Tíðindi

25. jan 2024

Fíggjarnevndarfundur 24.01.2024

Fíggjarnevndin 24.01.2024
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Súni F. Olsen
Skrivari: Julia Kass
Klokkan: 16:30 – 17:45
   

Mál nr.: Lán 9181-523.641.1
Reist av: Sjóvar kommuna    
Málslýsing: Í samband við ymiskar smærri íløgur, hava vit tørv á at hækkað verandi lán við 8 mió kr. Betri Banki vil hækkað verandi lán upp til 20. Mill.
Avgerð: Fíggjarnevndin mælir til at hækkað verandi lán upp til 20 mió kr. Lagt fyri kommunustýri


Mál nr.: 547-1-2021
Reist av: Sjóvar kommuna  
Málslýsing: Vinnuøki Innan Glyvur. V&U mælir til at taka av tilboði frá Henning Larsen at skipa vinnuøkið.
Avgerð:         Fíggjarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá V&U. Víst verður til RS-665. Lagt fyri kommunustýri.

 

Fyribils mánaðarroknskapur desember
Málslýsing: Fyribilsúrslit fyri 2023 og mánaðrroknskapur fyri desember framlagdur
Viðmerkingar: Uppgerðir frá landi og samstarvskommunum mangla.

Mál nr.: 328-4-2022
Reist av: Sjóvar kommunu  
Málslýsing: Ítróttarhøll á Strondum. T&M mælir til at fari verður undir arbeiðið at grava og planera økið fyri ítróttarhøll, vísandi til fyriliggjandi kostnaðarmeting. T&M mælir somuleiðis til, at taka av fyriliggjandi tilboði at byggja ítróttarhøll. 
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&M viðv. graving og planering av øki til ítróttarhøll. Lagt fyri kommunustýri.
Fíggjarnevndin mælir til at gera treytað avtaluskjal um bygging av ítróttarhøll. Lagt fyri kommunustýri.
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
11. des 2024
Fíggjar­nevndarfundur 11.12.2024
21. nov 2024
Fíggjar­nevndarfundur 21.11.2024
30. okt 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.10.2024
30. okt 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.09.2024
17. jun 2024
Fíggjar­nevndarfundur 14.06.2024
24. mai 2024
Fíggjar­nevndarfundur 23.05.2024
24. apr 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.04.2024
21. feb 2024
Fíggjar­nevndarfundur 20.02.2024

Send boð til Sjóvar kommunu