Tíðindi

20. feb 2025

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 19. februar 2025

Tøkni- og býarskipanarnevndin 19/2-25
Møtt: Jóhan H Funn, Sandra Ljósá Østerø, Sonni Johansen
Umframt: Hans Anders Jacobsen, Tummas Johannesen
Skrivari: Julia Kass
Klokkan: 16:30-18:15

Mál nr.: 541-10-2024- Parkeringspláss í Dreingjagerði
Reist av: Sjóvar kommunu Dagf.: 18/11-2024
Málslýsing: Planlagt er at gera P-pláss í Dreingjagerði.
Avgerð: Mæla til at arbeiði verður sett í gongd. Leggja tað fyri kommunustýri tá svar er komið frá LV.

Mál nr.: 544-24-2022 Varandi orka í kommununi
Reist av: Sjóvar kommunu Dagf.: 9/11-22
Málslýsing: Samtykt er at Skúlin, læknamiðstøðin og kommunuskrivstovan skulu til at brúka sjóhita sum varandi orku. Pumpuhúsið er gjørt á Langanesi. Veitir til rør skulu leggjast til bygningarnar, og útgerðin til sjóhitan skal keypast.
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum.


Mál nr.: 544-2-2025 Breiðka Hulkavegin
Reist av: Sjóvar kommunu Dagf.: 6/2-2025
Málslýsing: Virksemi á Hulki økist í stórum, og er vegurin oman á Hulk als ikki tíðarhøskandi og tryggur. Ynski eru um at breiðka vegin oman á Hulk.
Avgerð: Gera kostnaðarmeting og fáa neyðug loyvir til vega.

Mál nr.: 541-5-2025 Nýggj útstykking
Reist av: Sjóvar kommunu Dagf.: 14/2-25
Málslýsing: Tað eru bara 5 grundstykkir sum kommunan hevur eftir til sølu. Ætlan má tí gerast til nýggja útstykking.
Avgerð: Arbeiða við at fáa lendi til keyps við Nónvarða.

Mál nr.: Gonguteig við rundkoyringina
Reist av: Sjóvar kommunu Dagf.: 10/2-25
Málslýsing: Áheitan er komin um at gera gonguteigir við rundkoyringina við Nónvarða.
Avgerð: Taka undir við at gonguteigar verða gjørdir. Ein verður gjørdur nú.

Mál nr.: 544-3-2025 Bussskýlini hjá LV
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: LV hevur heitt á kommununa um at koma við uppskotum, um eina loysn við bussskýlunum við Sjógv og Hulki.
Avgerð: Mæla til at busskýlini verða staðsett sambært uppskoti frá tekniska leiðara.


Mál nr.: Uppskot til nevndarfunarkalendara
Reist av: Jóhan Funn Dagf.: 14/2-25
Fylgiskjøl:
Málslýsing: Ætlanin er at hava nevndarfundirnar hjá T&B týsdagar kl 17, vikuna áðrenn kommunustýrisfundirnar. T.v.s. 18/3, 15/4, 20/5, 10/6, 19/8, 23/9, 21/10, 18/11 og 9/12
Avgerð: Samtykt.

Mál nr.: 541-21-2019 Íbúðarbygging við Dávagerði
Reist av: Sjóvar kommunu Dagf.: 18/9-2019
Málslýsing: Hvussu koma vit víðari. Kunning um málið.
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
20. feb 2025
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 19. februar 2025
19. feb 2025
Morgunkaffi á Missiónsvikuni - Ingolf Johannesen vísur film tá Reynsatindur var í Grønlandi
19. feb 2025
Missiónsvika á Strondum
19. feb 2025
H-skinnarar og boylar til sølu
18. feb 2025
Undantaks­loyvi til taðing
17. feb 2025
Undantaks­loyvi til taðing
17. feb 2025
Fyri fyrstu ferð er fólkatalið á Strondum farið upp um 1.100
17. feb 2025
Sonni næstfor­maður í Kongshav­nar havnastýri

Send boð til Sjóvar kommunu