Tíðindi
Sjóvar kommuna raðfestir ungdómin
Ungdómurin í Sjóvar kommunu hevur í longri tíð saknað eitt tilhaldsstað, har tey kunnu samlast um kvøldarnar.
Arbeitt hevur verið við at finna eina loysn á hesum í eina tíð, og m.a. tí varð Arthur Djurhuus Poulsen settur í starv sum leiðari fyri ungdómstilboðið á heysti 2023. Afturat Arthuri hevur kommunustýrið nýliga sett Rannvá Johansen og Eilin Poulsen í starv í ungdómshúsinum, og hesi trý fara at mynda ungdómstilboðið framyvir.
Sum sagt, er tilboðið fyrireikað í eina tíð, og mikudagin í seinastu viku vórðu dyrnar fyrstu ferð latnar upp fyri ungdóminum. Myndir frá fyrsta kvøldinum síggjast á Instagram-síðuni hjá ungdómshúsinum.
Ungdómstilboðið heldur til í nýggja húsinum omanfyri bygdahúsið, har frítíðarstovan eisini heldur til, og í kjallaranum í bygdahúsinum.
Ungdómshúsið er fyri ungdóm frá 7. flokki til tey 17 ára gomlu. Tilboðið verður opið mána- og mikukvøld, umframt til skiftis fríggja- og leygarkvøld í vikuskiftinum.
Ungdómstilboðið er fyri ungdóm í Sjóvar kommunu, men onnur ung er eisini vælkomin í ungdómshúsið. Her verður serliga hugsað um ungdómin longri inni á vestara armi á Skálafjørðinum.
Meira kunning um ungdómshúsið sæst á undirsíðuni hjá ungdómshúsinum her á heimasíðuni ella á Instagram-síðuni hjá ungdómshúsinum, har ymiskt verður lagt út, so sum kunning og myndir v.m.
Almenningurin fær eisini møguleikan at síggja hølini, tá almenn móttøka verður fyriskipað í næstum. Inntil tá síggjast myndir av umstøðunum í ungdómshúsinum niðanfyri.