Tíðindi

20. okt 2026

Fíggjarnevndarfundur 19.10.2026

Fíggjarnevndin 19.10.2026
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Drós Ellingsgaard, Artur Johansen
Skrivari: Julia Kass
Klokkan: 09:00 – 11:00


Mál nr.: Heildarætlan fyri Stranda skúla
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Heildarætlan fyri Stranda skúla

Arbeiðsbólkur er settur at gera eina heildarætlan fyri Stranda skúla

Í arbeiðsbólkinum eru:
• Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri
• Súsan Benjaminsen, læraraumboð
• Jóhan H. Funn, tekniska deild
• Bárður Danielsen, umsiting

Ætlanin er at arbeiða soleiðis, at arbeiðsbólkurin hevur okkurt til kommunustýrið longu í oktober/november í ár, tá fíggjarætlanararbeiðið fyri 2027 verður endaliga avgreitt. Sjálv heildarætlanin verður tó ikki liðug longu tá, men vónandi ber til at vísa á fyrstu átøkini/raðfestingarnar til tað tíð.

Arbeiðsbólkurin mælir til, at gera eina uppmáting og upptekning av Stranda skúla sum tað fyrsta. Ongar orduligar tekningar finnast av skúlanum, og tí metur arbeiðsbólkurin tað verða neyðugt at fáa skúlan uppmátaðan og teknaðan, soleiðis at grundin fyri heildarætlanini verður bygd á veruligar uppmátingar heldur enn gitingar.

Vit hava biðið tilboð frá Sjøtil, at gera hetta arbeiði. Trivnaðarnevndin mælir til at taka av fyriliggjandi tilboði at uppmáta og tekna Stranda skúla og leggur málið fyri fíggjarnevnd.

Avgerð: Fíggjarnevndin samtykkir at taka av tilboðnum. Peningurin kann takast av RS-412 Rakstur Stranda skúli.


Mál nr.: Mánaðarroknskapur september
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Framløga


Mál nr.: Fíggjarætlan 2027
Reist av: Sjóvar kommuna Dagf.: 16/7- 2025
Málslýsing: Umrøtt

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
05. nov 2026
Jamilla á Café Bella
04. nov 2026
Sámuel bæði steypavinnari og føroyameistari
03. nov 2026
Kim Simonsen fær amerikanska virðisløn fyri yrkingar­savn
03. nov 2026
Lítlifløttur 20 ár
30. okt 2026
Handahornið týskvøldið 3. nov.
29. okt 2026
Minningarhald teirra sjólætnu
29. okt 2026
Helgi spyr lands­stýrismannin um rundkoyring
28. okt 2026
Stór málninga­framsýning og søla í bygdahúsi­num á Strondum

Send boð til Sjóvar kommunu