Tíðindi
Fíggjarnevndarfundur 15.11.2023
Fíggjarnevndin 15.11.2023
Møtt: Artur Johansen, Jóannes Markná
Skrivari: Julia Kass
Klokkan: 15:00-16:50
Mál nr.: Asfaltering
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Tekniska umsiting hevur innheinta tilboð uppá asfaltering. T&B mælir til at taka av tilboðið uppá kr. 152.000 at asfaltera økið niðan fyri skúlan RS-413, og kr. 156.000 at asfalterað gøturnar í kirkjugarðinum RS-671. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum frá T&B. Peningur er tøkur á RS-413 og RS-671. Lagt fyri kommunustýri.
Mál nr.: 544-24-2022, varandi orka í kommununi
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: T&B mælir til at húsið til sjógvhita verður gjørt. Tvær milliónir eru settar av á RS-611 í ár. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum frá T&B. Peningur er tøkur á RS-611. Lagt fyri kommunustýri.
Mál nr.: 216-1-2023, skrivstovuútgerð og sáttmálar við Nema
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Endurskoða sáttmálar við Nema um kommunuloysn. Tilboð uppá skrivstovuútgerð til kommunuskrivstovuna.
Avgerð: Fíggjarnevndin mælir til at taka av tilboðið uppá skrivstovuútgerð. Lagt fyri kommunustýri.
Mál nr.: Mánaðarroknskapur oktobur
Málslýsing: Framløga
Mál nr.: 210-1-2023 - Eykajáttanir november
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Útreiðslunevtralar eykajáttanir. RS-112, Val og valnevndir kr. 25.000, RS-460 Endurgjald til lærlingaútreiðslur kr. 20.000, RS-620 Fríðkan kr.-12.000, RS-642 Minnisvarðar kr. 12.000, RS-664 Ídnaðarøki kr. -65.000, RS-674 Kavarudding kr. 20.000, RS-724 Talgildu Føroyar kr. 45.000, RS-730 Grótbrot kr. 150.000, RS-750 Havnin kr. -195.000. ÍL311 Lítlifløttur kr. 150.000, ÍL581 Ítróttaranlegg kr. -1.650.000, ÍL635 Byggibúning kr. 500.000, ÍL691 Maskinamboð kr. 1.000.000.
Avgerð: Samtykt. Lagt fyri kommunustýri.
Mál nr.: Brúkaragjøld
Málslýsing: Brúkaragjøld hava verið umrødd í nevndunum og í sambandi við FÆ arbeiði.
Avgerð: Uppskot um nýggj brúkaragjøld fyri egningarskúrar, bátapláss og leigu av øki. Lagt fyri kommunustýri.
Mál nr.: Fíggjarætlan 2024
Málslýsing: Umrøða
Mál nr.: Vetrarhald
Málslýsing: Avtala millum Sjóvar kommunu og R Transport um vetrarhald av kommunalum vegum.
Avgerð: Fíggjarnevndin mælir til at gera sáttmála um R Transport um kavagraving. Lagt fyri kommunustýri.