Tíðindi

09. mar 2025

Oljutangarnir hjá Sp/f Krafta komnir til Strendur

Á midnátt leygarkvøldið kom farmaskipið Akranes á Hulk á Strondum við tveimum stórum oljutangum.

Hetta eru goymslutangar hjá nýggja oljufelagnum Krafta, sum fer at hava sítt høvuðsvirksemið á Strondum.

Tangarnir eru 17 metrar høgir, 14 metrar í tvørmát, taka 2500 rúmmetrar av olju, og viga umleið 57 tons hvør.

Tá slíkir tangar skulu flytast til Føroyar, er umráðandi, at veðrið er til vildar. Tangarnir hava staðið í Hirshals eina tíð. Men av tí at veðrið ikki hevur verið til vildar, og økið har tangarnir skulu standa, ikki er heilt klárt. So bleiv bíða til røttu løtuna, at frakta tangarnar til Føroyar.

Articon hevur í eina tíð arbeitt við, at gera økið har tangarnir skulu standa klárt. Hetta arbeiði er ikki heilt liðugt. Men verður vantandi skjótt liðugt.

Um 2-3 vikur verða tangarnir fluttir á økið, har teir skulu standa.
Øll verkætlanin er vantandi liðug seinri í vár. 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
10. mar 2025
Myndarøð - oljutangar­nir koma á Hulk
09. mar 2025
Oljutangar­nir hjá Sp/­f Krafta komnir til Strendur
07. mar 2025
Vørutombola og eydnuhjól
07. mar 2025
Sjómansk­vinnu­ringu­rin
05. mar 2025
Aðalfundur hjá Stráluni
05. mar 2025
Næmingar á búskaparbreyt vitjaðu borgar­stjóran
28. feb 2025
Almennur fundur um fríøki við Nónvarða
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025

Send boð til Sjóvar kommunu