Ungdómshúsið
Ungdómshúsið á Strondum lat upp mikudagin 14. februar 2024.
Ungdómshúsið heldur til í tveimum hølum - í húsinum omanfyri bygdahúsið, har sum frítíðarstovan eisini heldur til (Fløtuvegur 88) og í kjallaranum í bygdahúsinum (Fløtuvegur 90).
Ungdómshúsið er fyri ungdóm frá 7. flokki til tey 17 ára gomlu.
Ungdómstilboðið er fyri ungdóm í Sjóvar kommunu, men onnur ung er eisini vælkomin í ungdómshúsið. Her verður serliga hugsað um ungdómin longri inni á vestara armi á Skálafjørðinum.
Ungdómshúsið er opið soleiðis:
- Mánadagar kl. 17.00 - 22.00
- Mikudagar kl. 17.00 - 22.00
- Í vikuskiftunum verður opið soleiðis:
- 3. hvønn fríggjadag kl. 18.30 - 23.30
- 3. hvønn leygardag kl. 18.30 - 23.30
- 3. hvørt vikuskifti er stongt.
Arthur Djurhuus Poulsen er leiðari í ungdómshúsinum, og afturat honum starvast Rannvá Johansen og Eilin Poulsen.
Arthur hevur tlf.nr.: 232750.