Leiguprísir fyri bygdahúsið

Leigutímar til ítrótt

Høllin kann brúkast til ymiskan ítrótt, so sum fótbólt, flogbólt og badminton. Til ber at hava fastan vikuligan leigutíma ella leiga einstakan tíma. Ring á tlf. 232725 og hoyr nærri hvørjir tímar eru tøkir at leiga.

Kostnaður fyri leigutímar til ítrótt:

  • Kr. 180,00 fyri ein leigutíma (60 min.)
    • Undantak: leigutími til badminton - tá er kostnaðurin kr. 30,00 fyri hvønn persónin fyri ein leigutíma (60 min.).

Leiga av hølum

Í bygdahúsinum eru trý høli at leiga til veistlur, tiltøk o.a.:

  • Stóri-salur
  • Lítli-salur
  • Bio-salur.

Køkurin fylgir altíð við, tá tú leigar eitt av omanfyri nevndu hølum.

Til ber at leiga einstøk høli og/ella alt bygdahúsið.

Av tí at stóri-salur verður brúktur til ítrótt og annað virksemi gerandisdagar, er bert møguligt at leiga stóra-sal gerandisdagar til serstakar dagar og tiltøk.

Kostnaður fyri leigu av hølum:

  • Leiga einstakt høli (køkurin inkl.) ein dag: kostnaður kr. 2.000,00
    • tú fært atongd til hølið kl. 20:00 kvøldið fyri, og hevur hølið til kl. 07:00 dagin eftir.
  • Leiga alt bygdahúsið ein dag: kostnaður kr. 4.000,00
    • tú fært atongd til húsið kl. 20:00 kvøldið fyri, og hevur húsið til kl. 07:00 dagin eftir.
  • Leiga alt bygdahúsið til brúdleyp: kostnaður kr. 8.000,00
    • Tit fáa atgongd til húsið kl. 20:00 hóskvøldið frammanundan brúdleypið, og hava húsið til á middegi sunnudagin eftir brúdleypið. 
  • Leiga alt bygdahúsið til brúdleyp og brúðarhús dagin eftir: kostnaður kr. 10.000,00
    • Tit fáa atongd til húsið kl. 20:00 hóskvøldið frammanundan brúdleypið og hava húsið til kl. 07.00 mánamorgun eftir brúðarhúsið.
  • Leiga alt bygdahúsið til yvirnáttan: kostnaður kr. 150/persón/nátt, tó í minsta lagi kr. 4.000,00/nátt.
    • Tit fáa húsið kl. 07:00 um morgunin, og hava húsið til á middegi dagin eftir seinastu yvirnáttan.
    • Av tí at høllin (stóri-salur) verður brúkt til ítrótt gerandisdagar, verður bygdahúsið treyðugt leiga út til yvirnáttan gerandisdagar í tíðarskeiðnum september-mai.

Prísirnir omanfyri eru fyri leigu av hølum til einstaklingar/privatpersónar - um fyritøkur, stovnar v.m. ynskja at leiga einstakt høli ella alt bygdahúsið til veistlu, starvsfólkadag v.m., skulu til venda tykkum til Bárður Danielsen og avtala kostna, sí telefonnummar og teldupost niðasta á hesi síðu.

Leiga útgerð út úr húsinum

Møguligt er at leiga ymiska útgerð út úr húsinum. Leigukostnaður fyri útleigan av útgerð:

  • Borð: kr. 20,00/stk.
  • Stólar: kr. 5,00/stk.
  • Bestikk: kr. 1,00/stk.
  • Steintoy: kr. 1,00/stk.
  • Saltbússur v.m.: kr. 1,00/stk.
  • Termokannur: kr. 5,00/stk.
  • Skálir og terrinir: kr. 5,00/stk.

Samband

Um tú ynskir at leiga, skalt tú seta teg í samband við Bárður Danielsen á tlf. 232725, ella á telduposti bardur@sjovar.fo.

Send boð til Sjóvar kommunu