Tíðindi
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Artur Johansen, Sonni Johansen, Noomi K. Rasmussen, Sandra L. Østerø, Drós Ellingsgaard og Jóhan H. Funn
Skrivari: Jóhan Blábjørg
Klokkan:17:00-17:50
Mál nr:104-1-2025, Fundarskipan
Reist av:Sjóvar kommunu
Málslýsing: Dagføring av fundarskipan hjá Sjóvar kommunu. Onnur viðgerð.
Avgerð: Samtykt við aðru viðgerð.
Mál nr: 104-2-2025, Kommunustýrisskipan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing:Dagføring av kommunustýrisskipan hjá Sjóvar kommunu. Onnur viðgerð.
Avgerð:Samtykt við aðru viðgerð
Mál nr.:104-4-2025, Starvsfólkahandbók
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Dagføring av starvsfólkahandbók hjá Sjóvar kommunu. Onnur viðgerð.
Avgerð: Samtykt við aðru viðgerð
Mál nr.:547-1-2021, vinnuøki Innan Glyvur
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Vinnu- og havnanevndin hevur lagt málið um vinnuøki Innan Glyvur fyri kommunustýrið til umrøðu Avgerð:Verið til umrøðu.
Mál nr: 546-5-2020 Bátahylurin í Heygsstøð
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Avbjóðingar eru við súði í bátahylinum. LBF hevur í 2020 gjørt tekningar við uppskoti um hvussu hetta skal loysast. V&H mælir til at gera simuleringar, og hevur lagt málið fyri fíggjarnevndina. Mett verður at DHI kann gera hesa kanning fyri uml. 100 tkr. Fíggjarnevndin mælir til at peningurin verður tikin av RS-750.
Avgerð: Samtykt