bleiv nummar tvey, og Klaksvíkar Talvfelag 2, bleiv nummar trý.

Eisini varð ársins eldsál kosin, og valið fall á ungdómsnevndina hjá Havnar Telvingarfelag.

Síðan varð skipað fyri Gallaveitslu. Til kappingina høvdu telvararnir atkvøtt fyri ársins telvara og ársinis stjørnuskoti, og eingin ivi var um ársins vinnarar. Ársins telvari gjørdist Lutjen A. Apol, sum vann FM í ár, og Lisa Xin, sum vann unglinga FM sum yngsti telvari nakrantíð, gjørdist ársins stjørnuskot. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við hesum heiðrum.

Ein stuttlig hending til kappingina var, at Sandavágs Talvfelag, vegna forfall, manglaði ein telvara, og tí varð boð eftir eykamanni Stranda Talvfelags, Hávardi, at telva nøkur talv fyri Sandavágs Talvfelag 2. Tá Stranda Talvfelag og Sandavágs Talvfelag møttust, telvaði Bjarni Hávardsson tí móti pápa sínum. Úrslitið lata vit verða ósagt.

Hetta er fyrsta árið, í longri tíð, at Stranda Talvfelag hevur luttikið í talvkapping, og hevur felagið havt bæði barna- ungdóms- og vaksnamanna lið til kappingar í vetur. Vit fegnast um at gongd aftur er komin í telvingina á Strondum, og vóna at framburðin næstu árini heldur fram.

Í kvøld er aðalfundur hjá Stranda Talvfelag, har øll talváhugaði eru vælkomin at møta. Meir kunning um aðalfundin kann lesast her.

Nakrar myndir frá steypakappingini síggjast niðanfyri.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
20. des 2024
Loyvi til nýggjársbál
20. des 2024
Tónlistahá­skúli - konservatorium - og Tjóðleika­hús
20. des 2024
Gleðilig jól
20. des 2024
Do you want to learn Faroese? Courses start in January 2025
20. des 2024
Námsfrøð­ingur til Lítlafløtt
20. des 2024
Ruskinn­savning um jólini og nýggjárið.
19. des 2024
Vaskifólk til Lítlafløtt
18. des 2024
Fimm kommunustýrislimir halda ikki fram

Send boð til Sjóvar kommunu